Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-12, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mars 2020síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. MARS 2020 SOSIALURIN 31 24 Óli Jacobsen Óli Jacobsen B urtursæð frá krígsár­un­um 1940- 1945 er tað hent fýra ferðir, at tvey skip eru gingin burtur nakað samstundis. Hetta hendi fyrstu ferð í 1882, tá ið skipini Bella av Tvøroyri og Løvenørn úr Klaksvík gingu burt­ur, og 31 menn doyðu. Av teimum vóru 10 danir við Bellu. Í 1932 gingu Laura og Imm­anuel, báðar úr Vági, burtur við 38 monnum, og í 1934 fórust Nólsoy og Neptun við 43 monnum. Og í 1920 eru tað, at Kristina og Helena hvørva fyrsta túrin við 36 monnum. Tá ið talan var um fleiri skip var manningin úr nógvum bygdum, so vanlukkurnar raktu um alt landið. Helena var av fremstu skipum Tann 14.juni er grein í Føroya­tíð­indi, sum kom út í Suðuroy, har yvirskriftin var ”To færøske Kuttere forliste”. Hesi skip vóru Kristina, um­rødd í seinasta parti, og Helena hjá J. Mortensen á Tvøroyri. Í hesi grein varð sagt, at í Suð­ur­oy sótu eftir 9 einkjur við 22 børn­um. Sagt verður um Helenu, at hon ”anses for at være et af Færøernes stærkeste og bedste Sejlskibe. Sejl og Redskaber var første Klasse, saaledes som det bør være paa en Sydlandsdskutter. Som bevis paa, at det er et fortrinligt Skib tjener, at det aldrig fik en Baad slaaet i Stykker og som en Sjældenhed revne Sejl. Det var ligeledes paafaldende, hvor godt Skibet klarede sig i Storm og Søgang og sjælden fik Skade, mens de andre kom ind med forrevne Sejl og sønd­er­slaa­ede Baade. Denne Om­stændig­hed tjener ogsaa Føreren til Ære. Um skiparan Mikkjal Mikk­el­sen, í Búð, í Hvalba, sum hevði ført Helenu síðan 1912, varð sagt, at hann ”var som Fører ualmindelig energisk, dristig og udholdende, hvorfor han fulgtes af et glimr­ende Held og var en af de største paa Fiskeriets Omraade”. Síðan verður gjørt upp, hvussu væl Mikkjal hevði fiskað. Í 1919 veiddi Helena 1.350 skippund fyri 166.000 krónur, som var nógv tá í tíðini. Ein frásøgn var um Jóan Jákup Ludvig. Hann ætlaði sær at fara á læraraskúla og skuldi ikki við hendan túrin. Men hann fór kortini, tí onkur av manningini hevði givið avboð. Lagnan var hørð við hesa familju. Tveir beiggj­ar hansara, Poul Johannes og Meinhard, gingu burtur við General Gordon í 1924. Við Helenu fórust: Mikkjal í Búð, skipari, 35 ár. Eftir sat einkja og fimm børn. Mortan Holm, í Geilini, bestimaður, 27 ár. Eftir sat einkja við tveimum børnum. Tummas Strøm, 27 ár. Eftir sat einkja við trimum børnum. Óli Vilhelm Holm, 25 ár. Óli Skaalum, 25 ár. Jóan Jákup Ludvig, 21 ár. Hesir vóru úr Hvalba Niels Jákup Poulsen, 38 ár. Eftir sat einkja við trimum børnum. Jenis Hansen, 25 ár. Dánjal Johannes Fritjof Bolstad, 17 ár Johannes Poulsen, 31 ár. Úr Sandvík Hans Pauli Thomassen, 29 ár. Eftir sat einkja og tveimum børnum. Anton Martin Fr. Henriksen, 30 ár. Eftir sat einkja við tveimum børnum. Johannes Joensen, 39 ár. Tummas Marius Thomassen, 21 ár. Av Tvøroyri Georg Vilhelm Thorsteinsson. 32 ár. Eftir sat einkja við tveimum børn. Úr Trongisvági Jaspur Juel Vang, 25 ár. Tummas Pauli Stenberg, 21 ár Úr Froðba Johan M. Michelsen, 21 ár Jens Sigvard Ingvald Michelsen, 27 ár. Eftir sat einkja við trimum børn. Teir vóru úr Skúvoy Óli Johan Joensen, 32 ár. Eftir sat einkja. Hann var av Skarvanesi. Karen hvørvur eisini Longu tann 20. september noyðist Føroyatíðindini aftur at koma við ófrættaboðum, og nú var tað um Karen, sum var heimahoyrandi á Tvøroyri. Reiðarin var handils­maðurin, Thomas Jacob Salmony. Sagt verður millum annað í nevndu grein: Mens Kristine og Helene bukkede under for Storm og Søgang eller forliste ved Sammenstød er Karen utvivlsomt forsvundet i Bølgerne under Omstændigheder, som man hidtil ikke har regnet med, naar Talen er faldet paa de Farer, der stedse truer vore Sømænd under udøvelse af deres Dont i de urolige Farvande ved Island og Færøerne. Hildið var fyri heilt vist, at mina var orsøkin til, at Karen var horv­in. Antin høvdu teir siglt á eina minu, ella var hon brostin, meðan teir vóru í ferð við at gera hana óskaðiliga. Tað vóru nevniliga nógvar minur frá 1. heimsbardaga (1914-1918) sæddar á hesum leiðum, har Karen var stødd. Tað hevði ikki verið nakað illveður at tosa um, so tað var ikki orsøkin til van­lukk­una. Manningin var: Jacob Ludvig Jespersen, skipari, 32 ár. Eftir sat einkja við 2 børnum Tummas Juel Jespersen, 34 ár. Eftir sat einkja við fýra børnum. Hesir báðir vóru brøður. Axal Ludvig Danielsen, 57 ár. Eftir sat einkja. Hann var verfaðir skiparan. Jóhan Jákup Danielsen, 29 ár. Eftir sótu einkja við einum barni. Hann var sonur Axal. Petur Juel Danielsen í Ungagarði, 26 ár. William Mohr Danielsen, 23 ár. Hesir báðir vóru brøður Petur Hans Lindberg. Eftir sat einkja við einum barni Allir av Tvørabakka. Niels Hovgaard, 36 ár. Eftir sat einkja við 5 børnum Trongisvági Niels Tausen, 36 ár. Eftir sótu einkja við tveimum børnum. Ólaus Hovgaard, 46 ár. Eftir sótu einkja við átta børnum. Dánjal Jákup Hovgaard, 63 ár Óla Jákup Hammer, 49 ár. Eftir sat einkja Jens Hammer, 20 ár. Jens var sonur Óla Jákup. Hesir vóru úr Hovi. Tríggjar einkjur í sama húsi. Trettan menn vóru við Karen. Eftir sótu 9 Tað er sjálvsagt ein vanlukka, at eitt skip fer við mann og mús. Dupult so stór er hon, tá ið tvey skip fara í senn. Hetta hendi í 1920. SIÐSØGA 36 gingu burtur bara vártúrin Skaðaárið 1920: Jóan Jákup Ludvig hevði helst eina bjarta framtíð fyri sær sum lærari. Men so fór hann kortini ein túr afturat. Hann bleiv 21 ár. Jákup Jespersen var skipari á Karen