hósdagur 12. mars 2020síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. MARS 2020
SOSIALURIN 31
25
Komandi partur
Tað hendu eisini ótrúligar bjargingingar. Ein
teirri hendi fyri júst 9 árum síðani. Hana fara vit
at minnast í komandi part.
einkjur við 23 børnum.
Annars høvdu teir ætlað sær heim
áðrenn heyststormarnir kundu væntast.
Sum ofta er, so rakti henda vanlukkan
einstakar familjur og bygdir meint.
Á tí stutta økinum á Tvørábakka vóru
18 hús. Úr hesum húsum fórust hetta árið
tveir menn við Helenu, ein við Kristinu og
nú sjey menn við Karin, tilsamans 10 mans.
Tað vóru tríggjar einkjur í sama húsi, sum
mistu mannin við Karen.
Ein áhugaverd lagnusøga er um Olaus,
kallaður Lávus. Hann var úr Hovi. Konan
Súsanna Maria, gekk við áttanda barn
inum, tá ið maðurin fór avstað. Hon átti
fimm dagar seinni, og hann slapp tískil ikki
at síggja sítt yngsta barn.
Longu í 1925 doyði Súsanna. Tveir dagar
seinni doyði dóttirin, Katrina, og tær fóru
í somu grøv.
Nú vóru bæði foreldrini deyð og yngsta
barnið var fimm ára gamalt. Tá hendi tað
sjáldsama, at Dánjal, pápabeiggi børnini,
sum var ógiftur, tók húsið upp á seg.
Hetta riggaði heilt væl, og hann doyði út
hjá eini fosturdóttir. Øll børnini búsettust
í Hovi, og hesum átti hann stóran part av
heiðrinum fyri.
Niels Tausen í Hovi, sum fórst við Karen,
hevði tríggjar beiggjar, sum eisini fórust
á sjónum. Jaspur fórst við Florens í 1927.
Hann var ein av teimum, sum fór umborð
aftur á Florens, tá ið bjargingarbáturin
sakk undan teimum. Hetta bjargaði
teimum flestu av manningini.
Hendrik fórst við Grasinum í 1943, og
Martin gekk burtur við íslendskum báti
í 1964.
Puritan:
Tveir menn bjargaðust
Seinast í árinum fórst eisini eitt skip úr
Havn, og tað var Puritan.
Teir hevði verið í Fletwood í Bretlandi
við fiski. Ferðin niður hevði verið drúgv,
heilar tríggjar vikur.
Nú vóru teir á veg heim aftur. Kósin
var vestanfyri Hebridurnar. Fríggjadagin
12. november byrjaði tann ræðuligi ódn
arstormur, sum voldi hesa syndarligu
ólukku.
Teir noyddust at ankra fyri veður
leygardagin kl. 4. Sunnukvøldið versnaði
veðrið, sprytið varð tikið inn og motorurin
gjørdur klárur. Kl. 5 fór Puritan at reka, tí
akkerið ikki helt, og motorurin varð settur
í fulla gongd. Tann 90 favnar langa ketan
reyk sum trillutráður.
Land var ikki at síggja fyri roki, men
einar tríggjar ferðir hildu teir seg tó hóma
eitt nes. Skútan lá nú heilt fløt. Hon gekk
bara fyri fokk (segl) og motor. So knappliga
vóru teir millum eina oyggj, Hermetray, og
ein pinkulítlan hólm. Einans tvær báts
longdir vóru teir frá landi, tá veðrið linkaði
so frægt, at teir hildu seg til at seta bátin
út. Men í somu stund brast ódnin á aftur,
og best sum teir komu yvir at hólmanum,
hvølvdist báturin. Hans á Lað og Sofus hjá
Linu vórðu slongdir upp á land, meðan onki
sást aftur til hinar. Hetta hendi mánadagin
kl. 1. Teir báðir mólu nú aftur og fram, settu
neyðsignalir upp og lógu um næturnar í
einum seyðahúsi. Mat høvdu teir ongan.
Mikudagin kl. 11 vóru teir tiknir av einum
útróðrarbáti og førdir til Bernhardoy og
komu so aftur til Føroyar.
Manningin
Reiðari á Puritan var Karl á Lag í Havn.
Puritan var eitt nýtt skip, keypt úr Svøríki
í 1919, og tað hevði sum nevnt motor, sum
var framkomið tá í tíðini.
Skipari var Palli á Lava, 38 ár, Kristian
í Árnafirði, 44 ár, var bestimaður.
Dimmalætting skrivaði, at teir vóru av
allarbestu sjómonnum. Palli hevði sonin,
tann 17 ára gamla Jákup við, og hetta var
hansara fyrsti túrur til sjós.
