mánadagur 16. mars 2020síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. mars 2020 · Nr. 32
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Corona-hóttafallið sær út til at fáa
katastrofalar avleiðingar fyri sam
felagið, tí er neyðugt, at vit standa
saman, at vit viðra tey trygdartiltøk,
sum eru sett í verk, og at politiska
skipanin verurliga tekur seg saman
at hjálpa vinnuni.
Tað er gott at landsstýrið kemur
við einum hjálparpakka, og vón
andi stendur øll tann politiska skip
anin saman um tey tøk, sum verða
tikin. Men lønarendurgjaldið, sum
skotið er upp, tykist at vera í lægra
lagi.
Í Danmark hava sett markið
munandi hægri, sum fólk fáa í end
urgjaldi, enn tað, sum varð lagt
fram á tíðindafundinum hjá lands
stýrinum í gjár.
Ætlanin er at Arbeiðsloysisskip
anin skal hjálpa einum parti, og at
dagpeningaskipanin skal lofta ein
um parti.
Tað er sjálvandi, at fegnast um,
at tiltøk verða sett í verk – og sum
fíggjarmálaráðaharrin segði á tíð
indafundinum, so hava vit ikki ráð
at lata vera.
Men politiska skipanin kann
akkurát tað sama sláa seg til tols
við, at hetta verður ein dýrur um
gangur fyri landið. Tí landið má
lofta baði starvsfólki og virkjum, so
tað ikki verður ein fatal katastrofa.
Tí er eingin orsøk til at seta
markið so lágt, at fólk ikki megna
at røkja sínar fíggjarligu skyldur.
Men sum landið liggur nú, so eru
vit aftur her eftirbátur í mun til
Danmark.
Ferðavinnan og avleiddar vinnur
av henni eru ringast fyri og treingir
til serliga hjálp. Men vit mugu ansa
eftir, so almennir stovnar ikki gera
støðuna verri enn neyðugt, við at
steðga øllum tænastum, so sum vit
sóu Aktstovuna gera fríggjadagin.
Sjálvandi má tað bera til hjá bil
asølum at skráseta nýggjar bilar.
Her mugu almennir stovnsleiðarar
vísa fyrilit, so skerda virksemið ikki
spennir bein fyri tí partinum av
vinnulívinum sum framvegis kann
hóra undan.
Í Danmark hava verið tríparts
samráðingar millum arbeiðsgevar
ar, fakfeløg og stjórnina um tey til
tøk, sum eru sett í verk. Í Føroyum
hava fakfeløgini ikki verið í til
gongdini, og tað er kanska tí, at
fiskavirkisskipanin hjá ALS verður
brúkt sum modell.
Sjálvandi
skuldu
fakfeløgini
verið við í tilgongdini, soleiðis
at verulig atlit vóru tikin fyri
løntakarum. Tí ein túsundkrónu
seðil meira ella minni merkist væl,
tá tú skalt niður um 20.000 krónur í
mánaðarløn, og eingin okkara ánar,
hvussu leingi hetta fer at standa
við. Men tøk mugu takast – men tað
mugu vera tøk, sum veruliga hjálpa.
Allir partar mugu vera við
og semjast um krepputiltøkini
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
LANDIÐ SKAL SJÁLVANDI HJÁLPA
Ógreið
boð um
barna
ansing
SÍÐA 4-5
Eru
givin at
hamstra
TÍÐINDI SÍÐA 7
Tað eru ikki øll,
ið taka at verða
sett í sóttarhald
í nóg stórum
álvára. Og tað
er ein stór
avbjóðing í mun
til at avbyrgja
corona smittuna
í Føroyum
Tað sigur Lars Fodgaard
Møller, landslækni.
– Eg kann tíverri bara stað
festa í mínum arbeiði sein
astu vikurnar, at tað eru fleiri,
sum ikki fylgja teimum tilráð
ingum, ið hanga saman við at
verða send í sóttarhald. Skulu
vit avmarka corona smittuni í
Føroyum, er avgerandi, at fólk
taka allar tilráðingar í størsta
álvara, sigur Lars Fodgaard
Møller, landslækni
Kaj Leo Holm Johannesen,
landsstýrismaður í heilsumál
um, heitir staðiliga á øll um
at fylgja tilráðingunum frá
heilsumyndugleikunum.
– Tað verða brúktir stórir
stavir – bæði í Føroyum og
kring allan heim um, at vit
mugu ansa eftir hvørjum øðr
um og taka neyðug atlit. Tað
er týdningarmikið, at vit øll
gera okkara og standa saman,
so at vit tryggja, at so fá sum
gjørligt verða smittað, sigur
landsstýrismaðurin í heilsu
málum.
Sóttarhaldið verður ikki
tikið í nóg stórum álvara
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Tað er óvirðiligt
at senda av
byrgdum føroy
ingum kunning
um corona á
donskum
Gott nokk er Landslækna
stovnurin ein danskur stovn
ur, og gott nokk er lands
læknin dani. Men óvirðiligt
er tað at senda donsk brøv
út til teir væl oman fyri 100
føroyingar, sum sita í sótt
arhaldi. Tað er ósømuligt og
óvirðiligt.
Um eingin hjá Lands
læknanum dugir at skriva
á føroyskum, so er lagað
manni at keypa sær ta hjálp
uttanífrá.
Tað minsta er at avbyrgdu
føroyingarnir – sum ikki
kunnu hava samband við
nakran – verða kunnað um
álvarsomu støðun á sínum
egna móðurmáli.
– Eg kann tíverri bara staðfesta í mínum arbeiði seinastu vikurnar, at tað eru fleiri, sum ikki
fylgja teimum tilráðingum, ið hanga saman við at verða send í sóttarhald, sigur landslæknin
Til haldarar, sum ikki
hava fingið Sosialin
Um Sosialurin ikki er borin haldarum klokkan 20 á
kvøldi mánakvøld, mikukvøld og fríggjakvøld – sendið
teldupost til klaga@sosialurin.fo
Skrivið fór ólukkum
á føroyskum!