mánadagur 16. mars 2020síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 16. mars 2020 · Nr. 32
TÍÐINDI
umráðandi, at samfelagið ikki
steðgar upp hesar vikurnar,
hóast Løgmaður hósdagin gav
boð um, at virksemið í landin
um minkar.
Við hesum boðunum varð
eisini boðað frá, at børn skulu
vera heima, og at skúlar og
dagstovnar kring landið bert
hava opið í sera avmarkaðan
mun.
– Vinnufyritøkur skulu so
gjørligt koyra so ótarnað, sum
gjørligt er. Tey starvsfólk, sum
ikki hava annan møguleika fáa
ansing til síni børn kunnu taka
av kommunala ansingartilboðn
um, sigur Marita Rasmussen.
Á heimasíðuni hjá Føroya
Arbeiðsgevarafelag stendur, at
tey hava verið í samband við
kommunufelagið, og sambært
teimum er barnaansing tøk
fyri tey, ið hava tørv á ansing
til og við 3. flokk starvsfólk í
privatu vinnuni fáa framvegis
børnini ansað á stovni.
– Kunningin sum higartil er
farin út frá kommununum um
barnaansing
hevur
verið
mangulfull og ógreið. Tí er tað
neyðugt undr øllum umstøð
um við nýggjari kunning, sigur
hon.
Arbeiða heimanífrá
uttan ansingartilboð
Tá løgmaður hósdagin í síðstu
viku á tíðindafundi boðaði frá,
at Føroyar fór niður í ferð
komandi tíðina, segði hann, at
vit nú vera meir heima og
minni úti fyri at fyribyrgja
smittuvanda. Hann segði eis
ini, at skúlar, forskúlar og dag
tilboð lata aftur, men at sam
stundis
verður
eitt
mini--
mum-tilboð til tey, sum ikki
kunnu passa síni børn av
ymiskum orsøkum.
– Vit hava nakrar grund
leggjandi funktiónir í samfel
agnum, sum skulu koyra, og tí
er neyðugt at hava ansing
møguliga fyri tey, sum ikki
kunnu hava børnini ansað aðr
ar vegir, segði Løgmaður hós
dagin í síðstu viku.
Samstundis gav hann boð
um, at starvsfólk á almenna
arbeiðsmarknaðinum arbeiða
heimanífrá.
– Á almenna arbeiðsmarkn
aðinum verða øll tey, sum ikki
røkja tær mest krevjandi upp
gávurnar biðin um í størst
møguligan mun at arbeiða
heimanífrá.
– Vit kunnu staðfesta, at tað
privata í stóran mun hevur
tikið stig til at verja ímóti
smittu. Tær stóru fyritøkurnar
í Føroyum hava sent fólk heim
at arbeiða, har tað ber til. Eisini
hava tær býtt upp hold, soleið
is at tær tryggja, at framleiðsl
an kann halda áfram, segði
Bárður á Steig Nielsen hósdag
in.
– Vit vóna, at at tey fylgja
nýgivnu átøkunum og halda
áfram við at hava egin átøk
eisini, segði hann.
Hetta merkir sjálvsagt, at
fleiri foreldur í Føroyum í dag
ikki eru til arbeiðis á vanligan
hátt men eru heima og verða
noydd til at arbeiða heimaní
frá, hóast tey ikki hava børnini
í ansing – bæði á almenna og
privata arbeiðsmarknaðinum.
Fáa neyvlýsing
komandi dagarnar
Fíggjamálaráðið skrivar á heima
síðu teirra, at: “starvsfólk hev
ur skyldu at møta til arbeiðis,
hóast ansing ikki fæst til
børnini. Arbeiðsgevarin hevur
ikki skyldu at gjalda løn til
starvsfólk, sum eru fráverandi
av hesi orsøk.Tó eiga arbeiðs
gevarin og starvsfólkið, har
umstøðurnar loyva tí, saman
at finna eina loysn, soleiðis at
starvsfólkið
antin
arbeiðir
heimanífra, avspákar ella held
ur feriu við ella uttan løn.”
Í viðmerking til hatta sigur
Jan Mortensen, lønarstjóri á
Fíggjarmálaráðnum, at starvs
fólk og leiðsla hvør í sínum
føri mugu finna eina loysn.
– Arbeiðir tú til dømis á ein
um sjúkrahúsi, so er neyðugt
at tú møtir til arbeiðis, men ar
beiðir tú á einum kontóri, so
mást tú saman við leiðsluni
finna eina loysn, tí tað eri
fleiri, sum kunnu gera sítt ar
beiði heimanífrá, sigur Jan
Mortensen.
Spurdur um, hvussu tey fáa
arbeitt heimanífrá, um tey
hava smábørn heima eisini,
sum krevja ansing, sigur hann,
at tey skulu gera tað, sum tey
megna og vísir eisini á, at dag
stovnar hava skyldu til at ansa
teimum børnum, har foreldrini
ikki hava aðrar møguleikar.
– Tað ber til at røkja eitt
starv heimanífrá, hóast børn
ini eru har. Tað er kanska ikki
fulla tíð, men í ávísan mun ber
tað til. Hetta er ein kreppu
støða, og tí má man royna at
finna eina loysn, sigur hann.
Jan Mortensen vil ikki ná
greina nærri, tí hann heldur, at
tað í hesum døgum er umráð
andi, at boðini eru einføld og
ikki gerast meir innviklað enn
tað sama. Tó, so sigur hann, at
vit kunnu rokna við, at al
mennu myndugleikarnir koma
við presisering ella neyvlýsing
komandi dagarnar.
ÓGREIÐ
AANSING
Hósdagin í síðstu viku varð boðað frá, at allir
næmingar skulu vera heima við hús. Føroya Landsstýri
skrivar á heimasíðuni www.corona.fo, at hesi stigini
verða tikin, tí smittan breiðir seg skjótt, og tað
ger hon serliga har, sum nógv fólk eru saman.
– Tí er tað ómetaliga týdningarmikið, at hildið verður
fast í, at bæði starvsfólk og børn skulu vera heima,
so smittuvandin gerst so lítil sum gjørligt. Tað er
týdningarmikið, at skúli og stovnar kunna foreldrini
um, at hesi stig eru tikin fyri at verja okkum øll
ímóti smittuni, og besta verjan er, at vit koma so
lítið saman sum til ber, skriva myndugleikarnir.
Har stendur eisini at lesa, at skúlar og stovnar mugu
taka á seg ta skyldu viðvíkjandi teimum børnum
hvørs foreldur røkja serliga avgerandi arbeiði.
– Tað er týdningarmikið at samfelagið ikki steðgar upp,
og at vinnuligt virksemi sleppur at halda fram so ótarnað
sum til ber. Tað snýr seg um flutning, handilsvinnu,
útflutningsvinnu, avgerðandi samfelagsveitingar, so
sum samskifti, ruskkoyring og elveiting og so framvegis.
Her hava skúlar, fritíðarskúlar og dagstovnar eina
skyldu, so samfelagið fær virkað so ótarnað, sum
til ber, kunnar Føroya Landsstýri á heimasíðuni.
– Dagstovnar, skúlar og frítíðarskúlar taka ímóti børnum
upp til 3. flokki, tá ið foreldur onga aðra loysn hava enn at
senda børn síni skúla ella stovn, stendur framhaldandi.