Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-12, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mars 2020síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. MARS 2020 SOSIALURIN 31 18 TÍÐINDI Bústaðir Hvussu stórur er bústaðartørvurin? F yri arbeiðsbólkin hev­ ur tað havt stóran týdn­ing at fáa eina hill­ing á, hvussu stórur tørv­urin á nýggjum bústøðum veruliga er. Í almenna rúm­in­ um og í fjølmiðlum fyllir “bú­ staða­neyð” nógv, men hava vit veruliga eina bústaðaneyð í Før­oyum? Og um so er, hvat slag av bústaðaneyð er talan so um? Samstundis hevur hetta kanska víst seg at vera truplasti partur av arbeiðstilgongdini, tí vitanin um føroyska bú­staða­ økið er spjadd og sum heild ikki nøktandi. Vit mangla grund­ leggjandi upplýsingar um: • Hvussu nógvir bústaðir eru kring landið í Føroyum, • hvussu nógvir tómir bústaðir eru, • lutfallið millum eigara- og leigubústaðir o.s.fr., • vøksturin í útboðnum, og • miðal húskisstødd. Grundað á hetta, kann ar­beiðs­ bólkurin ikki við vissu stað­ festa, at tað er eitt bústaðatrot í Føroyum – tó at tað tykjast vera ábendingar um tað. Arbeiðsbólkurin hevur skilt, at tað í næstum verður farið und­ir at skipa eina føroyska býl­is­skrá, sum fer at geva myndug­leikum o.ø. yvirlit yvir om­an­nevndu viðurskifti. Hetta er at fegnast um. (Brot úr frágreiðingini um bústaðarpolitisk átøk, 6. mars 2020) Hvussu nógv virksemi er í gongd? Í dag, umleið eitt ár seinni, ber tó til at staðfesta, at fleiri av stóru verk­ætl­ an­unum, ið sambært frá­greiðingini skuldu verða lidn­ar í 2020, ikki kunnu vænt­ ast at verða lidnar fyrr enn um nøkur ár. Teirra millum kunnu nevnast verkætlanirnar hjá Bústøðum, Óðinshædd II (70 íbúðir) og Berjabrekka III (38 íbúðir). Verkætlanina, Dala­veg­ ur (36-48 íbúðir), hevur Bústaðir í løtuni ikki fígging til. Hetta kundi bent á, at eftir­ dragið síðani 2014 er munandi størri enn tær omanfyri nevndu 600 bústaðaeindirnar. Sambært nýggjum upp­lýs­ ingum frá Tórshavnar komm­ unu, sum arbeiðsbólkurin hev­ur fingið útflýggjað til hesa frágreiðing, fara tað í 2022 at vera 1200 fleiri bú­stað­ ir í Tórshavnar komm­unu samanborið við 2018. Talið fevnir um ítøkiligar byggi­verk­ ætl­anir og útstykkingar, sum annað­hvørt eru gjørdar ella verða gjørdar í næstum. Hetta er tó treytað av, at tað verður bygt á øll grundøkini, sum annaðhvørt eru ella verða útstykkjað, og at tíðarætlanir fyri stórar verkætlanir – eitt nú hjá Bústøðum – fara at halda. Hóast fleiri almennar og privatar byggiverkætlanir verða lidnar í næstum, verða nýggjar verkætlanir framvegis settar í gongd, og ongar greiðar ábendingar eru um, at ein stórur partur av arbeiðsmegini í næstum verður tøk til bú­ staða­bygging. Tó vísir uppgerðin, at nógv virksemi er í gongd í løtuni, og at útboðið í Tórshavnar komm­ unu fer at økjast munandi kom­andi árini. Sum tað sæst í fylgiskjali 8, er nógv virksemi eisini í gongd aðrastaðni kring landið. Í Klaks­vík verður arbeitt við útstykking til 20 sethús og 13 íbúðir. Í Runavíkar kommunu verða til og við 2020 planerað 87 grundstykkir til sethús og 7 størri grundstykkir til uml. 30- 50 íbúðir. Samanumtikið eru tað ábend­ingar um, at bústaða­ byggingin ikki hevur megnað at fylgt við fólkavøkstrinum sein­astu árini. Um verandi vøkstur upp á 1,68 % um árið held­ur fram, fer fólkatalið at hækka við uml. 1750 íbúgvum afturat komandi tvey árini. Bara hetta fer at hava við sær ein øktan tørv upp á uml. 700 bústaðaeindir. Ein so stórur fólkavøkstur er tó treytaður av, at verandi hákonjunkturur heldur fram komandi árini, og undir øllum umstøður eru útlit fyri, at munandi fleiri bústaðir og grundstykkir verða tøk komandi 2-3 árini. (Brot úr frágreiðingini um bústaðarpolitisk átøk, 6. mars 2020) – Vit