hósdagur 12. mars 2020síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. MARS 2020
SOSIALURIN 28
7
– Eg minnist at country-
kongurin, Hallur Joensen,
hevði umvælt húsini hjá sær á
Nólsoyar Pálsgøtu í Klaksvík.
Hann hevði eina stilass-konsert,
áðrenn stilassið varð tikið nið
ur. Tað oysti niður hendan dag
in. Mostur mín og Hallur eru
grannar, og eg fór oman í kjall
aran hjá henni við klæðum, sum
øll kundu koma at fáa sær. Fólk
komu inn at skifta í turr endur
nýtsluklæðir og fóru heim við
sínum egnu klæðum í posa, sigur
hon frá.
– Stutt eftir tað, á Summar
festivalinum, hevði eg aftur opið
hjá mostur míni, og tá spurdi
hon meg, um eg ikki hevði hug
at vera verandi har. Tað vildi eg
fegin, og byrjaði ein handil inni
hjá mostur míni, har eg seldi alt
fyri fimm krónur, leggur hon
aftrat.
– Hetta navnið hongur við
enn. Eg hoyri ofta fólk siga hetta,
tá tey eru í handlinum, og onkur
ringir og spyr, hvar tey eru. Í
fimmkrónu handlinum, siga tey
so, flennir Margreth Dalsenni.
– Tað komu nógv fólk inn.
Men tað gekk ikki long tíð,
áðrenn hølið varð ov lítið, tí eg
hevði so nógv klæðir. Eg fór í
býin at leita eftir hølum, men
leigan er kostnaðarmikil. Eg
hevði onga inntøku. Eg fann
tó hølið á Klaksvíksvegnum í
november 2012 – hálvtannað ár
seinni, greiðir hon frá.
Tá Margreth Dalsenni hevði
fingist við at býta og selja klæðir
bíliga í eina tíð, stovnaði hon ein
rótikassa á Facebook. Tá var
einki føroyskt sølutorg á væl
umtókta sosiala miðlinum. Hon
hevði nakrar ymiskar rótikassar
har, og síðani varð sølusíðani
dals.fo eisini stovnað. Hon var
sera virkin og vælumtókt í nøkur
ár, áðrenn fólk í høvuðsheitum
aftur fóru at nýta rótikassarnar
á Facebook.
Spurd um, hví hon valdi at
brúka so nógva tíð og orku til
at fáa til vega og síðani selja
endurnýtslu klæðir og lutir fyri
ein bíligan penga, veit Margreth
Dalsenni snøgt sagt ikki ordiliga,
hvat svarið er.
– Eg veit veruliga ikki, sig
ur hon, og hugsar seg væl um
eina løtu. Síðani er kvirt í kaffi
krókinum í Dals Vøruhúsi eina
løtu, har vit báðar sita og práta,
áðrenn hon leggur aftrat.
–Tað kennist, sum fekk eg eini
boð frá Várharra um at traðka til.
Eg føli, sum okkurt koyrir á meg.
Hetta er ikki fyri inntøkuna. Tað
melur sum oftast bara runt. Eg
havi einki yvirskot. Eg áni ikki
Eg var so óhugalig
og orkaði simpulten
ikki. Eg kendi meg
troytta. So ein
dagin visti eg, at eg
vildi steðga
Tað kennist, sum
fekk eg eini boð
frá Várharra um
at traðka til. Eg
føli, sum okkurt
koyrir á meg. Eg
simpulten brenni
fyri hesum