Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-12, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mars 2020síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. MARS 2020 SOSIALURIN 28 31 SJÚRÐUR HILDARSON HOYDAL Í tróttarsamband Føroya heitti fríggjadagin 6. mars á øll sersambondini, um at ansa eftir smittu­vanda­ num. Ráðini vóru millum annað, at ikki savnað fleiri enn 500 fólk, at sóttreinsa bóltar og aðra útgerð við spritt, og at leikarar skuldu ikki taka í hendurnar á hvørjum øðrum. Størru tiltøkini avlýst beinanvegin Sama fríggjadagin komu fyrstu veruligu avboðini. Allur fót­bólt­ urin var útsettur, stóra barna­ kappingin í flogbólt var avlýst, og allar ítróttargreinar settu tiltøk í verk. Hjá summum vóru kappingar avgreiddar uttan áskoðarar, og eitt nú í fimleiki skiftust liðini at sleppa inn í høllina. Hondbólturin hevði ikki sett stórar avmarkingar í verk, men heitti á áskoðarar, leikarar og hjálparfólk í høllini um at fylgja tilmælum frá ÍSF og heilsu­ myndugleikum. Har eru sjáldan nógv fleiri enn 100 áskoðarar til vanligar hondbóltsdystir, so tí var ikki mett neyðugt at steingja hurðarnar. Sóttreinsaðu hendurnar áðrenn dyst Dagin eftir tilmælini, leyg­ar­ dagin, spældi KÍF týðandi dyst ímóti H71 í Kollafirði. 80 áskoð­ arar vóru skrásettir, og dystar­ dagurin fór fram so at siga sum van­ligt. Nakrar ábendingar um støðuna sóust tó. Fólkini í atgongumerkjasøluni vóru í handsk­um og við teirra lið var enn eitt fólk, ið hevði ábyrgdina av at útvega spritt til hendurnar á teimum vitjandi. Við dystarbyrjan var flent eftir støðuni, tá ið leikararnir heilsað­ust við fótunum heldur enn vanliga lógvatakinum. Hilmar Leon Jakobsen og Andrias Nielsen royndu hetta, men brustu so sprittaðu lógvarnar saman kortini. Teir fóru jú at leypa í krovið á hvørj­ um øðrum um eina løtu. Ein seinasti spennandi hondbóltsdystur Í Vestmanna mikukvøldið var nakað meira av fólki savnað í Ítrótt­ar­høllini, har mansliðini hjá VÍF og Neistin spældu av­ gerandi hondbóltsdystin klokk­ an 20.00. 137 áskoðarar vóru skrásettir at vera til dystin, ið gjørdist sera spennandi. Tá ið tað í evstu løtu eydnaðist VÍF at javna til 29-29 og tryggja javnleikin, vóru vest­ menningar fegnir. Sóttin var gloymd eina løtu, tí VÍF hevði tryggjað sær hálvfinaluplássið í Okkaradeildini. Eina stigi hjá Neistanum merkti eisini, at neistafólk kundu gleða seg til hálv­finalurnar, tí tað er óhugs­ andi, at Neistin ikki skal gera arbeiðið liðugt ímóti Team Klaks­vík og Kyndli. Klokkan var 21.20, tá ið dysturin endaði og fólk fóru til hús, meðan 1. deildarliðini sum vant hildu á til nakað eftir klokkan 23.00 Hesin dysturin í fyrstu deild gjørdist hin seinasti á hesum sinni. Tí um klokkan 22.00 komu fyrstu boðini um, at hond­bólt­ urin skuldi steðgast. Eingir dystir yvirhøvur í 14 dagar vóru boðini frá HSF, ið eisini kom við einari áheitan um, at steðga allari venjing. Alt virksemi steðgar í 14 dagar Og tað vóru ikki bara hond­bólts­ fólkini, ið fingu hendan skelkin. Boðini vóru tey somu tvørtur um allar ítróttargreinar. - Vit heita inniliga á øll feløg­ ini at steðga allari venjing í øllum deildum frá í dag og í tvær vikur fyri fyrst, segði Flog­bóltssamband Føroya, ið greitt segði at tað er bannað at avgreiða dystir næstu tvær vikur­nar. Ítróttarsambandið kom eisini við einari inniligari áheitan: - Venjingar, dystir, kappingar og annars øll tiltøk í føroyska ítrótta­heiminum – bæði innan­dura og uttandura – eiga at steðga fyribils í tvær vikur í øllum deildum og aldursbólkum, vóru boðini frá Ítróttarsambandi Føroya. – Vit hava øll møguleika at taka ábyrgd, tí hvør einstakur kann gera sítt til at minka um smittu­vandan. Eg heiti staðiliga á føroyska ítróttaheimin um, at taka støðuna í størsta álvara. Um vit vísa samfelagssinni og rættan hugburð, so megna vit nógv í hesi truplu støðu. – Føroyskur ítróttur skal undir ongum umstøðum verða ein smittu­kelda. Við at steðga á nú, bindur føroyski ítróttaheimurin um heilan fingur og er við til at basa smittuni, segði Elin Heðins­ dótt­ir Joensen, ÍSF-forseti, hós­ morgun­in. Eingir landsdystir og og óvissa um kappingina Brádliga hevur veruleikin av álvara rakt allan ítróttarheimin. Hálvfinalugleðin í Vestmanna og stóri spenningurin í innandura ítróttarkappingunum, ið áttu at verið í avgerandi løtunum nú, er alt gloymt, og í løtuni er óvist hvussu ársins Føroyameistarar skulu finnast. Gunn Ellefsen, forkvinna í Hond­bóltssambandi Føroya, sigur at tey fara á fund við feløg­ ini í næstum, og at avgerðir vera tiknar alt eftir hvussu støðan broytist næstu tíggju dagarnar. - Men vit vita jú ikki um vit um tíggju dagar skulu bíða tíggju dagar afturat, sigur for­ kvinn­an, ið eisini greiðir frá, at kapp­ingarnar fara ikki í gongd fyrr enn leikarar hava fingið møgu­l­eika at venja í høllunum. Føroyska kvinnulandsliðið slepp­ur heldur ikki at venja, og tí hevur HSF boðað evropeisku hond­bóltssamgonguni frá, at teir báð­ir undankappingardystirnir ímóti Ukraina, ið skuldu spælast um tvær vikur vera av ongum. Meðan fólk flest gjørdust varug við álvaran av farsóttini, vunnu VÍF og Neistin hvør sítt týðandi stig, ið mundi senda bæði liðini í hálvfinalurnar í Okkaradeildini – Men stutt eftir var alt hetta gloymt Hondbóltur: VÍF SPÆLDI SEG Í VÍF SPÆLDI SEG Í HÁLVFINALUNA HÁLVFINALUNA ÁÐRENN ÁÐRENN VERULEIKIN RAKTI VERULEIKIN RAKTI Flestu ítróttargreinar selja bert atgongumerki fyri reiðan pening, so spritt og handskar sóust við søludiskarnar í høllunum Janus Jakobsen og Tróndur Mikkelsen stríddu seg til javnleik áðrenn teir fingu at vita at teir sleppa ikki at venja ella spæla næstu 14 dagarnar