Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-12, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mars 2020síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. MARS 2020 SOSIALURIN 31 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 26 Bussur til Venj­ing­ar­ skúl­an Sosialurin skrivar 14. mars í 1970, at bussur skal ioyra skúlabørnini av Venj­ing­ar­ skúl­anum aftur og fram til svimji­hhylin. Tað kom fram á bý­ráðs­ fundi 12. mars. Blaðið ­skriv­ ar so­leiðis: »Allir limir vóru á fundi uttan Petur í Gong. 25. mál á skránni. Frá skúlanevndini: a) Mál viðv. flutningi við Venj­ing­ar­skúlan til og frá svim­j­i­hylinum. Samtykt varð at leiga buss at koyra tey, men skal hetta vera fyri­bils. Ynski eru frammi um at fáa ein svimjihyl í vest­ara partrinum av bý­ num. Frá býarplansnevndini 16 tilráðingar vóru, harav 9 um byggiloyvi. Hesi vóru játtað: Pf. Jákup á Dul ein til­ bygn­ing (garasju) á matr. nr. 872c. A. C. Lützens legat eini hús á matr. nr. 1265c (Við Oyggj­ar­vegin.) Bjarki Christiansen eini hand­ils­hús á matr. nr. 682y við teirri treyt at takið verð­ur broytt til saðiltak við minst 15° halli og í mesta lagi 45°, sbr. regl­ur­ nar fyri býarplan II). Finnur Olsen ein til­ bygn­ing á matr. nr. 871c, treyt­að av at hann verður 1,9 m frá vesturmarkinum. Niels Persson eina garasju á matr. nr. 1412m. Viggo Kjeld eina garasju á matr. nr. 1451d. Hjalmar Petersen eini hús á matr. nr. 793s. Tvær umsóknir vóru ikki játt­aðar. Hin fyrra frá Sonna Frederiksen um broyt­an av byggiloyvinum. Bý­ráð­ið helt fast við støðu sína av 12. sept. 1969 (ongin trimp­ul og reisingin lækk­ að 1 m). Hin seinna frá Elspu Krage­sten um byggiloyvi á matr. nr. 654a. Hetta økið er ætl­að frí­øki sb. býarplanin og tí var sýtt. Umsókn frá Magnusi Skæl­ing um loyvi at broyta kjall­ar­a­hæddina á matr. nr 312 varð játtað, treytað av at horn­ið verður avskorið 1,5 m inn frá horninum. Raðhús raplaðu av gassspreinging Afturhvarv úr SOSIALINUM 1970 Sosialurin 18. mars 1­970: Seinasta leyg­ ar­dag hendi ein stór gass­spreingin í ein­ um raðhúsum í Godt­ haab, sum førdi við sær, at eini nýggj rað­hus raplaðu niður V anlukkan hevur kost­ að átta monnum lívið, har­í­millum var hin 28 ára gamli John I. Venn­ed úr Klaksvík. Húsini, sum raplaðu, vóru rað­hús í fýra hæddu, men vóru í­búgv­arnir ikki fluttir innar. Teir sum lótu lív vóru handverkarar. Menn vita, at orsøkin til gass­ spreing­ingina var gass, men nærri orsøk kenna teir ikki. Serfrøðingar eru farnir úr Dan­mark at kanna málið. Van­lukkan førdi eisini við sær, at her­eft­ir verður enn trengri við í­búð­um enn tað hev­ ur verið. Íbúðarspurningurin er ógv­u­liga átroðkandi at fáa loyst í Godt­haab, og førdi vanlukkan til, at skil­ið gjørist enn verri. Húsini, sum vóru í fýra hæddum, fóru í knús av spreingini, sum kostaði átta monnu lívið Sosialurin 18. mars 1­970: ­Seinasta leyg­ ar­dag var sjó­mans­ heim­ið í runavík vígt av J. Joensen, vara­ bisk­upi L ongu í 1958 fóru menn und­ir fyrireikingarnar til at byggja sjó­mans­ heim í Runavík. Ymisk til­tøk hava verið gjørd fyri at fáa neyð­ug­an pening til vega, og stend­ur húsið í dag so at siga heilt lið­ugt. Tað er J. P. Gre­g­or­i­us­sen, sum hev­ur havt alt tekn­i­ar­bei­ðið um hend­i. Samlaði kostnaðurin av sjó­ mans­heim­inum er um 1,4 mill­i­ ón­ir krónur, og eru tær fingnar til vega á ymiskan hátt. Skipað var fyri burt­ur­lutingum, inn­ savn­ing­um og annað, og gav hetta um­leið 550.000 krónur. Harafturat hevur sjó­mans­ heim­ið fingið játtan frá lands­ stý­r­i­num, um ein studning upp á 100.000 krónur, sum skal latast yv­ir fýra ár. Lán hevur sjó­mans­ heim­ið fingið úr Trygg­ing­ar­sam­ band­i­num, Sparikassanum og Sjóv­a­tryggingini og øðrum. Teir, sum hava staðið fyri bygg­ing­ini eru: Jákup Oluf Jac­ ob­sen, byggimeistari úr Fugl­a­ firði, Zacharias Leitisstein hevur stað­ið fyri hita og saniteti, Hjal­ grím Davidsen hevur staðið fyri el-ar­beiðinum og Pauli Lam­ hauge hevur saman við Bethuel Ha­n­sen, staðið fyri mála­r­a­ar­ beið­inum. Í samband við vígsluna av sjó­ mans­heim­inum, var samkoma seinri um kvøldið, har røður og heils­anir vórðu bornar fram. 50 ár síðani Sjómansheimið í Runavík varð vígt