hósdagur 12. mars 2020síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. MARS 2020
SOSIALURIN 31
21
als ikki, og eg tók av við tað sama,
sigur Begga Ellingsgaard.
– Sonur mín skuldi keypa hús
ini, og hann var eisini klárur til tað
nú, sigur hon.
Begga helt als ikki, at tað var
torført at taka avgerð um at flyta
úr sethúsum í íbúð, hóast tað
mangan verður hildið, at føroy
ingar einamest eru áhugaðir í at
búgv í sethúsum.
– Tað var als ikki ein torfør av
gerð, tí børnini eru vaksin og klára
seg, dótturin hevur sítt egna, og eg
kann lata húsið og barnaheimið til
sonin. Vóru umstøðurnar øðrvísi,
so ivist eg í, um eg hevði gjørt
tað, tí við einum húsi fylgja eisini
nógv minnir – bæði hjá vaksnum
og børnum - og staðsetingin var
sentral og góð, sigur hon fram
haldandi.
Tað er eisini eitt veldigt tak at
flyta úr einum húsum, sum man
hevur búð í í so mong ár.
– Eg fekk lyklarnar hálvan
desember, men tað hevur verið
ein long tilgongd, tí veðrið hevur
verið so ringt. Eg eri nú komin upp
á pláss, og eg trívist heilt ótrúliga
væl, sigur hon.
– Eg haldi, at tað er deiligt, at
Bústaðir kann skaffa innivist
bæði til barnafamiljur og eldri
fólk, sum hava tørv á eini lættari
tilveru, har tey ikki skulu hugsa
um at halda hús og urtagarð við
líka, leggur hon aftrat.
– Eg hevði tó ikki tímað at
selt húsini og farið á privata
leigumarknaðin. Eg hevði ikki
tímað tað. Eg vænti og vóni, at
eg veri verandi her. Eg verði ikki
uppsøgd, um eg haldi treytirnar,
sigur hon.
Begga Ellingsgaard flutti
úr sethúsum sínum í íbúð á
Biskopstorgi í Klaksvík