hósdagur 12. mars 2020síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. MARS 2020
SOSIALURIN 31
23
215
5
5
8
62
2
3
6
16
7
3
STAÐ
PROSENT
Tórshavn
64,7
Norðoyggjar
19,5
Eysturoy
10,8
Suðuroy
2,7
Vágar
1,5
Sandoy
0,6
Umframt Bústaðir hevur
Mark 80 íbúðir í Havn
Her hava Bústaðir
leiguíbúðir kring landið
2064 íbúðir í 2011
H
óast eingir myndugleikar liggja
inni við hagtølum um privatar
leigubústaðir, so hevði Hagstovan
í 2011 fólkateljingina Manntal,
sum millum annað hevði uppgerð yvir,
hvussu fólk búðu.
Av tí at Bústaðir ikki høvdu almennar
leigubústaðir í 2011, kunnu vit sum varna
niðurstøðu staðfesta, at undantikið onkrar
einkultar kommunalar leigubústaðir og
eigaraíbúðir eru hagtølini um "íbúð" frá
Manntali í høvuðsheitum um privatar
leigubústaðir.
Talið á íbúðum í 2011 sambært Manntali:
Suðurstreymoy
1530
Eysturoy
214
Norðoyggjar
175
Norðurstreymoy
56
Vágar
41
Suðuroy
39
Sandoy
9
Samanlagt
2064
Eingi hagtøl um
privata leigu
marknaðin
S
amstundis sum tað ber til at fáa
yvirlit yvir almennar leigubústaðir
í Føroyum, so er munandi verri við
teimum privatu. Bústaðir hava eitt
yvirlit yvir allar íbúðirnar, ið stovnurin hevur
at ráða yvir, men einki líknandi yvirlit er fyri
privatar leigubústaðir.
Undanfarna samgonga samgonga
samtykti at økja um frádráttin til teirra, ið
leiga út kjallaraíbúð og líknandi, soleiðis
at tey nú kunnu draga 100.000 krónur frá í
skatti av leiguinntøkuni. Í tí sambandi skal
sjálvandi boðast frá til um leiguinntøkuna
fyri at fáa frádráttin, men hóast vitanin - ella
dáturnar - um leiguinntøkur sostatt liggja í
skipanini hjá Taks onkrastaðni, so ger Taks
ikki nøkur hagtøl hesum við víkjandi.
Tað er krav, at leigusáttmálar skulu
undirskrivast, tá íbúð verður útleigað.
Leigunevndin umstiur økið, og á heimasíðuni
hjá leigunevndini er ein standard sáttmáli,
ið útleigari og leigari kunnu nýta. Tað er
kortini ikki krav at senda sáttmálan inn
til leigunevndina, og av tí sama hevur
leigunevndin heldur ikki hagtøl um privata
leigumarknaðin.
Hagstovan hevur ikki hagtøl um privata
leigumarknaðin. Í viðmerking til Sosialin
sigur Gilli Wardum, stjóri á Hagstovuni, at
Hagstovan ikki raðfestir hetta hagtalsøkið
í løtuni, og hóast Hagstovan sjálvandi er
áhugað í at fáa fleiri hagtøl til vega, so má
samsvarandi fígging fylgja við, tá virksemið
hjá Hagstovuni skal víðkast. Í hesum
sambandi kann nevnast, at samlaða játtanin
til stovnin lækkaði hálva millión í 2020 i mun
til 2019