Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-16, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mars 2020síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 16. mars 2020 · Nr. 32 TÍÐINDI Feløgini á arbeiðsmarknaðinum fegnast um hjálparpakkan Hjálparpakkin verður væl móttikin, hóast bæði arbeiðsgevrar og arbeiðstakarar halda, at justeringar skulu til Árni Gregersen Í gjár kom landsstýrið út við einari ætlan, sum hevur til endamáls at hjálpa føroyska vinnulívinum og føroysku løntakarunum, nú corona-vir­ us av álvara ávirkar virksemi í land­inum. Á tíðinafundi sunnudagin var hjálparpakkin lagdru fram fyri almenninginum. Tað er avgerandi neyðugt, at sam­felagshjólini halda fram at mala so ótarnað sum tilber, hó­ast átøk eru sett í verk fyri at avmarka coronasmittuna. Landsstýrið hevur tí gjørt ein vinnuligan hjálparpakka við fýra ítøkiligum átøkum, ið skal hjálpa føroyingum og før­ oysk­um fyritøkum, sum kunnu rokna við minkaðum eftir­spurningi og minni ar­ beiði. - Við hjálparpakkanum kann vinnuliga virksemið halda fram so ótarnað sum til­ber kom­andi tíðina, sigur Helgi Abra­hamsen, lands­stýris­mað­ ur í vinnumálum. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur havt neyvt samstarv við landsstýrið um hjálparpakkan, meðan Føroya Arbeiðarafelag ikki hevur verið við. Roknað verður við, at fleiri fáa minni at gera komandi tíð­ ina. Færri ferðafólk koma til Før­oya, og tað fer at raka ferða­vinnuna í summar. Virk­ semið í samfelagnum verður merkt av, at vit skulu vera meira heima og minni úti. Føroyar verða eisini ávirk­ aðar av búskapargongdini úti í heimi. Tað fer helst at hava við sær, at eftirspurningurin eftir føroyskum útflutningi fer at minka. Í síðstu løtu Fráboðanin um hjálparpakkan kom í tøkum tíma. -Tað var avgerandi, at hesin boðskapurin kom í dag, tí vit í vinnuhúsinum eru sannførd um, at kom hann ikki sunnu­ dagin, so fingu vit hóp­upp­ sagnir mánadagin, sigur Marita Rasmussen, stjóri í vinnu­ húsinum. Eisini Georg Hansen, for­ maður í Føroya Arbeiðarafelag er nøgdur við hjálparpakkan og at hann kom nú. - Ja, tað eru vit, men tað eru kortini ymiskt, sum vit fegin vilja hava broytt. Vit halda, at gjaldið til teirra, sum verða send til hús er í lægra lagi, men hesum arbeiða vit við, sigur hann. Ein annar trupuleiki er, hvør skal ansa børnunum hjá tedimum, sum framhaldandi virka í privatu vinnuni. - Summastaðni eru barna­ garðar og vøggustovur stongd­ ar. Tá sleppa fólk ikki til ar­ beiðis, sigur formaðurin í Før­oya Arbeiðarafelag. Eisini Marita Rasmussen finst at teimum kommunum, sum hava latið ansingar­stovn­ ar­nar heilt aftur. Á tíðindafundi sunnu­ kvøldið gjørdi Jenis av Rana, lands­stýrismaður, heilt greitt at tað ongantíð var ætlanin. - Eru ansingarstovnarnir stongd­ir, so skulu til krevja, at tedsir verða lætnir uppaftur segði hann. Í løtuni verðqa hesir spurn­ ingar viðgjørdir hjá almennu myndugleikunbum. Fyrsta átak - Vit mugu minast til, ata alt tekur tíð at fáa miðla út og sett í verk í praksis. Eg haldi vit skulu fegnast um, at hol er sett á og so mugu vit fáa justera viðurskiftini so við og við, so hvørt sum vit hava orku til tess, sigur Marita Ramussen, stjóri í Vinnuhúsinum. Myndugleikarnir vita, at tal­ an er um eina heilsukreppu, men royna at sleppa undan, at hetta gerst til eina bú­skap­ar­ kreppu eisini. - Hetta er í løtuni ein heilsu­ kreppa, ið fær stórar av­leið­ ingar fyri búskapin. Uppgávan er at forða fyri, at avleið­ing­ arnar verða so stórar, at tær fáa varandi ávirkan á føroyska búskapin, sigur Helgi Abra­ ham­sen, landsstýrismaður í vinnumálum. Hjálparpakkin skal setast í verk við lógarbroytingum og skundviðgerð í Løgtinginum. Tað er trupult at meta um kostnaðin av átøkunum, tí tað er treytað av sjúkugongdini í samfelagnum, og neyðugum til­lagingum hjá vinnu­fyri­tøk­ um. Landskassin og ALS bera kostnaðin, og samlaði kostn­ aðurin verður í fyrsta umfari mettur at vera omanfyri 100 mió. kr. HJÁLPARPAKKIN TIL FÓLK OG FYRITØKUR 1. ENDURRINDA LØN UNDIR SJÚKU. Tað vil siga, at dagpengalógin verður víðkað til eisini at fevna um løntakarar og sjálvstøðug vinnurekandi, ið eru sett í sóttarhald, ella sjálvboðin eru farin í sóttarhald. Tað verður tó ikki endurrindað fyri starvsfólk, ið kunnu arbeiða heimanífrá. Landskassin ber kostnaðin. 2. ÍSKOYTI TIL NIÐURSETTA ARBEIÐSTÍÐ. Tað vil siga, at løntakarar fáa arbeiðsloysisstuðul sum eitt ískoyti, um tað gerst neyðugt hjá arbeiðsgevarum at seta starvsfólk niður í tíð. ALS ber kostnaðin. 3. TILTØK AT BØTA UM LIKVIDITETIN HJÁ FYRITØKUM. Tað vil siga, at avrokning av MVG fyri 1. ársfjórðing verður útsett til avrokningina av 2. ársfjórðingi, so gjaldførið hjá vinnuni verður styrkt við 400 mió. kr. í alt komandi mánaðirnar. 4. GARANTISKIPAN UM RAKSTRARFÍGGING. Tað er ein serlig ríkisgarantiskipan, sum tryggjar smáum og miðalstórum fyritøkum í ríkisfelagsskapinum nøktandi atgongd til rakstrarfígging. Danski vakstrargrunnur fíggjar hesa skipanina Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður við vinnumálum Georg Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag. Marita Rasmussen, stjóri í vinnuhúsinum