Hinir vóru ”en ung rask Thorshavner,
Peter Guttesen, 29 Aar, og to raske Fiskere
fra Nolsø, Ole Hansen, 29 Aar, og Hans P.
Danielsen, 26 Aar”. Óli Hansen var fyri kort
um giftur, og tey áttu eitt barn.
Tað vóru fleiri yrkingar í bløðun
um í sambandi við hesa vanlukku. Hans
Andreas Djurhuus yrkti eina teirra.
Vanlukkan við postbátinum
í Vestmannasundi
Tann 1. oktober 1920 hendi ein syrgilig
vanlukka við postbátinum, sum sigldi um
Vestmannasund. Tað var nógvur vindur
og harður streymur, sum gingu hvør sína
ætt. Tí vóru líkindini vánalig. Tá ið báturin
nærkaðist Fútaklett, kollsigldi hann, og øll
fýra umborð druknaðu. Tað varð farið at
leita, men hetta var til fánýtis.
Tað var ein kvinna teirra millum. Hetta
var tann 27 ára gamla Sofía Nattestad.
Maður hennara, Wensil, var komin á
Fútaklett at taka ímóti henni. Í staðin kom
hann í ta ræðuliga støðu at síggja konuna
drukna fyri eygunum á honum. Tey áttu
trý børn.
Hini sum fórust vóru:
Hans David Niclasen, 50 ár. Eftir sat
einkja við fimm børnum.
Johannes Jacobsen, sum var
einkjumaður. Eftir sótu trý børn.
Alfred Olsen, 19 ár.
Aðrar vanlukkur
Í 1920 hendi ein vanlukka við vágssluppini
Immanuel, tá ið tann 20 ára gamli Mads
Berg Andreasen av Velbastað varð tikin
fyri borð av einum sjógvi. Sum nevnt fórst
Immanuel við 19 monnum í 1932.
Hetta ár druknaði Hans Winthereig úr
Skopun, tá ið ein útróðrarbátur holvdist
beint við Bogarnar. Tað eydnaðist at bjarga
tveimum monnum, men tíverri ikki Hans.
Eftir sat einkja við 6 børnum.
Dimmalætting: In Memoriam
Hóast fólk vóru von við vanlukkur á
sjónum, so var 1920 eitt stak vanlukkuligt
ár. Hvussu fólk tóku hesar vanlukkur
sæst í grein í Dimmalætting nýggjársaftan
1920:
Nytaarsnat gør vi vort regnskab op
for det svundne Aar, nogle af os maaske
med Glæde og Stolthed, andre i Sorg og
Bekymring for Fremtiden. Men mon i Aar
ikke den gladeste af os vil sende en Tanke
til alle dem, der sidder rundt i Hjemmene
og begræder Tabet af en Fader, en Broder,
en Søn, hvem de i det gamle Aar saa for
sidste Gang.
For vore Øer blev 1920 jo mest af alt
Ulykkernes Aar. Som vel ingensinde før
har de ramt den Stand, vore Fiskere, hvis
lod er paa det rige, mest ubarmhjertige
Hav at hente Rigdomme i Land til vore
Øer. Vort hjerte krymper sig ved Tanken
om de mange, mange, der kæmpede deres
sidste fortvivlede Kamp mod de rasende
Elementer i den til undergang viede Skude,
alle Dem for hvem Stormens Hyl og Havets
Torden blev deres Dødsmesse, hvis sidste
Raab kvaltes i Braadsøens kvælende
Vandmasser. Lys der sluktes – unge Liv
standset midt i deres Løb af en grusom
Skæbne!
Vi ved, at de til sidste Sekund med hver
Fiber spændt til det yderste har kæmpet
en forbitret og haabløs Kamp mod Und
ergangen, mod Overmagten, har kæmpet
for Liv og Hjem og Fædreland. Vi ved, at de
har taget mod Sømandens Dåd som Mænd
– sum Færinger.
Lad os da rejse dem den skønneste af
alle Mindesmærker, nemlig den trofaste
Bevarelse af deres Minde; ikke alene dem,
der sidder tilbage, skal bevare mindet
om dem, men hele det færøske Folk skal
mindes dem i Taknemlighed og Beundring,
thi de døde for deres Land saa godt, som
nogen Soldat paa den blodvædede Slag
mark.
Havet er vor store Krigergrav.
Súsanna misti mannin við Karen í 1920, og
doyði sjálv longu í 1925 saman við dóttrini.
Dánjal var ógiftur. Kortini tók hann
húsið hjá beiggja sínum upp á seg,
tá ið tey mistu bæði foreldrini.
Niels Tausen fórst við Karen.
Hann var tann fyrsti av fýra
brøðrum, sum doyðu á sjónum
Tvørábakki varð hart raktur av vanlukkunum í 1920.
Har vóru 18 hús, og missurin var 10 menn.