Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-10, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mars 2020síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. mars 2020 · Nr. 30 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Fótbóltssambandið hevur flutt 1. umfar í Betri deildini eina viku til 15. mars. Tað er nú greitt, at talan verður um teir fimm dystirnar, ið skuldu verða farna sunnudag, sum verða kom­andi sunnudag. Tað hevur annars verið frammi, at onkur feløg hava ynskt, at kappingin byrj­ar við 2. umfari, tí feløgini hava lagt ferðing og annað til rættis. -Vit hava ringt til fleiri av feløg­unum, og okkara fatan er at tað er breið semja um at vit byrja við 1. umfari. Sum støðan er nú, so verður ein mið­ vikudystur 22. apríl, tá er sein­ asta forskjótingin komin upp á pláss, sigur Róin Schrøter, for­ mað­ur í Kappingarnevndini og legg­ur afturat: -Vanliga leggja vit kapp­ ing­ina, so at tað eru nakrir mið­viku­dagar, har vit kunnu inn­heinta um tað skuldi verið vána­ligt veður, ella sum í hesum føri­num, tá okkurt óvæntað rakar sum corona­ virus­ið, sig­ur for­maðurin í Kapp­ingar­nevnd­ini. Spæla við fyriliti Hóast alt samt fleiri lond brynja seg til tað ringasta, so er boðskapurin úr FSF, at fót­ bóltur verður spældur sunnu­ dagin, men at talan verður um nøkur fyrilit bæði á og uttan­ fyri vøllin. – Vit arbeiða við eini loysn, har vit spæla dystirnar við áskoðar­um, men har vit skilja áskoðararnar sundur onkurs­ vegna. Vit hava fingið okkara egna ráðgeva, fyri at finna út um tað kann lata seg gera upp á tann mátan. So lata vit dystirnar verða spældar kom­ andi vikuskiftið undir teimum treytunum, sigur Christian F. Andreasen við FM1 mánadagin seinnapartin. Hann heldur ikki, at útmeldingin frá Heilsu­mála­ ráð­num er nóg greið, og tí hevur Fótbóltssambandið fing­ ið sær sín egna vegleiðara. -Heilsimálaráðið hevur eina vegleiðing, sum ikki er so ítøkilig um hvussu hesi krøv­ ini skulu uppfyllast, so vit hava valt at taka okkara egnu ráð­geving inn fyri at finna út hvat er fakliga forsvarligt. Tað er tað vit gera beint nú. Um læknafakliga tilráðingin til okkum er, at tað er í lagi, so gera vit tað, sigur forsetin í Fót­ bólts­sambandinum. Kappingin er skumpað eina viku fram og tað merkir, at tað verða dystirnir í 1. umfari, ið verða spældir komandi sunnu­dagin. Síðani verða øll um­førini skumpaði til næsta leik­dag fram til eina ferð seint í apríl, tá ein eyka leikdagur verður ásettur og kappingin kem­ur aftur í rættlag. -Eg vóni, at vit finna eina loysn. Tað er sjálvnadi ymiskt hvussu nógv fólk koma til ein dyst, men tað eru nakrir dystir, har tað kunnu koma fleiri enn 500 fólk. Vit mugu gera eina skip­ an, sum er galdandi fyri øll og tað vænta vit at hava klárt til komandi vikuskiftið, sigur Christian F. Andreasen. Feløgini møtast seinna­part­ in í dag, har kunnað verður um hvussu farast skal fram til dyst­ir­nar. Rokaligt Coronavikuskiftið Fríggjadagin vóru boðini, at spælast skuldi uttan áskoðarar. Leygarkvøldið vóru boðini at ongin dystur skuldi spælast. Feløg sum HB, B36 og seinast eisini KÍ komu við hvassum at­ finningum