Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mars 2020síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. MARS 2020 SOSIALURIN 28 4 Vikan ið fór Sæð á Facebook: Talið av smittaðum og deyðum av coronavirus veksur støðugt. Lond í øllum heiminum hava sett víðgongd tiltøk í verk fyri at minka um smittuvandan. Í Danmark og í Føroyum eru lesandi, næmingar og nógv starvsfólk send til hús í tvær vikur Bakkafrost misti umleið eina millión fiskar av ódnarveðrinum í herfyri.ó Óðnarveðrið gjørdi umfatandi skaða á alibrúkini í Hvalba og Froðba Súni Selfoss er afturvaldur sum formaður í Starvsmannafelagnum við 533 atkvøðum Royndi politikarin Poul Michelsen leggur tingsessin frá sær aftaná nógv ár í politikki Í ár verður farið undir stóra hotellverkætlan í Klaksvík. P/F Christian í Grótinum, sum er nýggjur partaeigari í P/F Gist&Vist, fer ætlandi at eiga ein fimting av hotellinum, sum skal hava 80 kømur Coronavirus MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt Tann fyrsta februar búðu 52.199 fólk í Føroyum. Sambært Hagstovuni er fólkatalið vaksið 835 fólk hetta seinasta árið, og tað er ein vøkstur upp á 1,6 prosent. Talið er í miðal vaksið við 70 fólkum um mánaðin síðan ársskiftið 2013-2014  70 70 Mest brúkta orðið hesa vikuna - um allan heimin - er "coronavirus". Tað hevur tað verið í fleiri vikur, og hetta er uttan iva ikki bara orðið hesa vikuna - men ársins orð. Í Danmark eru øll lesandi, skúlabørn og almenn starvsfólk send til hús í fyribils tvær vikur fyri at minka um smittuvandan. USA steingir fyri allari flogferðslu úr Europa, undantikið Stórabretlandi. Hetta kom alt fram mikukvøldið. Sama mikukvøld vaknaði landsstýrið, og morgunin eftir kunngjørdi løgmaður, at vit í Føroyum fara at gera nøkunlunda somu átøkini, sum tey gera í Danmark. Landsstýrið sigur seg vilja vinda um heilan fingur, og heldur vera fyrivarin enn eftirsnarin - men tað sæst ikki aftur í tiltøkunum, sum eru sett í verk. Einki verður gjørt fyri at avmarka flogferðsluna, sum merkir, at øll ferðandi í roynd og veru sleppa ótarnað at taka smittuna við sær til Føroya. Men myndugleikarnir halda seg hava tamarhald á støðuni - ja, vónandi. Tí man hevur bara tamarhald á støðuni, til mann missir tamarhaldið. " Tað er ómøguligt at kanna, um føroyingar úr Danmark halda seg heima, tá teir koma komandi dagarnar. Hatta kann blíva ein trojanskur hestur, har fólk ikki hava sjúkueyðkenni, TÁ tey koma, men FÁA sjúkueyðkenni, tá tey ERU komin. Tað kann útvikla seg til eina støðu, sum vit ikki hava tamarhald á. Tí er best at steðga óneyðugum fráferðum/heimferðum, sjálvandi." Fekk fyri nøkrum døgum síðani fekk eg ein fittan sprittdunk á arbeiðsplássinum. Hetta var í samband við at corona- tosið tók seg upp, men mín sann tá ið eg møtti á tíðindafundi í Tinganesi hendan dagin, tá vart eg biðin um at spritta mær hendurnar áðrenn eg fór inn. Jú nógv er broytt, síðani hetta beinkrímið tók seg upp úti í heimi. Vit halda ofta í Føroyum, at vit eru so fá og smá og liggja so fjarskotin, at vit sleppa undan, men globaliseringin virkar báðar vegir. Ája! At eitt beinkrím tekur seg upp, sum vit ikki kenna nakað til, er ikki nakað nýtt. Vit hava sæð tað við sponsku sjúku, við Hong-Kong-kríminum og við SARS. Tað sum er ræðandi við hesum slagnum er, at vit ikki duga at sígg ja hvørjar avleiðingarnar verða, tí vit kenna ikki til smittuna. Læknaheimurin hevur ment seg nógv gjøgnum árini, men tíð skal til at finna evni at koppseta við. Royndir mugu gerast, so ein koppseting ikki ger smittuna verri. Ája! Haldi at myndugleikarnir higartil hava dugað væl at handfari hesa kreppuna. Skipagóð og relevant upplýsing uttan at skapa panikk. Onkur hevur funnist at, at Atlantsflog sleppur at flúgva óforða millum Keypmannahavn og Vágar. Danmark er at rokna sum reytt øki og tí halda fleiri at hendan flúgvingin átti at verðið avmarkað. Ája! Ìtróttur, trúðarlív og náttarlív fær eisini álagt avmarkingar. Slíkt kann vera irriterandi og kann kosta matstovum og dansistøðum, men hetta er ein avgerandi partur í royndini at avmarka smittuna. Vit sum fylgja fótbóltinum, mugu royna at finna okkurt annað at gera klokkan 15 sunnudag, men man ikki tað fara at ganga. Føroyar eru í eitt slag av undantaksstøðu og tað noyðist eg at virða. Føroyingar eru vanliga eitt toli fólk, men hvussu fara vit sum tjóð at reagera, nú støðan í samfelagnum er so nógv broytt? Tað er ein spurningur, sum vit sjálvi eru byrjaði at svaara. Longu tá ið danski forsætisráðharrin helt tíðindafund mikukvøldið, streymaðu fólk út í handlarnar í Føroyum. Vit keyptu wc-pappír og mat í langar banar. Tað sá út, sum vit hava eina mat og vørukreppu. Hetta er greitt fyrstu tekin um, at vit sleppa vanligu mynstrunum vit liva eftir. Vit missa tamarhald á støðuni eins og tað knípir við at skoða yvir tað samlaða sum hendir. Vónandi versnar støðan ikki álvarsligt komandi vikurnar, men hetta er ein lærupeningi fyri okkum øll. Eg havi sett mær fyri, at eg fylgi tilmælunum frá myndugleiknum tí sjálvur havi eg ikki betri førleikar enn tey hava. Ája! Árni Gregersen, journalistur, skrivar Ája! FRÍGGJADAGIN Lot til andøvsgul av norði úr skiftandi ættum, undir 5 m/s. Hann veksur vindin út á dagin í frískan til hvassan vind, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur turt og skýggjað. Hitin alt samdøgrið millum 1 og 5 stig. LEYGARDAGIN Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s. Um vøldið og náttina veksur hann vindin í strúk í vindi til hvassan vind, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og nakað av regni. Hitin millum 2 og 5 stig. SUNNUDAGIN Strúkur í vindi til hvassan vind av lannyrðingi, 10 til 15 m/s. Um kvøldi minkar hann vindin, 5 til 10 m/s. Samdrigið og okkurt ælið. Hitin millum frostmarkið og 3 stig. Um náttina verður kaldari og hitin verður væl undir frostmarkinum. 10-15 m/s 5-10 m/s 1-5 m/s Visti tú? At til ber at avmarka corona-smittu? Tú kanst m.a.: - Vaska tær væl um hendurnar og brúka hondspritt - Hosta í ermuna - ikki í hendurnar - Gevast við at klemma og taka í hondina á fólki, og yvirhøvur nerta fólk - Hugsa um reinføri heima, úti og til arbeiðis - Halda teg frá stórum mannamúgvum - Lata vera við at ferðast