Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-12, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mars 2020síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. MARS 2020 SOSIALURIN 31 20 TEMA Bústaðir IVAÐIST ALS IKKI – Tað var als ikki ein torfør avgerð, tí børnini eru vaksin og klára seg, dótturin hevur sítt egna, og eg kann lata húsið og barnaheimið til sonin. Vóru umstøðurnar øðrvísi, so ivist eg í, um eg hevði gjørt tað, tí við einum húsi fylgja eisini nógv minnir – bæði hjá vaksnum og børnum, sigur 69 ára gamla Begga Ellingsgaard, sum fyri kortum er flutt úr sethúsum sínum í íbúð hjá Bústøðum á Biskopstorgi í Klaksvík ANNIKA KUNOY IM ANNIKA@SOSIALURIN.FO E ftir jól flutti 69 ára gamla Begga Ellingsgaard í Klaks­vík úr sethúsum sínum í íbúð hjá Bústøð­ um á Biskopstorgi í Klaksvík. – Tá Bústaðir fóru at tosa um at byggja íbúðir í Klaksvík, hugsaði eg, at eg skuldi skriva meg upp við tað sama. Og tað gjørdi eg fyri at fáa møguleika at koma inn, greiðir hon frá. – Staðsetingin segði mær eisini ómetaliga nógv, tí eg eri uppvaksin á Biskopstø, og eg vildi koma aftur her, um eg skuldi flyta, leggur hon aftrat. – Eg fekk tilboðið, tá íbúðirnar vóru klárar, men eg tók ikki av við tað sama. Tað gekk so skjótt, og eg skuldi innan heilt fáar dagar taka avgerð um, hvørja íbúð eg ynskti. Eg var ikki ordiliga klár tá. Tað gingu síðani átta mánaðir, og so var hendan íbúðin tøk. Eg ivaðist