Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mars 2020síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. MARS 2020 SOSIALURIN 28 12 VILMUND JACOBSEN - Eg veit ikki, hvat feilar fólki! Soleiðis tekur Gunnar Mohr, stjóri í P/F Poul Michelsen Heil­ sølu, til, meðan vit sita inni á skriv­stovuni hjá honum og bíða eftir, at hann er leysur til prát. Stjórin hevur júst samskift við kunda, sum keypir sínar vørur hjá heilsøluni, og prátið teirra millum snýr seg um, at fólk - eisini føroyskir brúkarar - eru farin at keypa ávísar vørur inn undir. Eftir tíðindafund í Danmark miku­dagin, har status varð gjørt um corona-smittu og danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, boðaði frá víð­ gongd­um tiltøkum í eini roynd at av­marka smittuvandan, vórðu fleiri matvøruhandlar í Dan­mark stormaðir av fólki, sum keyptu vørur inn undir seg. Tað, sum hendi í Danmark mikudagin, har fólk fóru út í mat­vøruhandlar at keypa, gjørdi seg partvís eisini galdandi í Før­ oyum seinni sama dag. Nógv fólk var at síggja í fleiri handlum ymsastaðni um landið, og tað vóru eisini ymiskar mat-og brúksvørur annars, sum gingu undan. - Sum heilsøla merktu vit hetta ikki fyrr enn hósmorgunin, og vit hava skilt á okkara við­ skifta­fyritøkum, at tað serliga vóru ávísar vørur, sum fólk fóru eftir, eitt nú breyð, mjøl, ger og wc-pappír, sigur Gunnar Mohr. Púrasta óskiljandi Men, hvat heldur so stjórin í P/F Poul Michelsen Heilsølu um hetta? - Hetta er eftir mínum tykki púrasta óskiljandi og full­komi­ liga óneyðugt. Tað einasta, sum hetta ger, er, at handlar kunnu koma at standa og mangla ávísar vørur, tí nøkur fólk leggja hesar vørur inn undir seg. Hann vísir á, at høvdu øll í staðin gjørt, soleiðis sum tey plaga at gera, tá tey keypa inn, var eingin trupulleiki. - Kreppan, sum hevur tikið seg upp við corona-virus, er als eingin matvørukreppa, og tí vil eg staðiliga heita á fólk um at taka tað róligt og vísa hógv. Gunnar Mohr vissar um, at vøru­goymslurnar hjá teimum eru á tremur við matvørum og øðrum nýtsluvørum, og hjá teimum gongur alt, sum tað eigur. Hann vísir á, at ein heilsøla sum P/F Poul Michelsen Heilsøla ligg­ur inni við fleiri hundrað tons­um av matvørum, og tað er einki, sum bendir á, at teirra veitarar ikki fara at megna at veita tær vørur, sum heilsølan skal hava. - Okkara vørugoymsla liggur millum 5000 og 6000 fermetrar, og vit hava altíð vørur á goymslu til fleiri mánaðir. Haraftrat fáa vit eisini okkara regluligu veit­ ingar heim úr útlandinum, so­ leið­is sum vit plaga. Gunnar Mohr vísir á, at í mun til árliga umsetningin, er vøru­ goymslan rættiliga stór, og hetta hevur bæði nakað við flutningin at gera, umframt at tað hevur týdn­ing at keypa inn í stórum nøgd­um fyri at kunna veita við­ skifta­feløgum ein so lágan ein­ taks­prís sum gjørligt. - So, her er als eingin vandi á ferð, leggur hann dent á. Eingin svangur Gunnar Mohr vísir á, at Føroyar í allar mátar eru ríkar fyri mat­ vørur og aðrar nýtsluvørur. - Eg vil siga tað soleiðis, at Før­ oyar eru ein sera stórur matkovi í mun til tað fólk, sum her býr, og her er rættiliga nógvur mat­ ur á goymslu. Eitt er tað, sum heil­sølurnar liggja inni við á TEMA: Corona virus Corona virus - Eg vil mæla fólk til at taka tað róligt og slappa av heldur enn at renna í handlarnar og leggja vørur inn undir seg, tí tað gevur slett onga meining, soleiðis sum støðan er, sigur stjórin í P/F Poul Michelsen Heilsølu, Gunnar Mohr FØROYAR ERU FØROYAR ERU EIN EIN - At fólk leggja vørur inn undir seg, er eftir mínum tykki púrasta óskiljandi og fullkomiliga óneyðugt. Vit hava fleiri hundrað tons av matvørum, og ongar ábendingar eru um, at vit ikki fara at fáa okkara vørur heim sum vanligt, sigur Gunnar Mohr, stjóri í P/F Poul Michelsen Heilsølu Hetta er eingin matvørukreppa, og tískil eiga vit øll at keypa inn, sum vit plaga