hósdagur 12. mars 2020síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. MARS 2020
SOSIALURIN 28
16
Prei!
Prei!
SO SIGA TEY!
KLASSIKARI Á
FØROYSKUM
Ræðandi skaldsøga
hjá George Orwell
er nú útgivin í
føroyskari týðing.
Bókin »1984« viðger eitt
framtíðarsamfelag, har
fólkið verður kúgað, og
einaræðisstjórnin hevur
eftirlit við hvørjum
einstøkum borgara.
Tiltikna orðingin »Big
brother is watching you«
er tikið úr hesari bók.
Nú góð sjeyti ár síðan
útgávuna er skaldsøgan
framvegis viðkomandi
fyri okkara tankar,
hugburð og livihátt, og
bókin verður støðugt
mett sum eitt ískoyti
til kjakið um eftirlit í
gerandisdegnum og um,
hvussu myndugleikar
kunnu kúga fólk. Knút
Olsen hevur týtt bókina
til føroyskt, og forlagið
Sprotin hevur útgivið.
BLETCHLEY-
KVINNURNAR
LEITA EFTIR
DRÁPSMANNI
Fýra kvinnur, sum undir
krígnum starvaðust sum
kotuloysarar í Bletchley
Park, finna nøkur ár
eftir kríggið saman fyri
at loysa eina røð av
drápum, sum tey halda
hava felags eyðkenni.
Løgreglan dugir ikki at
síggja sama samanhang
ella at loysa málini, og tí
fara tær fýra kvinnurnar
undir at kanna málið
nærri. Nú corona
smittuvandin økist, og
fólk verða biðin um at
halda seg meira heima,
kann sjónvarpsrøðin
»The Bletchley Circle«
viðmælast. Hon sæst á
Netflix.
LØGMAÐUR BÁRÐUR Á STEIG NIELSEN UM CORONA SJÚKUNA (KVF)
RANNVÁ B. ANDREASEN SKORAÐI Í SÍNUM SEINASTA LANDSDYSTI
BJARNI Á STEIG, YVIRLÆKNI, UM AT DREKKA VEITSLUSNAPS ÚR
SAMA SNAPSAGLASI (IN.FO)
Vit hava
tamarhald á
støðuni
Eg fari uttan
iva at sakna
landsliðið, men
hetta kennist rætt
Sum tíðirnar eru
vorðnar, vil eg
mæla til, at vit
gevast at drekka úr
sama glasi
H
ann hevði framburð
sum fáur, var sann
førandi og trúverdig
ur í øllum sínum leik
lutum og var roknaður millum
mætu sjónleikararnar innan
filmsvinnuni.
Tey, sum ikki kenna navnið
Max von Sydow, munnu kenna
andlitið. Svenskarin hevur havt
fleiri týðandi leiklutir í kendum
filmum, og hann var eisini virkin
við sjónleiki á ellisárum.
Í vikuni doyði Max von Sydow
90 ára gamal.
– Max von Sydow er einasti
filmsleikari, sum hevur fingið
meg at gráta, og í dag má eg
viðurkenna, at eg eri keddur av
at hoyra, at Max von Sydow er
deyður. Ein aristokratur innan
film er farin, skrivar Peter Brad
shaw, ummælari hjá enska blað
num The Guardian.
Drúgv yrkisleið
Carl Adolf »Max« von Sydow var
føddur í Lund í Svøríki tann 10.
apríl í 1929. Sum ungur fór hann
at spæla sjónleik, og hann hevði
yrkisleið sum sjónleikari í um
leið sjeyti ár.
Max von Sydow kom veruliga
fram gjøgnum samstarvið við
svenska leikstjóran Ingmar
Bergman í fimmti og seksti
árunum. Hann hevði leiklutir í 11
Bergman-filmum – eitt nú »The
Seventh Seal«, »Winter Light« og
»Shame«.
Max von Sydow spældi í 1965
við í fyrsta amerikanska filmi
num – hann hevði leiklutin
sum Jesus í »The Greatest Story
Ever Told«. Stóra altjóða gjøgn
umbrotið kom í filminum »The
Exorcist« í 1973, har Max von
Sydow hevði høvuðsleiklutin.
Filmurin var bannaður í nógvum
londum – eitt nú í Føroyum í
drúgt áramál.
Í 1987 hevði Max von Sydow
stóran leiklut í danska filminum
»Pelle Erobreren«, sum Bille
August leikstjórnaði, og sum
vann Oscar heiðursløn sum
besti útlendski filmur.
Eisini seinnu árini – í høgum
aldri – var Max von Sydow væl
umtóktur sum sjónleikari og
hevði leiklutir í filmum sum
»Star Wars: The Force Awakens«,
»Robin Hood«, »Shutter Island«
og »Kursk«.
Max von Sydow doyði í heimi
sínum í Fraklandi.
MAX VON SYDOW KUNDI
SPÆLA ALLAR LEIKLUTIR
Heimskendi svenski sjónleikarin Max von Sydow kundi spæla
allar leiklutir sannførandi. Í vikuni doyði hann 90 ára gamal
Max von Sydow hevði drúgva yrkisleið sum filmssjónleikari