Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-10, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mars 2020síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 11. mars 2020 · Nr. 30 at tað var besti mátin at fylgja til­mælinum frá heilsu­myndug­ leik­unum uppá, skivar nevndin hjá KÍ, sum eisini vísur á aðrar av­bjóðingar við at steingja portr­ini. - Um vit valdu at stongja portr­ini vóru vit vís í, at fólk fóru at samlast kring hegn­ ið uttan at vit kundu stýra fólkamongdini. Vit skiltu at sporleikin á smittuni er mest umráðandi, fyri at myndug­ leik­arnir kunnu finna fram til møgu­lig smittaði. Vit sendu FSF hesa ætlan men hoyrdu einki aftur uttan at umfarið var útsett, sigur nevndin hjá KÍ. Føroyska kvinnulandsliðið spældi mánadagin javn­leik 1-1 móti Estlandi í venj­ing­ar­ landsdysti á Tórs­vølli. Rannvá B. Andreasen takkaði fyri seg á landsliðnum við einum flott­um máli. – Hetta hevur verið ein ótrúliga stuttlig tíð, og eg fari heilt sikkurt at sakna landsliðið, sigur 39 ára gamla Rannvá B. Andreasen, sum undan dystinum boðaði frá, at hetta bleiv hennara sein­asti landsdystur fyri før­ oyska landsliðið. – Eg haldi at tíðin nú er kom­in til at lova øðrum fram­ at. Hugurin til landsliðið er fram­vegis til staðar, men tað krevur nógva orku, og hana fari eg at brúka annaðleiðis nú. Og so verði eg heldur ikki yngri, segði Rannvá Biskopstø Andreasen við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum. Hon er blivin hjálpar­venj­ ari hjá U17-gentulandsliðnum, sum komandi ár skal spæla EM-endaspæl í Føroyum. Tað er ein av stóru orsøkunum til, at hon nú gevst á lands­lið­ num, hevur hon boðað frá. Sum heild mundu føroysku kvinnurnar vera betri stóran part av dystinum, og tær megn­aðu eisini at trýsta est­lendska liðið langt aftur vøllin. Tað var tí sum at fáa ein kaldan vøtt í høvdið, tá Est­land eitt korter eftir steðg­ in kom á odda 1-0. Føroysku kvinnurnar hildu á fram at stríðast, og stutt fyri leiklok eydnaðist at fáa bóltin í estlendska málið. Dómarin floytaði fyri óbeinleiðis frí­ sparki ein góðan metur inni í brots­teiginum, nakað til høgru, eftir at málverjin hjá Est­landi hevði hildið bólti­ num væl meir enn tey loyvdu seks sekundini. Ásla Johannesen trillaði bóltin til Rannvá Andreasen, og við einum góðum skoti, um­vegis tvørtræið, javnaði Rannvá til 1-1. Eitt sera gott mál, og ein góður máti at siga farvæl við landsliðið. Talan gjørdist sostatt um tilsamans 27 mál í 56 altjóða skrásettum A-landsdystum fyri Rannvá Biskopstø Andreasen. Undan dystinum segði John Petersen, lands­liðs­ven­ jari, at týpur sum Rannvá B. Andreasen kunnu verða til stóran ágóða hjá kvinnu­fót­ bóltinum, um tær hava fram í fót­bólts­heimi­num, tá tíðin sum spælari er liðug. Hann hevur eisini eitt ynski um, at feløgini kunnu skapa eina mentan, har ungir spælarar trívast og sam­ stundis síggja hvat skal til fyri at koma longri. Tað krevur millum annað, at eld­sálir og onnur, sum vilja kvinnu­ fót­bóltinum væl, gerast ein partur av feløg­un­um. Eisini tá tær sjálvar eru givnar at spæla. – Eg hugsi um týpur sum Rannvá B. Andreasen, sum kunnu gera, at viðurskiftini hjá kvinnufótbóltinum blíva betri. Hon ger eitt stórt arbeiði fyri kvinnufótbóltin í KÍ. At tær eisini bjóða seg fram í nevnd, tá tíðin sum spælari er farin. Tað kann gera, at kvinnufótbóltur fær eina rødd og tað kann verða mun­urn millum at spælarar ikki detta niður ímillum, sigur John Petersen. Hann heldur fyri, at tað er neyðugt at fleiri spælar­ ar og feløg raðfesta kvinnu­ fót­bóltin og vónar, at U17-landsliðið kann verða ein mátistokkur fyri hvat ber til. Tær skulu spæla í EM-endaspælinum, sum verður í Føroyum, fyri U17- lands­lið í 2021. Tað verða drúgv­ar fyrireikingar við nógv­um venjingum og venj­ ingar­dystum, umframt at tær skulu luttaka í fleiri kapp­ ingum enn vanligt. – Tilfeingið er ikki so stórt av spælarum. Tí ræður um at finna røttu javnvágina, so tú mennir spælararnar sam­ stundis sum tær tíma at halda fram. Nú fáa vit at síggja hvussu tað eydnast við U17- landsliðnum. Vónandi kann tað slóða fyri, sigur føroyski A-landsliðsvenjarin. Her er Rannvá B. Andrea­ sen ein partur av venjara­ toymi­num. Tvey debut 19 ára gamli málverjin, Eyð­ gerð R. Mikkelsen spældi sín fyrsta A-landsdyst fyri Før­ oyar. Hon hevur framman­ undan umboðað Føroyar á bæði U17 og U19. 18 ára gamla Jensa Kannuberg Tórolvs­ dótt­ir spældi eisini sín fyrsta A-lands­dyst fyri Føroyar, tá hon í 60. minutti av dystinum móti Estlandi avloysti Evy á Lakjuni. Jensa hevur fram­ man­undan umboðað Før­ o­yar á bæði U17 og U19 lands­liðunum, har hon í fjør skoraði avgerandi málið í 1-0 sigri­num á Litava. Næsta uppgáva hjá føroyska kvinnu­lands­lið­num verður EM-undan­kapp­ingar­ dystur á útivølli móti Wales fríggjadagin 10. apríl. trondur@sosialurin.fo Rannvá takkaði fyri seg við flottum máli Føroyar – Estland 1-1: