Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mars 2020síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 16. mars 2020 · Nr. 32 TÍÐINDI Í hesum coronadøgum eru boðini tey, at starvsfólk, bæði alment og privat, í størstan mun, arbeiða heimanífrá. Stovnar og skúlar lata aftur, og tað merkir, at børnini eisini eru heima. Tó er eitt minimum-tilboð til tey, sum ikki kunnu passa síni børn av ymiskum orsøkum. Hetta hevur við sær, at serliga smábarnafamiljur eru í villareiði, tí tað gerst torført at arbeiða heimanífrá og at hava børnini heima. Væntast kann tó, at almenni myndugleikin kemur við neyvlýsing komandi dagarnar Annika Kunoy Im annika@sosialurin.fo Landsins myndugleikar góvu hósdagin í síðstu viku boð um at avmarka virksemið í land­in­ um, soleiðis at vit í felag kunnu avmarka smittuna av COV­ ID­-19 í Føroyum. Tá vórðu eis­ ini boð givin um, at børn skulu vera heima, og at skúlar og dag­stovnar kring landið bert hava opið í sera avmarkaðan mun. Boðini frá kommununum kring landið viðvíkjandi, hvussu dagstovnaøkið nú skal skip­ast komandi tíðina eru ymisk. Og tí kann tað verða torført hjá foreldrum at meta, um tey áttu at tikið av av­mark­aða ansing­ ar­tilboðunum í komm­ununi ella ikki – hóast tey ongan ann­an møguleika hava fyri ans­ing og tí mugu vera heima við børnunum. Á heimasíðuni hjá Tórs­ havn­ar kommunu stendur, at frá mánadegnum 16. mars er virksemið á dagstovnaøkinum bert opið fyri børnum, hvørs foreldur skulu røkja arbeiðs­ ligar skyldur, ið neyðugar eru í samfelagnum og tí hava tørv á tilboði á dagstovni til børnini. Foreldur, ið hava tørv á dag­ stovna­tilboði, skulu boða dag­ stovna­leiðaranum frá, nær tey hava tørv á dagstovninum og við hvørji orsøk. Hetta skuldu for­eldur gera í seinasta lagi kl. 13. fríggjadagin 13.03.2020, so virk­semið kundi skipast. Á heimasíðuni hjá Klaks­vík­ ar kommunu stendur, at dag­ stovna­økið stongir virksemið. Um tørvur er á at gera brúk av hesum tilboðum, skulu foreld­ ur­/verjar venda sær til við­ kom­andi leiðara. Heitt verður á foreldur/verjar um einans at gera brúk av hesum møguleika, um ongin onnur loysn er. Á heimasíðuni hjá Runa­vík­ ar kommuni stendur, at dag­ stovnarnir verða við nógv skerdari orku hildnir opnir, fyri at týðandi funktiónir í lokal­samfelagnum annars kunnu halda fram við sínum virk­ semi, tí skulu øll, sum hava ann­an møguleika fyri ansing, royna tann møguleikan fyrst av øllum. Frá mánamorgni 16. mars tekur dagstovnavirksemi bert ímóti børnum, hvørs for­ eldur skulu røkja arbeiðsligar skyldur, sum eru átrokandi í sam­felagnum, framleiðslu­vinn­ an incl., og samsvarandi hes­ um hava tørv á ansing. Eyðun Christiansen, stjóri í kommunufelagnum, sigur at tað er ein tulkingarspurningur, tí undantøkini fyri ansing fevna um tey, sum hava týdn­ ing fyri at samfelagshjólini mæla. – Hava tey ikki aðra ansing, so mugu tey fara í kommunala ansing, sigur hann. Hann tekur undir við, at hesi boðini kunnu tykjast ógreið hjá summum, tá stig verða tikin til, at vit í stóran mun arbeiða heimanífrá, børn­ ini ikki fara á stovn ella í skúla, vit stuðla upp undir, at vinnu­ lívið koyrir, og vit taka okkum av hvørjum øðrum. – Tað er torført at nágreina slík boð. Vit vilja hava so fá sum gjørligt inn á stovnarnar, og vit vilja eisini, at grund­ leggj­andi samfelagsvirksemi held­ur á. Ikki bert í heilsu­verk­ in­um, sigur hann. Eyðun Christiansen væntar, at ein nágreining kemur við­ víkj­andi, hvør kann og eigur at taka av kommunalari ansing hes­ar dagarnar. – Tað er ein misskiljing, at nakrir stovnar siga, at fólk í privatu vinnuni ikki hava rætt til ansing, sigur hann. Samfelagið má ikki steðga upp Marita Rasmussen, stjóri í Vinnu­húsinum, sigur, at tað er FAMILJUR FÁA Ó BOÐ UM BARNA