hósdagur 12. mars 2020síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. MARS 2020
SOSIALURIN 31
19
Alternativir
fíggingarmøguleikar
L
andsstýrið
hevur
harafturat heitt á
arbeiðsbólkin um at
koma við uppskot
um til alternativar fíggingar
møguleikar, ið kunnu betra um
møguleikarnar hjá føroyskum
familjum at seta búgv uttanfyri
miðstaðaøkini.
Bólkurin hevur í hesum sam
bandi hugt at uppskotinum hjá
Tjóðveldi frá 2019, ið snúði seg
um at geva Bústøðum heimild
at veita bústaðalán uttanfyri
størru býirnar. Ein meiriluti í
arbeiðsbólkinum mælir frá ein
ari slíkari loysn, tí hon hevur
við sær, at landið veitir lán, sum
fer upp um metingarvirðið á
ognini – og at borgarin fær lán,
sum hann ikki hevur inntøku
og gjaldføri at rinda aftur, um
umstøðurnar broytast bara eitt
sindur. Nevnast skal eisini, at
arbeiðsbólkurin hevur fingið
útvegað tøl frá tveimum pen
ingastovnum, ið vísa, at vøkst
urin í útlánum stórt sæð er hin
sami kring landið.
Ein meiriluti í arbeiðs
bólkinum mælir tó landsstýrin
um til at skipa eina ráðgeving,
sum kann miðsavna vitan um
og royndir við alternativum
byggi- og fíggingarhættum og
harafturat ráðgeva borgarum
í spurningum um, hvussu eitt
lutaíbúðafelag verður stovnað,
hvussu borgarar kunnu taka
seg saman um ein búfelagsskap
o.s.fr.
(Brot úr frágreiðingini um
bústaðarpolitisk átøk, 6. mars
2020)
Javnseting
A
t enda hevur lands
stýrið heitt á ar
beiðsbólkin um at
koma við uppskot
um til, hvussu øll bústaðabygg
ing frameftir kann verða javn
sett í treytum.
Arbeiðsbólkurin hevur í
hesum sambandi kannað, um
rentustuðulin møguliga kann
leggjast um til eina MVG-aftur
beringsskipan.
Arbeiðsbólkurin hevur eisini
hugt eftir, hvussu treytirnar
hjá Bústøðum og privatum
feløgum kunnu verða meira
javnsettar. Arbeiðsbólkurin
hevur í hesum sambandi hug
savnað seg um, hvussu Bústað
ir forrentar sínar íløgur saman
borið við, hvussu ein privatur
forrentar sínar íløgur, umframt
atgongdina til kommunal
grundøkir.
Ósemja er í arbeiðsbólkinum
um hesar spurningar, og ein
partur av arbeiðsbólkinum
mælir beinleiðis frá at javn
seta. Hin parturin av arbeiðs
bólkinum hevur tvey uppskot
til, hvussu treytirnar hjá Bú
støðum og tí privata kunnu
javnsetast.
Fyrra uppskotið snýr seg
um, at Bústaðir frameftir
verður býtt sundur í ein meira
avkastgevandi part og ein
minni avkastgevandi part.
Meira avkastgevandi parturin
fevnir um verkætlanir í mið
staðaøkjunum, meðan minni
avkastgevandi parturin fevnir
um verkætlanir aðrastaðni í
landinum, umframt vardar
bústaðir. Fyri meira avkast
gevandi partin verður eitt av
kastkrav upp á 4-6 % galdandi,
meðan avkastkravið upp á 1,925
% framvegis verður galdandi
fyri minni avkastgevandi partin.
Seinna uppskotið snýr seg
um, at heimildin hjá komm
ununum at selja Bústøðum
kommunal grundøkir uttanum
alment útboð verður víðkað
til privat feløg, ella at Bústaðir
frameftir heldur seg til at
keypa kommunal grundøkir á
almennum útboði.
(Brot úr frágreiðingini um
bústaðarpolitisk átøk, 6. mars
2020)
undan viðlíkahaldi og øðrum. Vit
skulu hava enn fleiri møguleikar
á økinum, eisini við lutaíbúðum,
sigur hon.
Hvussu nógv mangla bústað,
veit hon tó ikki.
– Tað mangla hagtøl innan økið.
Men nógv standa á bíðilista hjá
Bústøðum, og tað eru eisini nógv,
sum gera vart við seg á okkara
facebook-bólkum, at tey mangla
bústað. Í arbeiðsbólkinum mæltu
vit til at gera eina býliskrá, sum
vónandi kann hjálpa at geva eitt
yvirlit yvir tørvin, men tørvurin
er nóg stórur til, at man kann
fara í holt við at gera nakað við
bústaðartørvin beinan vegin,
óansæð, sigur hon.
Hon vísir eisini á, at onnur
ynskja at gera mun í Føroyum.
– Nú ein dagin, var tað ein
maður úr USA, sum skrivaði til
mín. Hann hevur ferðast í Før
oyum. Nú hugsar hann at koma
hendanvegin og at byggja til før
oyingar, sigur Elin Hentze.
Bústaðarpolitiskt amboð
Talskvinnan hjá Búgva fegnast
eisini um, at tað eru privat feløg,
ið nú byggja annað enn vanlig set
hús.
– Tað er gott, at tað koma fleiri
alternativ til vanlig sethús. Tað
eru fleiri, ið ynskja sær smærri
hús, eigaraíbúðir, lutaíbúðir, leigu
íbúðir, búfelagsskapir ella annað.
Men tá ið privat byggja, má góðska
og estikkurin ikki vera verri, enn
um tað almenna byggir, sigur hon.
Nógv hevur verið frammi í
síðstuni um at javnseta tær priv
atu byggifyritøkurnar við tað
almenna, men tað heldur Elin
Hentze ikki vera eina loysn.
– Tað eru nógv, sum misskilja
hetta. Bústaðir er eitt bústaðarpol
itiskt amboð og als ikki eitt vinnu
politiskt. Teir hava fleiri treytir
at uppfylla, sum teir privatu
ikki hava. Tað privata hugsar
um vinning, og tí er vandi fyri,
at leigan hækkar, um tað verður
javnsett, sigur hon.
Byggja minni og bíligari
Elin vísir á, at um tað privata fer
at byggja alternativar, minni og
bíligari eigarabústaðir, so fer tað
eisini at leysgeva fleiri sethús.
– Tað eru til dømis fleiri eldri
fólk, ið kundu hugsa sær eitt
minni hús ella eigaraíbúð at búð
í. Til dømis í búfelagsskapi við
felagshølum og øðrum fasilit
etum. Men um eitt nýtt hús ella
eigaraíbúð kostar meira enn tað,
tey fáa fyri teirra verandi sethús,
ella at leiguprísurin er ov høgur,
so flyta tey ikki, sigur hon.
UBÝLISTUÐUL
Elin Hentze, talskvinna hjá Búgva og eisini nevndarlimur í
bólkinum, sum skrivaði frágreiðingina um bústaðarpolitisk átøk
Mynd: privat