Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-12, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mars 2020síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. MARS 2020 SOSIALURIN 31 22 TÍÐINDI Bústaðir Leigu­ nevndin 60 mál í 2018 N ýggjasta árs­frá­ greið­ing frá leigu­ nevndini er frá 2018, og í teirri frá­ greiðingini sæst, at leigu­nevnd­ in hevði skrásett 60 mál í 2018. Av teimum 60 mál­un­um, sum vórðu skrásett, vóru 23 kær­ur, 26 skrivligir fyri­spurn­ing­ar og 11 mál av øðrum slag. Av kærunum í 2018 eru seks mál frá útleigarum, ið sendu upp­søgn av leigusáttmála til leigu­nevndina til góðkenningar vegna mishald frá leigara. Trý mál eru klagur frá leigarum um hækkan av húsaleigu. Aðr­ar kærur snúgva seg um mill­um annað mishald frá út­ leigara og uppsagnir av leigu­ sátt­málum frá vinnuligum út­leigara har manglandi upp­ sagnargrundgeving- ella freist­ ir ikki eru hildnar. Bíligasta leiga hjá Bústøð­um: Studentaskúlaheimið í Berjabrekku, 1.800 kr./mðr Dýrasta leiga hjá Bústøðum: Biskopstorg, 10.900 kr./mðr Miðalleiga hjá Bústøðum: 5.191 kr./mðr Bústaðir í gerð U mframt lidnu bú­ staðirnir hava Bú­ staðir 168 bústaðir í gerð. Berjabrekka III, Tórshavn - 2021-2023 Óðinshædd II, Tórshavn - 2020-2023/2024 Á Kneystum, Toftir - 2020-2021 Bakkavegur 16, Vestmanna - 2021 Undir ryggi 4, Tórshavn - 2020 Undir Bólheyggi, Sørvágur - 2021 Heimasandsvegur 86, Sandur - Í næstum Ítróttarháskúlin, Vágur - 2020/2021 Ósemja um almennan og privatan leiklut í bústaðarpolitikki –Bústaðir skal ikki kappast við tað privata. Bústaðir skal nøkta tørvin har, sum tað privata ikki røkkur. Tað er til tey, sum av ymiskum orsøkum ikki megna at fáa sín egna bústað, sigur Christian Andreasen, formaður í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum ANNIKA KUNOY IM ANNIKA@SOSIALURIN.FO F ríggjadagin í síðstu viku varð frágreiðing um bú­staðarpolitisk átøk handað lands­stýris­ kvinn­uni í bústaðarmálum. Sum skilst í frágreiðingini eru fleiri ósvar­aðir bústaðarpolitiskir spurn­ingar, ið semja ikki er um. Frágreiðingin setur millum annað spurning um, hvønn leik­ lut tað almenna og tað privata skal hava. – Í vissum førum eig­ur al­ menn og privat bústað­ar­ bygging at javnsetast, segði Christian Andreasen, for­mað­ur í tingbólkinum hjá Fólka­flokk­ inum við Kringvarpið í send­ing­ ini Breddin mikudagin 11. mars. – Man letur sum um, at sleppa tey privatu framat, so verð­ur útboðið so mikið stórt, at húsa­ leig­an fer niður. Soleiðis virkar privati marknaðurin ikki. Ein privatur fær tað í húsaleigu, sum viðkomandi kann fáa, segði Andras Róin, stjóri í Bústøðum við Kringvarpið. – Vinnurekandi hava til enda­ máls at tjena pengar, men tað er markn­aðarstýrt. Bústaðir skal ikki kappast við tað privata. Bú­ staðir skal nøkta tørvin har, sum tað privata ikki røkkur. Tað er til tey, sum av ymiskum orsøk­um ikki megna at fáa sín egna bú­ stað, sigur Christian Andrea­sen. – Eg skilji ikki, hví man ikki hann verða politiskt samdur um hetta. Man skal finna eina politiska semju yvir um mørk, so tað verður væl lýst, hvat Bú­ stað­ir skal gera, sigur Christi­an Andrea­sen. Aksel V. Johannesen tekur ikki undir við Christiani Andreasen, og hann vísir á, at í 2011, tá Bústaðir varð sett á stovn, var stór fólkafráflyting í Føroyum. Kortini vóru fleiri, ið ikki fótaðu sær á bústaðarmarknaðinum, tí kostnaðurin er á einum ávísum støði. – Tað eru nakrir bólkar í sam­ fel­agnum, sum ikki fóta sær á bú­staðarmarknaðinum og sum detta burturímillum, um vit ikki hava eitt alment byggjarí, sum kann tryggja, at góðar og bílig­ ir bústaðir verða bygdir, segði Aksel V. Johannesen. Christian Andreasenn legði síðani aftrat, at hóast tað í frá­ greiðingini um bú­stað­ar­pol­itisk átøk stendur, at óvist er, hvussu stórt bústaðartrotið í landinum er, so vita vit, at tørvurin er stór­ ur. Hann heldur tí, at vit hava brúk fyri bæði Bústøðum og teim­um privatu at loysa hendan trup­ul­leikan. – Vit skulu semjast um, hvat vit skulu brúka Bústaðir til og síð­ani loyva teimum at virka, sig­ur hann. – Tað er dýrari at leiga privat enn at leiga frá Bústøðum, og skulu fólk hava ráð at leiga í Havn, so má Bústaðir hava íbúð­ir í Havn. Men Bústaðir skal eisini kring landið, so ein leiðumarknaður eisini er utt­an­ fyri miðstaðraøkið, sigur Axel V. Jo­hannesen. Christian Andreassen Axel V. Johannesen