Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mars 2020síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. MARS 2020 SOSIALURIN 28 14 VILMUND JACOBSEN T að var á tíðindafundi í gjár, at landsins myndug­leikar komu við nýggjum tilmælum um, hvussu Føroyar eiga at fyri­ halda seg, nú corona-smittan ger um seg kring meginpartin av heimi­num. Á tíðindafundinum varð staði­liga heitt á øll, sum skipa fyri tiltøkum og sum standa aftan fyri átøk av øllum handa slagi, um ikki at savna meira enn 100 fólk innandura í senn. Í áheitanini varð mælt til antin at avlýsa ella útseta øll slík tiltøk. Ongar gudstænastur Føroyska fólkakirkjan telist nú eisini millum tey, sum hava tikið hesa áheitan hjá myndug­ leikunum til eftirtektar. Í fráboðan í gjár - sama dag, sum tíðindafundurin varð hild­in, og nýggju tilmælini vórðu fráboðað - siga Uni Næs, dómpróstur og Jógvan Fríðriks­ son, biskupur, at allar guds­tæn­ ast­ur í føroysku kirkjunum verða avlýstar í mars, og teir leggja aftrat, at tað verður ikki fyrr enn fyrst í viku 14, at henda av­gerð verður endurskoðað. Dómpróstur og biskupur ásanna, at corona-smittan nú ger um seg um allan heim. - Kirkjuligu myndugleikarnir hava fylgt gongdini frá degi til annan. Vit hava lurtað eftir til­ mæl­unum frá landsins myndug­ leik­um, og vit takka fyri gott arbeiði. Uni Næs og Jógvan Fríðriks­ son siga, at teir hava sent skriv til sóknarprestarnar og kirkju­ ráð­ini um mannagongdir, ið kun­nu verja yngri sum eldri móti corona-smittuni. - Trygdin hjá fólkinum eigur og skal vera í lagi - alt tað, sum ligg­ur í okkara hondum. Teir vísa á, at seinnapartin miku­dagin fingu prestarnir og kirkjuráðini enn eitt skriv frá teimum við fleiri tilmælum. Men, longu dagin eftir var støðan broytt, og bæði dómpróstur og biskupur ásanna, at partar av til­mælunum longu eru ov veik. - Tískil eru vit komnir til ta av­gerð, at allar gudstænastur í føroysku kirkjunum verða avlýstar í mars, siga Uni Næs og Jógvan Fríðriksson. Við Sosialin sigur biskupur, at avgerð eisini er tikin um, at føroysku kirkjurnar nú skulu standa stongdar fyri øllum ferða­fólkum, sum annars plagdu at hyggja inn á gólvið. - Hetta er galdandi bæði fyri føroyingar og útlendingar, legg­ ur Jógvan Fríðriksson aftrat. Biskupur vísir á, at nú ongar gudstænastur verða í før­ oysku kirkjunum í mars, verður kirkjan heldur ikki karm­ur um onnur tiltøk sum eitt nú skrúvugudstænastur, barna­ guds­tænastur, konsertir ella sa­m­veru annars. - Vit eru ikki komin á mál við við­gerðini um, hvussu farast skal fram við jarðarferðir, barna­ dóp ella vígslur, men vit fara at leggja okkum eftir, at eitt nú jarðarferðir kunnu fara fram á virðiligan hátt. Tá børn skulu doypast, er hugsandi, at hetta verður saman við foreldrum og fadrum, sigur Jógvan Fríðriks­ son. Ivi um konfirmatiónir Spurdur, hvussu verður við kon­ firma­tiónunum, sum nú stunda til, sigur biskupur, at hetta eisini er mál, sum tey ikki eru endaliga liðug at viðgera enn. - Men, tað er avgjørt ikki óhugs­andi, at her kunnu koma broyt­ingar. Tað er soleiðis, at tað eru kirkjuráðini, sum áseta konfirmatiónsdagin, og tað verður Uni Næs, dóm­próst­ KIRKJURNAR LATA AFTUR FYRI ALMENN­ INGINUM TEMA: Corona virus Corona virus - Tað eru kirkjuráðini, sum áseta konfirmatiónsdagarnar, og tað verður Uni Næs, dómpróstur, sum kemur at samskifta við prestarnar um konfirmatiónirnar, men her kann roknast við bæði broytingum og møguliga avlýsingum í mun til tað, sum áður varð ætlað, sigur biskupur, Jógvan Fríðriksson ÁKI BERTHOLDSEN L øgtingið er farið heim og skal ikki møta næstu vikurnar, utt­ an so at okkurt bráð­ neyðugt verður á skránni. Tað boðaði løg­tings­for­mað­ urin frá um middagsleitið. Løgtingsfólk og politikarar hava havt fund við yvirlækna í morgun, og síðani hevur for­mansskapurin gjørt av at avlýsa allar tingfundir hesar næstu vikurnar. Sostatt eru allar viðgerðir út­settar, men annars eru løg­ tings­limir tøkir, verður tað neyðugt at kalla Løgtingið sam­an at viðgera bráðneyðug mál. Í tíðindasending í Kring­ varpi­num heitti Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, á løg­tingslimir um at brúka vit og skil og ikki at seta seg í óneyðug­an vanda fyri at verða smittaðir. Hann sigur, at hetta stigið verður tikið fyri at tryggjað at Løgtingið eisini verður arbeiðsført í framtíðini ÁKI BERTHOLDSEN – Einki ferðamannaskip kem­ ur á havnir í Tórshavnar kom­ munu komandi tíðina Tað sigur Annika Olsen, borgar­stjóri í Havn. Næsta ferðamannaskipið skuldi koma á Havnina fríggja­ dagin í næstu viku. Tað er Astoria, sum kemur úr Reykja­ vík og fer víðari úr Før­oy­um til Hetlands. Ætlanin er, at skipið skal liggja á Havnini í 10 tímar. Men sam­bært borgarstjóranum í Havn verður hetta nú av ong­ um. Næsta vitjan av ferða­ mannaskipið er 18. mai, tá ferða­mannaskipið Magellan kemur til Havnar úr Lerwic í Het­landi. Løgmaður segði á tíðinda­ fundi í morgun, at landsstýrið heitir á kommunur um ikki at taka ímóti ferðamannaskipum. Løgtingið heldur corona-frí Einki cruise- skip til Havnar Løgtingið er sent heim, nú vandin fyri corona- smittuni er øktur Fyribils sleppa ferðamannaskip at bryggju í Havn Ferðamannaskip, sum skuldi koma til Havnar í næstu viku, kemur ikki kortini