Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mars 2020síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. MARS 2020 SOSIALURIN 28 8 hvat drívur meg. Eg simpulten brenni fyri hesum, sigur hon so. Kaffikrókurin Handilin hjá Margreth er fullur av klæðum og lutum av alskins slagi. Har er alt frá brúkslutum, knappum, leikum, bókum og øllum øðrum. Hon greiðir frá, at tá hon byrjaði fyri tíggju árum síðani var ein veruligur tørvur á einum síkum handli. Nú merkir hon, at tíðirnar eru betri, tí sølan er dalað samsvarandi. –Tað er gott, at tíðirnar eru betri, og at tað gongur gott hjá fólki, sigur hon. Men soleiðis hevur ikki altíð verið, sigur Mar­ greth Dalsenni og minnist afturá fleiri støður, har fólk hava havt veruligan tørv á bíligum klæð­ um og lutum. – Ein ung kvinna kom eina­ ferð í handilin við soni sínum. Sonurin fekk ein góðan jakka, og tey fóru so glað avstað - drong­ urin í jakkanum. Lítla løtu seinni komu tey aftur, tí sonurin hevði stungið hondina í lumman, og fann ein 100 krónuseðil har. Tey vildu geva mær hann. Eg takkaði fyri og segði, at tey høvdu keypt jakkan við pengunum í, so tey skuldu eiga seðilin. Glað vóru tey, tí tey skuldu til Danmarkar dagin eftir, so nú hevði sonurin eitt sindur av lummapengum, for­telur hon. – Eisini havi eg fingið fleiri boð frá kvinnum, sum hava skrivað til mín og greitt frá, hvussu torført tær hava tað. Tær hava takkað mær fyri, at eg havi stovnað Rótikassan, tí tær soleiðis kundu fáa pengar til at halda jól fyri. Tey seldu simpulthen av tí lítla, sum tær áttu fyri at kunna halda eini nøku­lunda jól. Tað eru nógv til­ feldir av hesum, sigur hon víðari frá. Inni í rokaliga og tó heimliga handlinum er eisini nógv lív í. Til høgru við úthurðina er nevniliga ein eyðkendur kaffikrókur, og har sita dagliga nógvir gestir og tosa saman og hugna sær saman við Margreth. – Hetta hevur verið gevandi, og eg havi fingið fleiri trúfastar vinir hesi árini. Tað eru fleiri, sum koma á gátt hvønn tann ein­ asta dag og fáa ein kaffimunn í krókinum. Nógv hava eisini valt at lætta hjartað her inni hjá mær. Um vit eru einsamøll eina løtu, so velja tey at tosa út við meg. Og eg minnist aftur á nógvar rørandi løtur, sigur hon. Ársins rósa Stutt eftir, at hon var byrjað at savna saman klæðir at býta út millum vinir og kenningar, fekk hon handað heiðurin “Ársins Rósa,” sum er eitt herðaklapp til ein persón, sum hevur víst serligt hjálpsemi, samfelagssinni ella, sum á annan hátt hevur verið fólki og samfelagi at ser­ lig­um gagni. – Eg visti, at eg hevði fingið til­nevningina, men eg visti ikki, at eg fór at fáa heiðurin. Eg minnist, at eg var ómetaliga nervøs hendan dagin, heiðurin skuldi latast, tí eg eri so smæðin av lyndi. Nú, eftir at hava havt handil í so nógv ár, eri eg vorðin meir útvend, sigur hon. Framtíðin Áðrenn Margreth Dalsenni fór at fáast við endurnýtsluklæðir, arbeiddi hon sum heimahjálp, og hon sigur, at hon eisini kundi hugsað sær eitt starv innan eldra­økið aftur. –Tað mangla fólk alla staðni, so eg vóni og vænti, at eg fái onkrar vaktir, sigur hon. Vit báðar sita í kvirru eina lítla løtu í kaffikrókinum. Um­ girdar av alskins lutum og klæð­ um. – Eg áni ikki, hvat eg skal gera við øll hesi tingini, sum eg havi í handli­num, sigur hon so. – Men nakrar fáar dagar eftir, at eg hevði avgjørt, at eg fór at lukka her, tá boðaði Dug­ni frá, at tey fara at lata endur­nýtslu­ handil upp í Klaksvík. Kanska tey fáa tikið okkurt av ting­un­ um, leggur hon aftrat. – Tað er tørvur á einum endur­nýtslu handli í Klaksvík, og tí eri eg kedd av tí sjálv, at eg noyðist at gevast, sigur Mar­ greth Dalsenni. PERSÓNSØGA: Margreth Dalsenni Hetta hevur verið gevandi, og eg havi fingið fleiri trúfastar vinir hesi árini. Tað eru fleiri, sum koma á gátt hvønn tann einasta dag og fáa ein kaffimunn í krókinum