Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-12, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mars 2020síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. MARS 2020 SOSIALURIN 28 5 ÁKI BERTHOLDSEN M yndugleikarnir hava verið fyri hørðum at­finn­ ing­um, tí at flog­ vøll­urin í Vágum ikki verður stongd­ur, tí tað koma fleiri full flog­før til Føroyar hvønn einasta dag, og fólk halda, at tað er burtur­við, at føra so nógv fólk til Føroya, tí verður flogvøllurin afturlatin, kann smittuvandin minkast munandi. Og tey duga ikki at síggja nakra forðing í at hava neyðsendarflúgving við sjúklingum og læknum fyri tað um øll vanlig flogferðsla verður niður­løgd. Fá hava verið so hvassorðað í sínum atfinningum sum Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnað­ar­flokkin. – At fólk verða biðin um sjálv at siga frá, um tey eru í vanda­ bólki­num, er ikki nóg gott. Tey flestu sum eru smittað, vita ikki, at tey eru smittað fyrr enn tey blíva sjúk. Og hann heldur, at tað er ør­ skap­ur at hava flogvøllin opnan. –  Vit eru í eini ófatiliga hepnari støðu, tí eingin er smitt­aður í Føroyum. Nærum einki annað land er so væl fyri, sigur hann og tí heldur hann at flogferðslan skuldi meststum verið steðgað, umframt at grót­ hart eftirlit skuldi verið við teim­um, sum koma. Annars hevur Smyril Line gjørt av, at hesar næstu vik­ur­ nar sleppa ferðafólk ikki við Norrønu. Men flogvøllurin verður ikki stongd­ur, hóast ført hevur verið fram, at tað kundi fyribyrgt smittu­ni. Kunnu ikki steðga smittu Myndugleikarnir hava víst á, at undir øllum umstøðum er tað veruleikafjart at halda smittuni burtur, men veksur talið á smittaðum, verður støðan endur­skoðað. Løgmaður sigur, at fyribils hava vit mett, at tað er ráðiligt at hava flogvøllin opnan, tí enda­málið er ikki at lata alt sam­ felagið niður. Løgmaður sigur, at hóast flogvøllurin ikki verður stongd­ ur, verða tiltøk sett í verk, tí ferðafólk skulu upplýsa um tey hava havt samband við smittað fólk, ella um tey hava verið í sam­bandi við smittað fólk. Hann sigur, at enn er enda­ málið at vit royna at forða fyri smittuspjaðing og tey sum eru í vandabólki, hava sjálvi ábyrgd at siga frá, og at taka ábyrgd. Støðan er ikki so hættislig enn, at vit halda, at tað er neyðugt at lata alt landið aftur, sig­ur løgmaður. Myndugleikarnir hava eisini ført fram, at tað er neyðugt at flúgva aftur og fram við sjúk­ ling­um, sum skulu í serviðgerð uttan­lands, ella sum skulu heim eftir serviðger uttanlands. Tað er eisini neyðugt at flúgva fyri at kunna flyta serlæknar til Før­oya, sum koma uttanlands við regluligum millumbili hig­ar at arbeiða og at viðgera sjúk­ lingar í Føroyum. Kaj Leo Holm Johannesen, lands­stýrismaðurin í heilsu­mál­ um, sigur, at Heilsuverkið brúk­ ar 100 setur hjá Atlantsflogi um vikuna til sjúklingar, og tí ber ikki til at lata flogvøllin aftur. Talið fer at økjast Landslæknin er sannførdur um, at talið á smittaðum í Føroyum fer at økjast, men endamálið er at vit ikki fáa ov nógv smittað ísenn, so at heilsuverkið ikki hoyknar undan byrðuni. Fútin sigur, at tey fylgja gongd­ini á flogvøllinum og at tey eru til reiðar at seta tey til­ tøk í verk, sum eru neyðug. Men hetta er eisini ein spurn­ ing­ur um at kunna liva eitt so van­ligt lív, sum tilber, hóast støðan er álvarslig, sigur hann. Løgmaður er samdur við hes­ um, tí hann sigur, at vit eiga at royna at hava ein so vanligan gerandisdag, sum tilber. Men fylgt verður við støðuni, og broyt­ist støðan, verður málið tik­ið upp aftur. TÍ VERÐUR FLOGVØLLURIN IKKI STONGDUR Tað er ikki fakligt grundarlag fyri at lata flogvøllin í Vágum aftur, siga heilsumyndugleikarnir ÁKI BERTHOLDSEN H esa næstu tíðina fer Norrøna ikki at sigla við ferða­ fólki. Tað sigur Rúni Vang Poul­ sen, stjóri í Smyril Line. Hann sigur, at eisini tey í Smyril Line ætla at taka ábyrgd á seg og gera sítt til at forða fyri, at corona-smittan breiðir seg. Samstundis hava myndug­ leik­arnir eisini mælt til, at flutn­ingsfeløg taka stig til at av­marka smittuna, men kravt verður ikki, at gevast at sigla. Men á Smyril Line hava tey tikið tað avgerð at gevast at sigla við ferðafólki hesar báð­ ar næstu vikurnar. Tað merkir, at bara tey ferða­fólk, sum eru komin til Før­oya, sleppa heim aftur, og teir føroyingarnir, sum eru farnir uttanlands, sleppa eisini heimaftur. Men tey skulu greiða frá um, tey hava verið í einum vanda­øki, um tey hava havt sam­band við smittað fólk, og so verður fepurin eisini tikin av teimum, tá ið tey koma um­borð. Og gevur nakað av hesum útslag, sleppa heldur ikki tey við, sigur stjórin. Men annars sleppa onnur ferða­fólk ikki við Norrønu hesar báðar næstu vikurnar og tað merkir, at nøkur hundr­að fólk, sum hava keypt sær ferða­seðil, mugu avlýsa ferðina. Kannað verður nú eftir, hvørja ferðatryggingar tey hava og í hvønn mun tey skulu hava ferðaseðilin endur­goldnan frá Smyril Line. Men annars fer Norrøna at sigla sum vanligt við farmi fyri at tryggja, at vit ikki koma í vørutrot í Føroyum. Rúni Vang Poulsen vísir á, at tey fylgja væl við støðuni, og broytast tilmælini, verða tey eisini tikin til eftirtektar. Norrøna siglir uttan ferðafólk Næstu tíðina tekur Norrøna ikki ferðafólk – Smyril Line ætlar at taka ábyrgd á seg og gera sítt til at forða fyri, at corona-smittan breiðir seg, sigur stjórin Rúni Vang Poulsen