hósdagur 12. mars 2020síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. MARS 2020
SOSIALURIN 28
17
E
in stuttlig pappbók til
tey smæstu, ein nem
andi myndabók eftir
Sami Said, sum vitjaði
á Bókadøgum í fjør, eitt inniligt
ævintýr og ein grafisk skaldsøga
um at vera ung undir seinna
heimsbardaga.
Bókadeild Lærarafelags hev
ur útgivið fýra nýggjar bøkur til
børn og ung.
»Hvalurin fer í bað« er ein stór
og fitt pappbók um hvalin, sum
fer í bað. Men so vilja øll hini
djórini eisini sleppa í bað, og at
enda verður tað alt ov trongt í
baðikarinum. Susanne Strasser
skrivaði og myndprýddi. Bókin
er 22 síður, og til tey umleið 0-2
ára gomlu.
»Eta gras« er fitt, stuttlig og
nemandi søga um smágentuna
Imani, sum býr í einum landi,
har tað viðhvørt regnar alt ov
illa, og viðhvørt er turkur. Sami
Said skrivaði, og Sven Nordqvist
myndprýddi.
»Jørundur og drekin« er eitt
inniligt ævintýr eftir Ulf Stark
og við myndum eftir Annu Høg
lund. Áðrenn pápi Jørund doyr,
gevur hann honum eini ráð:
lurta eftir hjartanum og ger tað,
ið tað ræður tær til. Við hesum
ráðnum fer Jørundur út
í verðina at leita eftir
sínari dreymaprinsessu.
»Hvíti fuglur« er
grafisk skaldsøga um
lívið hjá ommu Julian,
ið sum ung genta
krógvaði
seg
fyri
nasistunum
undir
seinna heimsbardaga í
Fraklandi. Rithøvund
urin R.J. Palacio hevur
skrivað og myndprýtt.
Mítt vikuskifti
Hvat fert tú at gera
um vikuskiftið?
– Hetta vikuskiftið skuldi
eg vera við at frumframføra
eina ballet á Kgl. Teatrinum í
Keypmannahavn. Tónleikurin
er frá triðju symfoni av Gustav
Mahler. Fyrst var ætlanin at
spæla fyri hálvum sali orsaka
av corona vandanum, men
hóskvøldið varð framførslan
avlýst, eftir at danska stjórnin
setti strong fyribyrgjandi
tiltøk í verk. Eg havi sjáldan
frí um vikuskiftini, men hetta
verður eitt frívikuskifti.
Hvønn vikuskiftisdag
dámar tær best?
– Sunnudagurin er góður. At
fara í kirkju, eta ein góðan
døgurða og so hyggja at
fótbólti – tað er ein góður
sunnudagur fyri meg. Tað
hendir bara ikki nóg ofta.
Hvussu dámar tær
hesa árstíðina?
– Mær dámar væl veturin um
jóltíðir, tá er hugnaligt, men
eftir nýggjár kann veturin
her í Keypmannahavn ofta
tykjast langur og gráur.
Um tú vildi viðmælt
fólki at lurta eftir
einari tónleikaútgávu
um vikuskiftið, hvør
skal tað vera?
– Eg kann viðmæla tvær
útgávur. Onnur er »Ókendar
leiðir« hjá Rana Nolsøe, har
eru góðir sangir at lurta eftir.
Hin er »Andalag« hjá Sunleif
Rasmussen – tað er góður
tónleikur, sum Aldubáran og
Jákup Lützen spæla.
Bókadeild Lærarafelags
hevur útgivið fýra nýggjar
bøkur til børn og ung
Í
2009 gjørdist Dagfinn Joensen úr
Funningsfirði sangari í danska rock
bólkinum Fate, men nú gevst hann í
bólkinum.
FATE var partur av lívliga altjóða rock
pallinum í áttati árunum, og teir høvdu
okkurt hampuligt hitt. Miðskeiðis í níti
árunum gavst bólkurin at spæla, men teir
fóru aftur at spæla í 2005, og í 2009 varð
Dagfinn Joensen partur av bólkinum.
Dagfinn hevur spælt nógvar konsertir
við Fate kring Europa, og hann hevur
sungið á tvemum útgávum hjá bólkinum.
– Tað er nakað síðani, at eg gavst í Fate,
men av tí at bólkurin meira ella minni fór
í dvala eftir tað, er tað ikki komið alment
fram fyrr enn nú, sigur Dagfinn Joensen.
– Eg tók avgerðina av ymiskum orsøk
um. Vit vóru ósamdir um ymiskt, bæði
um tónleik og um framtíðarætlanir. Har
afturat var tað trupult promovera bólkin
ordiliga, soleiðis at vit kundu fáa fleiri
konsertir at spæla. Vit noyddust sjálvir
at gera hetta arbeiðið, og tað var tungt,
sigur hann.
Gevandi
Dagfinn Joensen heldur, at tíðin sum
sangari í Fate var sera góð og gevandi.
– Eg havi fingið nógvar møguleikar, sum
eg annars ikki hevði fingið. Vit hava spælt
konsertir kring alt Europa, kanska minst í
Danmark, og vit hava bæði spælt á smærri
spælistøðum og á størri festivalum. Tað
hevur verið bæði spennandi og rúsandi
at skula spæla konsertir eftir bólkar sum
Megadeth, Steel Panther, Queensryche og
Saga, sigur hann.
– Vit spældu á Summarfestivalinum
í 2012, og tað var kanska ein av teimum
bestu upplivingunum, eg hevði í bólki
num. Tjaldið var á tremur við fólki, og
stemningurin kann ikki forklárast. Vit
høvdu eisini eina sera góð konsertferð í
Spania, har stórur áhugi var fyri okkum
millum fólk, sum sungu við til næstan
allar sangirnar, bæði teir nýggju og gomlu,
sigur Dagfinn Joensen.
Hann hevur eisini verið í studio við
Fate.
– Tað var sera læruríkt at skriva og inn
spæla tær báðar útgávurnar, sum eg eri
við á. Eg hevði ikki nógvar royndir í studio,
áðrenn eg fór upp í Fate, so har havi eg
fingið góða barlast, sigur Dagfinn Joensen,
sum er virkin í øðrum tónleikabólkum.
Eftir tvær útgávur
og nógvar konsertir
hevur Dagfinn
Joensen takkað fyri
seg sum sangari
í kenda danska
rockbólkinum Fate
Lagt til rættis: Eyðun Klakstein
– Tíðin í Fate var sera góð og gevandi, sigur Dagfinn Joensen
Páll Sólstein
Dagfinn
Dagfinn
gevst í Fate
gevst í Fate
Fýra nýggjur bøkur á
føroyskum máli til børn og ung
Inniligt ævintýr og grafisk skaldsøga