hósdagur 12. mars 2020síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. MARS 2020
SOSIALURIN 28
10
TEMA: Corona virus
Corona virus
Landsins myndugleikar hava
gjørt av at seta herd tiltøk í verk
fyri at forða fyri smittuspjaðing
av coronavirus komandi vik
urnar.
Allir skúlar og ansingar
stovnar lata aftur. Hetta eer ein
liður í nýggjari strategi, sum
hevur til endamáls at avmarka
smittuna.
Allar almennar ferðir eru
avlýstar og fólk í almennari
tænastu, sum skuldu uttanlands
á skeið hava fingið boð um at
melda avboð.
Løgmaður hevði tíðinafund
hósmorgunin, har hann greiddi
frá teimum tiltøkum, sum eru
sett í verk.
-Støðan verður alla tíðina
eftirmett og tað verður hugt
eftir um nakað meir skal gerast
og vit kunna eisini alla tíðina um
tað, sigur Bárður á Steig Nielsen,
løgmaður.
-Vit skulu minnast til, at í
løtuni hava vit tamarhald á
smittuni. Tað er ikki soleiðis,
at føroyingarí Føroyum smitta
hvønn annan enn. Tí hava vit
tikið nøkur stig og seta nøkur
tiltøk í verk, sum forða fyri at
smittan spjaðir seg ov nógv her
í landinum.
-Men sum fakliigheitin sigur,
tað verða fleiri smittaði. Tað
sum umræður hjá okkum er at
draga smittuspjaðingina út, so
leingi, so hon ikki leggur so stórt
trýst á heilsuverkið, at tað ikki
megnar at taka sær av øðrum
sjúkligum, sigur løgmaðiur.
-Vit mugu taka hetta fyri
fult fyri at verja okkum sjálvi,
okkara nærmastu og samfelagið.
Vit mugu gera tað, so vit hava
eitt vælfungerandi heilsuverk
í hesum tíðum, sum vit hava í
løtuni, sigur Bárður á Steig Niel
sen.
Ferðing
Millum tilmælini frá landsins
myndugleikum er eisini, at
vit skulu gevast at ferðast
uttanlands – uttan so at tað er
neyðugt.
-Hetta eru stig, sum koma
at ávirka gerandisdagin hjá
nógvum.Til dømis verður heitt á
tey, sum hava planlagt feriu, um
helst ikki at fara avstað. Vit vita,
at smittan spjaðir seg – ikki bert
í Føroyum, men eisini í øðrum
londum.
Løgmaður vísir á, at smittan
veksur skjótt og tí mugu vit gera
alt fyri ikki at at draga smittuna
við heim til Føroyar. Løgmaður
sigur, at tað er neyðugt at taka
atlit til tað sum hendir, tí okkara
heilsuverk skal helst ikki bukka
undir um smittan fer at vaksa
uppaftur skjótari.
Atlantsflog
Á tíðindafundi í Tinganes var
spurnartekin sett við, hví onki
verður gjørt fyri at minka um
loftvegis sambandið millum Før
oyar og Danmark.
Eisini á sosialu miðlunum var
nógv funnist at myndugleik
unum, tí teir ikki settu tiltøk,
sum minkaðu um loftvegis
sambandið millum Føroyar og
Danmark.
-Hasin spurningurin er við
gjørdur av fakligheitini og tað
er soleiðis, at fakligheitin ikki
metti, at tað er neyðugt at gera
nakað við flúgvingina í hesum
umfarinum, sigur løgmaður.
-Hesin spurningurin verður
viðgjørdur víðari og vit fylgja
væl við. Vit hava sett ein serligan
bólk, sum fer nærri inn í spurn
ingin og so hvørt nýggjar upp
lýsingar koma fram , verða tær
endurmettar, sigur Bárður á
Steig Nielsen.
Hann sigur eisini, at tá ið
spurningurin var viðgjørdur var
Tiltøkini fyri at avmarka
vandan av corona-virus
eru nú so umfaatandi, at
Føroyar mestsum verða lagdar
lamnar komandi vikurnar
CORONA-SMITTAN
CORONA-SMITTAN
LEGGUR ALLAR
LEGGUR ALLAR
FØROYAR Í DVALA
FØROYAR Í DVALA
KOMANDI VIKURNAR
KOMANDI VIKURNAR