av handfaringini av málinum. Tað byrjaði fríggjakvøldið, tá Heilsumálaráðið komu við einum tilmæli um, at ikki hava tiltøk, sum savna fleiri enn 500 fólk. Útmeldingin hjá heilsu­ mála­ráð­harranum, Kaj Leo H. Johannesen, var eitt sindur ógreið. Tá hann bleiv spurdur um hvønn týdning hevði fyri fót­bóltsvikuskiftið, var svarið at tað var upp til fyriskiparnar at fylgja tilmælinum, sum tó undir ongum umstøðum var eitt krav. Hetta leggur alla ábyrgdina yvir á ítróttarsambondini at taka avgerð. Fríggjakvøldið boð­ar Fótbóltssambandið frá, at dystirnir í 1. umfari verða spæld­ir uttan áskoðarar. - Eftir at heilsu­myndug­ leik­ar­nir fyrr í kvøld komu við áheita um, at øll almenn til­tøk, har fleiri enn 500 borgar­ar væntast at savnast, annað­hvørt verða útsett ella fyri­skipað uttan áskoðarar, hevur Fótbóltssamband Føroya gjørt av, at allir dystirnir í Betri deild­ini hjá monnum komandi tvær vikurnar verða leiktir uttan áskoðar­ar. Umframt áskoðara­for­boðið verða eisini onnur fyribyrgjandi til­tøk sett í verk til dystirnar í lands­kapp­ ing­ini sum avleiðing av Corona­ virussinum. Millum annað verður siðbundna lógvatakið áðrenn dystarbyrjar, har leikar­ar og dómarar heilsast, ikki nýtt fyribils, skrivaði FSF í tíðinda­skrivi. Alt avlýst leygarkvøldið Leygarkvøldið veldur Starvs­ nevnd­in hjá Fótbólts­sam­bandi­ num at útseta 1. umfar til 15. mars. -Starvsnevndin í FSF hevur efturmett avgerðina at spæla 1. umfar í Betri Deildini hjá monn­um uttan áskoðarar, og hevur í staðin avgjørt, at allir dyst­ir­nir í 1. umfari verða út­ sett­ir til 15. mars Boðini koma ikki fram fyrr enn á kvøldi og nú tala feløgini at. HB, B36 og KÍ komu við hvøss­um atfinningum um hand­far­ingina av støðuni. Eitt nú vísti øll trý feløgini á, at tað var ongin kunningin um hví av­ gerðin bleiv tikin. -Vit í Havnar Bóltfelag standa spyrjandi aftaná at fáa ein teldupost frá FSF, um at fyrsta umfar í Betri deildini er út­sett, og ikki verður spælt sum ætlað. At eingin grundgeving er fyri hesi avgerð, er sera undrunar­vert, skrivaði HB í al­ mennari útmelding. -Vit sendu tykkum fyrr í kvøld eina undran um, hvussu til­gongdin í samband við av­ lýsing av Betri umfarinum í morg­in sýntist at fara fram. Nú eftirfylgjandi undrast vit ikki minni, og vit í B36 eru als ikki nøgd við, hvussu hetta er farið fram, skrivaði HB. Sunnudagin kom KÍ eisini við sínum skrivi. Føroya­ meist­ar­nir vóru nokk teir, sum stóðu til at missa størstu upphæddina, tí KÍ skuldi á heimavølli spæla móti B36. KÍ hevði ynski um at fylgja til­mælinum frá Heilsu­mála­ ráð­num, sum hóast alt gevur møgu­leikar til nakrar hundrað áskoðar­ar. - FSF tók eina avgerð um at for­bjóða áskoðarum at koma til dystin ímillum KÍ og B36. Hesa avgerð tók nevndin hjá KÍ ikki undir við, av tí at vit ikki mettu Forsetin í Fótbóltssambandinum hevur boðað frá, at tað verður fótbóltur í bestu mansdeildini komandi sunnudag, men at tað verður við ávísum fyrilitum. – Vit arbeiða við eini loysn, har vit spæla dystirnar við áskoðarum, sigur Christian F. Andreasen Betri deildin menn: FÓTBÓLTUR VIÐ FYRILITI FÓTBÓLTUR VIÐ FYRILITI SUNNUDAGIN SUNNUDAGIN