hósdagur 12. mars 2020síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. MARS 2020
SOSIALURIN 28
6
PERSÓNSØGA: Margreth Dalsenni
ANNIKA KUNOY IM
MYNDIR: ÁLVUR HARALDSEN
F
leiri nætur um vikuna
situr 60 ára gamla Marg
reth Dalsenni í garasjuni
á Skáltavegi í Klaksvík
og skilur sundur klæði. Ofta
er útvarpið frá, og hon lurtar
og arbeiðir hugalig. Onkuntíð í
einsemi og onkuntíð saman við
mammu, systur ella dóttur síni.
– Tað er hugnaligt at sita seint
um kvøldið. Eg eri ein náttar
ravnur. Eg hugsi altíð um klæð
ini og um garasjuna. Tað fyllir alt
hjá mær.
Í 10 ár hevur hon verið umgird
av brúktum klæðum. Mongdin
er vaksin við árunum. Fyrstu
tíðina brúkti hon sosiala miðil
in Facebook at lýsa við, síðani
stovnaði hon fyrsta føroyska
sølutorgið Rótikassin á Face
book og nú er Margreth Dalsenni
onkursvegna vorðin ímyndin av
endurnýtslu í Føroyum.
Alt fær tó ein enda. Og skjótt
letur Margreth eisini dyrnar
aftur á Klaksvíksvegi, snarar
lyklin fyri seinastu ferð og sigur
farvæl við Dals Vøruhús.
21. januar skrivar hon so
ljóðandi á Facebook: “Eg fari at
sleppa eini bumbu. Eg orki ikki
meir. So 2. septembur verður
hurðin opin fyri seinastu ferð.
Eg gevist at taka ímóti vøru 6.
mai, sum eisini var dagurin eg
byrjaði hetta virksemi. Tá eru
eisini 10 ár síðani, eg samlaði
nakrar damur heima hjá mær
at býta um klæðir.”
– Eg byrjaði handilin 6. mai
2010, og eg valdi sama dag
tíggju ár seinni at steðga við
at taka ímóti vøru. Eg vildi ikki
steingja so knappliga, og tí valdi
eg at hava opið til 2. september,
tá eg havi føðingardag. So lukki
eg við manér, og so kunnu fólk
taka avskeð, sigur Margreth
Dalsenni.
Hon er tíðiliga rørd, tá hon
tosar um avgerðina. Tí í veru
leikanum sigur hon ikki bert
farvæl við ein handil. Hon sigur
farvæl við ein samleika og eitt
kall.
– Tað verður torført hjá mær,
sigur hon rørd.
– Eg tók avgerðina, og so
skrivaði eg tað á Facebook. Eg
segði tað ikki fyri nøkrum. So
ringdi dótturin og spurdi, hvat
var hent, flennir hon.
– Eg veit ikki, hví eg tók hesa
avgerðina, men í desember
mánaði var lítið at gera í handli
num, og eg valdi at lukka handil
in hálvan desember. So fór eg í
garasjuna at sortera og skifta
vøru út. Eg var so óhugalig og
orkaði simpulten ikki. Eg kendi
meg troytta. So ein dagin visti
eg, at eg vildi steðga, sigur hon
avgjørd.
– Eg havi ikki somu orkuna,
sum eg havi havt. Alt gongur
seinni fyri seg, nú eg eri vorðin 60
ár. Eg fekk at vita frá fleiri, at eg
møguliga havi vetrartunglyndi,
og at eg fari at umbestemma
meg. Men tað havi eg als ikki,
og eg eri púra avgjørdi, sigur hon
framhaldandi.
Eg brenni fyri hesum
Fyri tíggju árum síðani vóru
tíðirnar ikki so góðar í Føroyum,
sum tær eru í dag. Tað tyngdi
Margreth, at hon dagliga hoyrdi
um arbeiðsloysi og um familjur,
sum høvdu tørv á mati og klæð
um.
Hon átti fitt av klæðum, sum
hon ikki brúkti, og hon valdi tí at
savna nakrar kvinnur saman til
eitt hugnakvøld, har tær kundi
taka klæðir við, sum tær ikki
brúktu og so býta um við hvørja
aðra.
– Fleiri konur komu til tiltakið
og høvdu klæðir við. Tær fingu
okkurt og lótu tað vera eftir, sum
tær komu við. Tað var ordiliga
stuttligt, sigur hon um fyrsta
kapittulin í tíggju ára langu
søguni um Dals Vøruhús. Ein
lítillátin byrjan og ein lítillátin
søgugongd.
– Tað vant upp á seg. Eg
brúkti Facebook at lýsa við,
og eg segði frá har, at eg hevði
klæðir, sum eg vildi lata. So
komu fólk úr øllum landinum at
hyggja at klæðum. Tað fyigekst
alt í stovuni hjá mær. Tað var
rokaligt. Tá eg so skuldi rudda
stovuna, so fór alt inn á vesið
og í baðikarið og so inn aftur
í stovuna, tá vit skuldu brúka
baðikarið, flennir hon, sum hon
minnist aftur á fyrstu tíðina við
endurnýtsluklæðum.
– Fólk komu úr Vágunum og
úr Suðuroy. Ja, tey komu alla
staðni frá. Eg gjørdi teimum
kaffi og tað var sera hugnaligt,
sigur hon.
Fimmkrónu handilin
– Til endans hevði eg so nógv
klæðir, at eg mátti koyra tey
oman í kjallaran, sigur Margreth
Dalsenni.
Síðani varð eisini kjallarin
ov lítil, og Margreth varð noydd
til at flyta øll klæðini í stóru
dubult-garasjuna á Skáltavegi.
Hon greiðir frá at á summri
hetta sama árið í 2010 royndi
hon ein nýggja leist.
– Eg veit ikki, hví eg tók hesa avgerðina, men eg
var so óhugalig og orkaði simpulten ikki meir. Eg
kendi meg troytta. So ein dagin visti eg, at eg vildi
steðga, sigur Margreth Dalsenni, sum nú lukkar
endurnýtsluhandil sín, Dals Vøruhús, í Klaksvík
eftir at hava fingist við endurnýtslu í 10 ár
HETTA VAR
HETTA VAR
EITT KALL
EITT KALL