týsdagur 10. mars 2020síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 10. mars 2020 · Nr. 30
TÍÐINDI
Tryggingar taka við um landið
er reytt ella appilsingult
Við avlýsingar- ella
avboðstryggingum
hjálpa føroysku
tryggingarfeløgini,
um danska
uttanríkisráðið
frámælir ferðir
til tey reyðu ella
appilsingulu økini
Frants Jensen
frants@sosialurin.fo
– Um landið er reytt ella
appilsingult, og fólk hava eina
avlýsingartrygging frá okkum,
so fáa tey afturgoldið fyri
mistar útreiðslur til avlýstu
ferðina,
sigur
Annika
á
Heygum, skaðastjóri á Betri
Trygging.
Við litunum, verður sipað til
tað kortið, sum danska utt
anríkisráðið hevur á heimasíð
uni yvir lond, hvørja tilráðing
teir hava um ferðing.
Reyði liturin frámælir allar
ferðir til landið, appilsingulur
litur frámælir allar óneyðugar
ferðir, meðan gulur litur sigur,
at ein skal vera sera varin.
Hjá Trygd eru treytirnar
tær somu.
– Um fólk hava teknað av
boðstrygging hjá okkum, og
økið, ið tey eftir ætlan skulu
til, er reytt ella appilsingult, so
fáa tey missin endurgoldnan,
sigur Brian Smedemark, stjóri
í Trygd.
Tá ið ávíst tiltak verður
avlýst av corona
Bæði feløgini siga eisini, at um
tú skalt uttanlands til eitt
ávíst tiltak, ið verður avlýst or
saka vandanum fyri corona
smittuni, so tekur avlýsingar
trygginginin eisini við.
– Vit hava havt okkurt dømi
um onkran, ið skuldi til tiltak í
Kina og onkur annar, sum
skuldi til maraton í Jerúsalem,
men hesi tiltøkini vórðu av
lýst, og er okkara avboðstrygg
ing galdandi, sigur Brian Smede
merk.
14 dagar áðrenn fráferð
Bæði feløgini hava tó eina
treyt, og hon er, at tú skalt av
lýsa í fyrsta lagi 14 dagar áðr
enn fráferð.
– Tað merkir, at um tú til
dømis hevur hevur keypt eina
ferð til Norðuritalia í summar,
so fær ein ikki endurrindað,
um tú avlýsir í dag. Støðan
kann nevniliga broytast nógv
til í summar, og tá kann tað
gott vera, at einki frámæli er at
ferðast til økið, sigur Brian
Smedemerk.
Hann vísir tó á, at fleiri at
fyrispurningunum, tey hava
fingið seinastu dagarnar, eru
viðvíkjandi ferðum, sum liggja
longri frammi í tíð. Men onkur
skuldi eisini ferðast á páskum.
– Tað var onkur, sum skuldi
til Venedig á páskum, og sjálvt
um tað eru meira enn tvær
vikur til fráferð, so er einki,
sum tíðir uppá, at frámælið at
ferðast hagar verður broytt
innan tað tíð, so har finna vit
onkra loysn, sigur Brian Smede
mark.
– Um tað eru ferðir longri
frammi í tíð, so viðmæla vit
okkara kundum, at tey bíða
við at avlýsa, tí at støðan kann
broytast, sigur Annika á Heyg
um frá Betri Trygging.
Skulu vit fara ella ikki?
– Vit hava eisini fingið fyri
spurningar frá nøkrum, ið
skulu avstað um ein mánað
ella longur fram í tíð, har tey
standa í støðuni, at tey skulu
rinda
fyri
ferðaseðlar
ella
hotell ella okkurt annað nú,
ella missa tey bíleggingina.
Har mugu vit vísa á, at støðan
kann broytast, og um tey hava
avboðstryggingar frá okkum,
so taka tær við, um ikki ber til
at fara, sigur Brian Smede
mark.
Betri Trygging sigur tað
sama.
– Vit fylgja altíð tí, sum
danska uttanríkisráðið mælir
til. Og støða kann broytast
rættiliga skjótt, sigur Annika á
Heygum.
Ferðatryggingar
Nøkur fólk eru komin í knípu,
tí at landið ella økið, tey skuldu
til, var hvørki reytt ella appil
singult, tá ið tey fóru avstað,
men so er støðan broytt, og
landið ella økið er vorðið reytt
ella appilsingult.
– Summi ferðandi eru kom
in í óhepnar støður. Um tey
hava ferðatryggingar frá okk
um, so hjálpa vit teimum, so at
tey koma væl burturúr støð
uni, sigur Annika á Heygum.
Bæði Trygd og Betri Trygg
ing hava úr at gera at svara
fyrispurningum frá fólki, sum
skulu út at ferðast.
Reyði liturin frámælir allar ferðir til landið, appilsingulur litur frámælir allar óneyðugar ferðir, meðan gulur litur sigur, at ein skal vera sera varin
Brian Smedemark, stjóri í Trygd
Annika á Heygum, skaðastjóri
á Betri Trygging.