hósdagur 12. mars 2020síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. MARS 2020
SOSIALURIN 28
30
TRÓNDUR ARGE
M
ikukvøldið komu
feløgini og Fót
bóltssamband
ið ásamt um at
spæla 1.umfar uttan áskoðarar.
Síðani hava myndugleikar
nir í bæði Danmark og Før
oyum hert tilmælini og tað
ger at Starvsnevndin hjá FSF
hevur tikið avgerð um at allar
fótbóltskappingar í Føroyum
næstu tvær vikurnar verða
útsettar, skrivar Fótbóltssam
bandið í tíðindaskrivi í dag.
Eftir nýggjastu tilráðingina
frá heilsumyndugleikunum hós
morgunin hevur Fótbóltssam
band Føroya tikið avgerð um,
at ongir dystir í kappingunum,
fyriskipaðar av FSF, verða
spældir næstu tvær vikurnar.
– Vit fylgja ÍSF og heilsutilráð
ingunum, sum frámæla at dystir
og kappingar verða fyriskipaðar
komandi tvær vikurnar. Somu
leiðis hava vit í FSF gjørt av
at avlýsa allar landsliðs- og
úrvalsvenjingar
umframt
venjaraskeið í tíðarskeiðnum,
sigur Christian F. Andresen, for
seti í Fótbóltssambandi Føroya.
Dystirnir hjá A-landsliðnum
móti Danmark og Andorra
seinast í mars, og U21 dystirnir
móti Spania og Montenegro,
verða helst eisini útsettir.
– UEFA fyriskipar kapping
arnar hjá okkara landsliðum,
og tí er tað formelt UEFA, sum
skal útseta hesar dystir. Vit hava
tó verið í samband við UEFA og
væntandi kemur nærri kunning
frá teimum fyrst í komandi viku
um ávirkanina, ið coronasmittan
hevur á landsliðsfótbólt í Ev
ropa, sigur FSF-forsetin.
Rokaligt Coronavikuskiftið
Tað hevur verið ein rokalig
byrjan upp á kappingarárið.
Fríggjadagin í farnu viku vóru
boðini, at spælast skuldi uttan
áskoðarar. Leygarkvøldið vóru
boðini at ongin dystur skuldi
spælast Feløg sum HB, B36
og seinast eisini KÍ komu við
hvassum atfinningum av hand
faringini av málinum.
Mikukvøldið var fundur í
FSF-húsinum, har feløgini og
Fótbóltssambandið komu ásamt
um at spæla nú sunnudagin,
men uttan áskoðarar. Sum skilst,
so var ikki full semja um hesa
avgerðina, men tá ein meiriluti
tók undir við avgerðini, beiv
eisini mælt til at vísa ein felags
front.
Á døgurða hósdagin kom so
tíðindaskriv, har Fótbóltssam
bandið útsetur allar dystur í tvær
vikur. Flestu fótbóltsfeløgini,
fyri ikki at siga øll, hava eisini
tikið undir við tilmælinum um
at útsetta alt virksemi í tvær
vikur.
Tríggir dystardagar skulu
bjarga kappingini
Tað verður ein avbjóðing, at
fáa allar kappingina at liggja,
tá hon er útsett í ein mánað.
Bjargingin kann verða avlýstu
landsdystirnir. Róin Schrøter,
formaður í kappingarnevndini,
segði soleiðis við Sosialin miku
dagin.
-Vanliga leggja vit kapp
ingina, so at tað eru nakrir
miðvikudagar, har vit kunnu
innheinta um tað skuldi verið
vánaligt veður, ella sum í hesum
førinum, tá okkurt óvæntað rak
ar sum coronavirusið, segði Róin
Schrøter.
Sum skilst, so eru tríggir
dystardagar tøkir í skránni,
har umfør kunnu spælast, men
bjargingin kann liggja í avlýstu
landsdystunum. Føroyar skuldi
upprunaliga spæla móti Dan
mark í Herning 27. mars. DBU
hevur longu boðað frá, at tað
verður uttan áskoðarar. Nú er
ynski at avlýsa. Føroyar skulu
eisini spæla móti Andorra á úti
vølli 30. mars.
-Vit ynskja ikki at bera smittu
na víðari til tey veikastu í sam
felagnum, og vilja heldur ikki
seta okkara landsliðsspælarar,
fjepparar ella onnur, sum er
kring landsliðið, í vanda. Vit eru
í samráði við UEFA um tey prak
tisku tingini við víkjandi lands
dystunum, sigur Kenneth Reeh
úr DBU.
Stendur støðan ikki við tá og
dystir kunnu spælast um hetta
tíðarskeiðið, so verður møguligt
at innheita tey fyrstu umførini,
verður mett.
UEFA innkallar til fund
Evropesiska Fótbóltssambandið
hevur kallað inn til fund við øll 55
limalondini. Orsøkin er corona
smittan, sum nú ávirkar fleiri
av landskappingnum í Evropa.
Eitt nú eru landskappingarnar
í Spania, Italia, Norra og
Danmark millum tær, sum eru
útsettar. Tað eru avgerandi
Champions League og Europa
League dystir í næstum, og so er
tað EM endaspælið, sum verður
í summar. Hesa ferð verður tað
í fleiri av stórbýunum kring alt
Evropa. Tað er nokk eisini bara
ein spurningur um tíð, áðrenn at
Premier League eisini verið rakt.
Longu nú eru tveir spælarar
raktir av COVID-19. Ein verju
spælari úr Hannover 96 og
Daniele Rugani hjá Juventus.
Tað merkir eisini at sjálvt
heimskendi liðfelagin, Cristiano
Ronaldo, situr í sóttarhaldi. Tað
sama ger alt Real Madrid liðið,
eftir at ein kurvabóltsspælari
hjá Real Madrid er testaður
positivtur fyri COVID-19.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
Fótbóltssambandið hevur tikið undir við
Ítróttasambandi Føroya, og hevur avlýst
allan fótbólt komandi tvær vikurnar. Øll
feløgini í Føroyum hava eisini tikið undir við
tilmælinum og gevst við venjing í tvær vikur
Coronasmittan:
ALLUR FÓTBÓLTUR
ALLUR FÓTBÓLTUR
ER ÚTSETTUR
ER ÚTSETTUR
Í TVÆR VIKUR
Í TVÆR VIKUR