mangla at fáa leigubýli­ stuðul í Føroyum. Um tað hevði verið gjørt, so hevði ein partur av trupulleikunum við bústaðarneyðini verið loystur, sigur Elin Hentze, forkvinna í áhugafelagnum Búgva FRANTS JENSEN FRANTS@SOSIALURIN.FO E lin Hentze, sum eisini var við í arbeiðsbólkinum, sum skrivaði frá­greið­ing­ ina um bú­stað­ar­pol­it­isk átøk, ið varð løgd fram fyri ein­ ari viku síðani, vísir á, at bú­stað­ arstøðan ofta er serliga trupul hjá teimum, ið eru láglønt. – Í Danmark er skipanin við leigubýlistuðli galdandi. Tað er tó ikki soleiðis, at ein og hvør kann fáa leigubýlisstuðul, men hugt verður eftir leigukostnaðinum, talið av vaksnum í húskinum, og samlaðu inntøkuni. Til dømis hevði ein láglønt einlig mamma við trimum, fýra ella fimm børn­ um kunna fingið stuðul til leigu­ bústað. Í Føroyum hevði ein partur av bústaðarneyðini verið loystur, um summar familjur høvdu kunnað fingið leigubýlistuðul at goldið ein part av leiguni við, sig­ ur Elin Hentze. Vanliga er slíkur leigu­býlisstuðul galdandi bæði fyri almenna og privata leigu. Oddagongufólk Elin Hentze í Havn er ímyndin og eitt av oddagongufólkunum hjá teimum, ið hava stríðst fyri øðrvísi og bíligari bústaðarmøguleikum. 23. februar í 2017 stovnaði hon kjakbólkin “Fjølbroyttari bú­stað­ armøguleikar í Føroyum” á Face­ book, og tríggjar mánaðir seinni sam­an við øðrum áhugafelagið Búgva, sum hevur facebookbólkin “Búgva – Limir”, har kunning um virksemið hjá Búgva finst. Síðani tá hevur Búgva eisini stovnað ein ungdómsbólk, “Búgva – Ung”. Harumframt er bólkurin “Tak­ Átøk” sprottin úr Búgva, men hetta er ein sjálvstøðugur bólkur fyri tey, sum kundu hugsað sær at arbeitt meiri miðvíst við ym­isk­um átøkum fyri at betra um bústað­ar­ við­urskiftini í Føroyum. Fleiri flutt av landinum Elin Hentze hevur verið nógv frammi, tá ið tað ræður um at vísa á tørvin hjá teimum, ið hava trupult við at fáa tak yvir høvdið, antin tí, at tað eingir bústaðir eru til taks, ella tí at verandi bústaðir eru ov dýrir – bæði sethús og leigubústaðir. – Fleiri av teimum, ið luttaka í kjakbólkinum, eru flutt av land­ inum, hesi trý árini, bólkurin hev­ ur verið. Hetta vegna væntandi bú­staðarmøguleikar, tó at tey kundu ynskt at verið verandi í Før­oyum. Summi sita eisini uttan­ landa og leingjast heim. Tað eru eisini tey, ið ynskja at búgva í Havn, men ikki fáa nakað at búgva í, og so búgva tey aðrastaðni í land­ inum. Men eisini kring landið er trupult at finna ein bústað, sigur Elin Hentze. Í so dýrt Hon er glað um, at Bústaðir hevur gjørt leiguíbúðir bæði í Havn og ymsastaðni kring landið. – Tað eru gott, at tað eru komn­ir aðrir bústaðarmøguleikar gjøgn­ um Bústaðir enn vanlig sethús og leigu­íbúðir í privatum kjallarum. Hetta er eitt ynski hjá nógvum fólk­um, sigur hon. – Bústaðir byggja góðar bú­stað­ ir, men fleiri av bústøðunum eru ov dýrir fyri láglønt. Tí er tað gott, at Bústaðir nú royna at byggja bíligari, millum annað við at endurnýta byggisnið kring landið, og við eitt nú at nýta modul­ byggjarí. Men undir øllum um­ støð­um, so er neyðugt at vit fáa sett í verk leigubýlisstuðul, tí tað er eitt mark fyri, hvussu bíligt teir kunnu byggja, uttan at tað gongur út yvir góðskuna, sigur hon. Og so tekur tað eisini ov drúgva tíð. – Tað gongur ov seint, og tað blíva við at vera langir bíðilistar. Tí er alneyðugt, at Bústaðir kann fáa møguleika fyri at byggja fleiri bústaðir, sigur hon. Ynskja at leiga – tí ikki ráð at eiga Hon vísir á, at tað eru fleiri, ið ong­ antíð fara at hava ráð at eiga sítt egna heim. – Tað eru fleiri, ið ikki hava ráð til tað, og eisini onnur sum veruliga ynskja at sleppa at leiga, tí so sleppa tey millum annað MANGLA LEIGU Tað gongur ov seint, og tað blíva við at vera langir bíðilistar.