hósdagur 12. mars 2020síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. MARS 2020
SOSIALURIN 28
11
eisini nevnt, at tað eru nakrar
kanalir í samfelagnum, sum
hava stóran týdning og um hvat
skal viga so nógv, at tær verða
stongdar.
-Men
higatril
hevur
fakligheitin ikki mett, at tað er
rætt at avmarka flogferðsluna,
men málið verður leypandi
endurmett, sigur løgmaður
Tey gomlu
Tað vísir seg, at hetta beinkrímið
eins og annað beinkrím, ofta
rakar eldri og veik fólk harðast
og tí eru tiltøk eisini sett í verk
fyri at verja hesi fólkini.
Mælt verður frá at vitja fólk,
sum annaðhvørt eru innløgd á
sjúkrahúsinum ella sum búgva
á ellis- ella røktarheimi.
-Hesi tiltøkini eru sett í verk
fyri at verja tey eldru og veiku,
men tað ræður eisini um ikki
at smitta tey starvsfólk, sum
dagliga røkta hesi fólk, bæði á
sjúkrahúsinum, á ellisheimum
og á almennum stovnum. Tað
er umráðandi at hesi ikki savn
ast ov nógv og tað er eisini av
gerandi, at tey ikki fáa vitjan
uttan so at tað er alneyðugt,
sigur løgmaður.
Náttlív og íróttur
Tað liggur fast, at ongi ítróttar
tiltøk verða komandi dagarnar
og mælt verður eisini til, at
skeinkistøð og matstøð steingja
klokkan 22 seinast.
Hetta er eisini ein liður í at
forða fyri smittuspjaðing.
-Tað sum er her – kanska ser
liga tá ið tað snýr seg um ítrótt,
at her er tættleiki millum fólk,
tá ið tey berjst um bóltar og
annað. Hetta verður mett, sum
ein smittukelda. Tí er mælt til
at steðga slíkum tilkøkum, har
sum man metir at smittuvandin
er størstur, sigur løgmaður.
Tað er soleiðis at mett verður,,
at smittuvandin er størri, jú fleiri
fólk eru savnað.
ÍSF hevur heitt á sersambond
og feløg um ikki at spæla dystir
ella venjar komandi 14 dagarnar
og kirkjan hevur avlýst øll tiltøk
í mars
-Vit skulu rokna við, at før
oyska samfelagið fer niður í ferð
komandi tvær vikurnar. Helst
skulu nóg av tilmælunum verða
avgreiddi soleiðis, at tey kunnu
setast í verk mánadagin.
Løgmaður sigur, at tey ikki
higartil hava gjørt nakrar
metingar av hvat hetta tilsamans
fer at kosta samfelagnum.
-Nei tað hava vit ikki, men tað
er tí, at hetta er ein ómetaliga
torfør meting at gera enn. Men
vit fáa eitt samfelag við minni
ferð.
-Vi fara at vera meiri heima
og kanska síggja meir til okkara
nærmastu. Tað er tann góði part
urin, sum vit eiga at taka við í
hesi truplu støðu, sigur løg
maður.
Mælt verður staðiliga til, at fólk ikki
ferðast í onnur lond, uttan at tað er
hægst neyðugt
Mælt verður kommunum til at taka stig
mótvegis ferðafólkaskipum, sum eru á
veg til Føroya
Fólk, ið koma til Føroya úr útlandinum,
mugu vísa størsta varsemi og halda seg
heima
Tað verða greiðar avmarkingar í mun til
at vitja sjúkrahús og røktarheim. Nærri
boð koma frá heilsumyndugleikunum og
kommununum
Skúlaverkið – tað er hægri lestur,
miðnám og fólkaskúlar – letur aftur.
Næmingar skulu í tann mun tað ber til
fylgja undirvísingini heima.
Frítíðarskúlar, forskúlar og onnur
dagtilboð lata eisini aftur. Eitt
ansingartilboð verður veitt teimum,
sum av ymsum orsøkum ikki kunnu
passa síni børn.
Á almenna arbeiðsmarknaðinum skulu
øll tey, ið ikki røkja tær mest viðbreknu
samfelagsuppgávurnar, arbeiða
heimanífrá. Starvsfólk fáa nærri boð frá
leiðslunum.
Á privata arbeiðsmarknaðinum eru stig
longu tikin fyri at verja seg ímóti smittu
Heitt verður staðiliga á, at øll tiltøk, sum
savnað fleiri enn 100 fólk innandura,
annaðhvørt verða útsett ella avlýst
Mælt verður til, at øll skeinkistøð,
dansistøð og matstovur lata aftur
klokkan 22 komandi tvær vikur
Hesi eru tiltøkini,
myndugleikarnir
seta í verk og
mæla til: