hósdagur 12. mars 2020síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. MARS 2020
SOSIALURIN 31
9
Tíðindi
Mæla ferðafólki frá
at koma til Føroyar
– Vit eru sannførd um, at tað einasta rætta
er at avmarka ferðafólkaferðsluna til
Føroyar so nógv sum til ber, sigur Guðrið
Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands
ÁKI BERTHOLDSEN
F
erðafólk eiga ikki at
koma til Føroya nú í mars
mánaði – fyribils. Soleiðis
ljóðar tilmælið frá Visit
Faroe Islands til ferðafólk kring
allan heimin.
Landsstýrið heitir í dag á felags
skapir, vinnulív og føroyingar sum
heild, at taka øll neyðug fyrivarni,
so vit framhaldandi kunnu hava
tamarhald á støðuni
Og eisini á Visit Faroe Islands
taka tey lut í kampinum ímóti
Corona og fyribils mæla tey øll
um ferðafólkum frá at koma til
Føroyar í mars mánað.
– Øll marknaðarføring verður
lagað til hetta tilmælið, og hesa
næstu tíðina avlýsir ella útsetur
Visit Faroe somuleiðis øll tiltøk, ið
savna nógv fólk.
Frammanundan hevur Smyril
Line gjørt av, at tey fara ikki at
sigla við ferðafólki hesa næstu
tíðina.
– Sostatt verður stóra átakið
“Closed for Maintenance, Open
for Voluntourism,” ið skuldi vera
16-17. apríl, útsett og stóra ferða
vinnumessan “Visit Faroe Islands
Fam-shop” fyrst í mai verður av
lýst.
– Vit eru sera hørm um hesa
støðuna, sum fer at hava stórar
avleiðingar fyri spírandi føroysku
ferðavinnuna. Vit eru tó sannførd
um, at tað einasta rætta er at av
marka ferðafólkaferðsluna til
Føroyar so nógv sum til ber, sigur
Guðrið Højgaard, stjóri á Visit
Faroe Islands.
– Vit eru eisini sannførd um,
at vit í felag fara at megna hesa
støðuna og at menningin innan
ferðavinnuna fer at halda áfram,
tá smittuvandin er av, leggur hon
afturat.
Landsstýrið má ikki gloyma tey tímaløntu
– Tað er týdningarmikið er, at landsstýrið
tryggjar, at løntakarar í privatu vinnuni
heldur ikki vera raktir fíggjarliga av hesum
umstøðunum, siga fakfeløg í fráboðan
ÁKI BERTHOLDSEN
F
akfeløg vilja nú hava sam
gonguna eisini at hugsa
um tey tímaløntu, ikki
fara at sleppa til arbeiðis
Tey, sum verða send heim í sam
bandi við Corona sjúkuna, skulu
ikki missa løn. Tað vísir løgmaður
á, nú tiltøkini ímóti corona eru
munandi herd.– Arbeiðarafeløgini
heita á landsstýrið um at tryggja,
at øll í privatu vinnuni eisini fáa
løn, um tey verða rakt av íkomnu
støðuni, siga fimm fakfeløg nú í
eini yvirlýsing.
– Undirritaðu feløg vilja tískil
kunna limirnar um, at landsstýrið
hevur tryggjað, at tey, sum arbeiða
hjá landi og kommunum, fáa løn,
siga tey fimm fakfeløgini.
Hetta er galdandi fyri allar
løntakarar og tískil fáa dagrøkt
arar, vaskifólk, húsavørðar og
onnur arbeiðsfólk hjá landi og
kommunum løn, hóast tey eru
send heim.
Men nú heita tey á landsstýrið
um at bera so í bandi, at aðrir løn
takarar, sum ikki sleppa til ar
beiðis í privatu vinnuni, eisini eru
tryggjaðir vanligu lønina.
– Væntast kann, at fólk ikki
sleppa til arbeiðis, tí ansingar
stovnar eru stongdir, arbeiðs
plássið verður stongt, fólk eru í
sóttarhaldi ella aðrar umstøður
eru vegna íkomnu støðuna.
– Tað er týdningarmikið er, at
landsstýrið tryggjar, at løntakarar
í privatu vinnuni heldur ikki vera
raktir fíggjarliga av hesum um
støðunum, ið tey sjálvi onga ávirk
an hava á, men sum partvís er ein
avleiðing av teimum tilmælum,
sum landið hevur skipað fyri.
– Feløgini skilja álvarsomu støð
una, og at átøk mugu gerast fyri
at steðga smittuni, men vilja sam
stundis tryggja, at fólk ikki koma
í fíggjarligt óføri, siga tey fimm
fakfeløgini. Og yvirlýsingin er
undirskrivað av: Georg F. Hansen,
formanni í Føroya Arbeiðarafelag,
Hans Joensen, formanni í Havn
ar Arbeiðarafelag, Vigdis Jo
hannesen, forkvinnu í Havnar
Arbeiðskvinnufelag, Jastrid W.
Niclasen, forkvinnu í Klaksvíkar
Arbeiðskvinnufelag og Absalon
Hansen, formanni í Klaksvíkar
Arbeiðsmannafelag
Fólk sleppa ikki at
hamstra heilivág
Apotekið sigur, at eingi
tekin eru um, at heilivágur
fer at mangla
ÁKI BERTHOLDSEN
H
igartil eru ikki tekin
um veitanartrup
ulleikar av heilivági
til
føroyingar.
Tað sigur Hjalti Gunnarstein,
landsapotekari.
Men fyri at kunna tryggja
sær, at heilivágur ikki fer at
mangla í, fer eisini Apotekið at
seta tiltøk í verk.
Hetta merkir, at fólk sleppa
ikki at hamstra heilivág, tí tey
fáa ikki meiri enn ta nøgd av
heilivági, ið svarar til eina van
liga nýtslu hjá tí einstaka.
– Somuleiðis kunnu við
skiftafólk bert keypa ein pakka
í senn, av sama slagi av heili
vági, sum er í hondkeypi.
– Vit mæla fólki til at vísa
samfelagsanda og ábyrgd og tí
mæla vit frá, at fólk keypa heili
vág niður fyri, sigur apotekarin.
Hann heitir eisini á við
skiftafólk á Apotekinum um
at halda seg passaliga langt frá
øðrum fólkum, men reglurnar
eru, at hava fólk sjúktekin, eiga
tey ikki at koma á aoptekið.
Og samstundis heita tey
á viðskiftafólk um at nýta
gjaldskort fyri at sleppa undan
at handfara pengar, sum hava
verið ígjøgnum fleiri hendur.
– Vit mæla fólki til at vísa samfelagsanda og ábyrgd,
og tí mæla vit frá, at fólk keypa heilivág niður fyri,
sigur Hjalti Gunnarstein, landsapotekari
– Feløgini skilja álvarsomu støðuna, og at átøk mugu gerast
fyri at steðga smittuni, men vilja samstundis tryggja, at fólk
ikki koma í fíggjarligt óføri, siga fakfeløg í fráboðan
– Vit eru sannførd um, at vit í felag fara at megna hesa støðuna, og at
menningin innan ferðavinnuna fer at halda áfram, tá smittuvandin
er av, sigur Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands