Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mars 2020síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. MARS 2020 SOSIALURIN 28 13 sínum goymslum og tann vøra, sum regluliga kemur til landið. Haraftrat eru stórar goymslur kring landið, sum eisini eru fullar at góðum matvørum, um ein verulig matvørukreppa skuldi tikið seg um, sum henda krepp­an, vit nú síggja, slett ikki er. Stjórin vísir á, at P/F Poul Michel­sen Heilsøla altíð er tryggj­að langt fram í tíðina, tá ræð­ur um tær veitingar, sum fyritøkan hevur kring um landið. - Eg vil tískil mæla fólk til at taka tað róligt og slappa ordiliga av, meðan tey hava frí - heldur enn at renna í handlarnar at leggja vørur inn undir seg, tí tað gevur slett onga meining, so­leiðis sum støðan er. Gunnar Mohr vísir á, at fyri­ tøkan hjá teimum fær fleiri trailar­ar av frystivørum heim um vikuna, og í hvørjum trailara eru eini 20-26 tons av vørum. - Hetta eru matvørur, sum hava eitt haldbari, sum er millum ein mánaða og 18 mán­að­ ir. Tað, sum kanska kundi hent, um okkurt broytist, er, at onk­ur møguliga noyðist at velja eina frysta kotolett heldur enn eina feska - ella eitt annað slag av frikadellum enn tað, tey van­liga plaga at keypa. Men, tað kann ikki gerast hin stóri trupul­leikin, heldur stjórin í P/F Poul Michel­ sen Heilsølu fyri. Taka seljarar heim Gunnar Mohr sigur, at heilsølan hevur seks sølufólk, sum hvørja viku koyra kring landið at selja, men hesir seljarar fara í staðin at sita við telefonina í nakrar dag­ ar og fara tískil ikki fysiskt út til viðskiftafólkini. - Hetta er bæði fyri at verja við­skiftafólk og starvsfólk, og vit vilja gjarna gera okkara til at minka um smittuvandan. Stjórin vísir á, at heilsølan kort­ini koyrir vørur út sum vant, og tað fara tey eisini at gera ta kom­andi tíðina. - Tá vit koyra út um landið, eru vit ofta so tíðliga, at handl­ ar­nir eru stongdir, og ofta koyr­ir bilførarin vøruna bara beint inn á vørugoymsluna hjá viðskiftafeløgum. Soleiðis er ofta lítið samband millum tann, sum koyrir og kundan. Í mið­staðar­økinum verður vøran gjarna koyrd út, sum dagurin gong­ur, sigur Gunnar Mohr. At enda heitir stjórin í P/F Poul Michelsen Heilsølu enn eina­ferð á fólk um ikki at leypa fram av, men heldur at fara til handils sum vanligt, tí tað er eing­in orsøk til annað. - Hetta er avgjørt eingin mat­ vøru­kreppa, og tískil eiga vit øll at keypa inn, soleiðis sum vit plaga, leggur hann aftrat. STÓRUR MATKOVI STÓRUR MATKOVI Føroyar eru ein sera stórur mat­ kovi í mun til tað fólk, sum her býr