hósdagur 12. mars 2020síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. MARS 2020
SOSIALURIN 28
15
ur, sum kemur at samskifta
við prestarnar um konfirma
tiónirnar.
Jógvan Fríðriksson vísir á, at
nú vár-konfirmatiónirnar eru
so nær, eru ivaleyst bæði høli
og matur løgd til rættis.
- Vit samskifta sjálvsagt við
kirkjuráðini um, hvussu best
er at gera, men her kann rokn
ast við bæði broytingum og
møguliga avlýsingum í mun til
tað, sum áður varð ætlað, sigur
biskupur.
Allar gudstænastur í føroysku kirkjunum verða avlýstar í mars, siga Uni Næs og Jógvan Fríðriksson
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
Í
gjár boðaði løgmaður frá,
at so at siga einki verður
gjørt fyri at fyribyrgja,
at fólk, sum eru smittað
við coronavirus, kunnu sleppa
til Føroya loftvegis. Síðan tá
hava nógvir føroyingar verið á
gosi um avgerðina, og kjakið á
sosialu miðlunum hevur verið
heitt.
Í hesum sambandi er nú
tikið stig til eina talgilda undir
skriftainnsavning.
– Steðga innflutningi av
Coronavirus (COVID19) við at
seta ferðafólkaforboð flog- og
sjóvegis, stendur skrivað í lýs
ingini av undirskriftainnsavn
ingini.
Her ber til hjá øllum at gera
vart við seg við at skriva undir.
Og tað gongur sera skjótt.
Seinnapartin í gjár høvdu fleiri
enn 1000 fólk skrivað undir.
Stigtakari er Harry Jacobsen
av Toftum, og hann føldi, at tað
var neyðugt við einari undir
skriftainnsavning.
– Grundin til at eg tók stig til
hetta er sára simpul, haldi eg,
sigur hann og greiðir frá:
– Smittukeldan er ikki í Før
oyum í løtuni. Tá vit hava tað
so gott, sum nú er, hví skulu vit
so lata fólk koma uttan trupul
leika úr einum landi, sum er
hart rakt í løtuni? Danir hava
lagt dent á at taka fyrilit fyri
hvørjum ørðum og ansa uppá
hvønn annan, men støðan bara
versnar. So hví skulu føroy
ingar traðka í júst somu fóta
spor? At fáa fólk at koma inn til
Føroya úr einum há-risikoøki,
dugi eg bara at síggja vansar í,
sigur Harry Jacobsen.
Og hann fegnast um góðu
móttøkuna. Sum sagt hava
fleiri enn 1000 fólk skrivað
undir.
– Tað sigur mær so mikið
sum, at eg ikki eri heilt einsa
mallur um hesa tankagongd
ina. At fleiri hava somu meining
um hetta vísir, at tað ikki er
fornuftigt at lata fólk streyma
inn uttan størri fyrivarni, sigur
Harry Jacobsen.
Ætlanin er at handa undir
skriftirnar til Landsstýrið.
Fleiri hundrað
føroyingar vilja
hava flogbann
– Smittukeldan er ikki í
Føroyum í løtuni. Tá vit hava
tað so gott, sum nú er, hví skulu
vit so lata fólk koma uttan
trupulleika úr einum landi,
sum er hart rakt í løtuni, spyr
Harry Jacobsen, stigtakari til
undirskriftainnsavning, sum
skal latast Landsstýrinum
Hundraðtals føroyingar ynskja flogbann í Vágum