mánadagur 16. mars 2020síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 16. mars 2020 · Nr. 32
TÍÐINDI
MIST TÚSUND HOTEL
NÆTUR Í MARS
Felagið Gist & Vist, sum varðar av Hotel Føroyar, Hotel
Tórshavn og Hotel Vágar, hava mist túsund hotelnætur bara
í mars. Avlýsingarnar rapla inn fyri komandi mánaðirnar
Frants Jensen
frants@sosialurin.fo
– Tað sær ikki gott út, og vit
hava ikki góðar vónir fyri
hetta árið, sigur Jóhanna Ras
musssen, sølustjóri hjá Gist &
Vist, ið tekur sær av øllum
hotelbíleggingunum.
Ferðavinnan er ein av vinn
unum, ið merkir størst avleið
ingar av coronasmittuni. Og
hóast mars er lágárstíð hjá
gistingarhúsunum, so eru av
leiðingarnar ógvusligar hjá gist
ingarhúsunum.
– Vit eru ikki komin ígjøgn
um allar teldupostarnar, har
einstaklingar, ferðaløg, ráð
stevnur og onnur avlýsa. Men
tað eru sera nógvar avlýsingar.
Bara í mars hava vit mist um
leið túsund hotelnætur, sigur
Jóhanna Rasmussen.
Ferðavinnan hevur seinnu
árini stríðst við at leingja um
háárstíðina, og tað er partvís
eydnast, tí at fleiri og fleiri
hava eisini ferðast um veturin,
og harvið eru eisini fleiri hotel
kømur bíløgd.
Avlýsingar omaná
avlýsingar
Men nú hevur coronasmittan
broytt alt upp á heilt stutta tíð.
– Hotellini eru ikki heilt
tóm, men so gott sum tóm. Tað
er sera harmiligt, tá ið vit hava
stríðst í fleiri ár fyri at fáa
fleiri ferðandi um veturin, og
tað hevur eisini verið vøkstur
í, sigur sølustjórin.
Fleiri stórir bólkar og feløg
hava avlýst.
– U21 landsliðið skuldi spæla
móti Spania og Montenegro í
mars, og tá var hotellið fult
bílagt. Men nú verður tað av
ongum. Á páskum, sum verður
í apríl, vóru hotellini eisini fult
bíløgd, men har eru næstan
allar bíleggingarnar eisini strik
aðar, sigur Jóhanna Rasmus
sen.
Eisini í summar eru nógvar
avlýsingar komnar.
– Vit eru ikki komin ígjøgn
um allar avlýsingarnar enn, tí
vit hava serliga avgreitt tað,
sum nú er fyri mars og apríl.
Men tað eru eisini avlýsingar
komnar inn fyri summarið,
sigur Jóhanna Rasmussen.
Talan er bæði um føroyingar
og útlendingar, ið avlýsa, sigur
hon.
Hotel Vágar er í eini ser
støðu í løtuni, tí tað verður
nýtt av almennu myndugleik
unum at seta fólk í sóttarhald.
Tryggingarspurningur
Tað er í flestu førum eitt mál
millum kundan og tryggingar
nar, um fólk fáa pengar aftur,
nú tey avlýsa.
– Nakrar av hotelnáttunum
eru bílagdar gjøgnum serlig
tilboð, aðrar nætur eru bílagd
ar á annan hátt. Í flestu førum
mugu fólk venda sær til trygg
ingina fyri at vita, um tey fáa
pengar aftur. Fólk taka eisini
kjansir, tá ið tey keypa og
rinda, sigur Jóhanna Rasmus
sen.
Glað fyri hjálparpakka
Landsstýrið kunngjørdi í gjár,
at teir fara at koma við einum
hjálparpakka til vinnuna, sum
er serliga illa rakt av corona
smittuni.
– Vit taka væl ímóti einum
tílíkum pakka. Vónandi fer tað
at hjálpa okkum, sigur Jó
hanna Rasmussen.
Hon vísir á, at hon bara hev
ur við hotelbókingar at gera og
einki við matstovuvirksemi
hjá Gist & Vist.
Hvat hjálparpakkin fer at
merkja fyri Gist & Vist, og um
støðan fer at fáa avleiðingar
fyri starvsfólkið í Gist & Vist,
dugir sølustjórin einki at siga
um.
– Tað veit eg ikki, tað mást
tú tosa við stjóran um, sigur
Jóhanna Rasmussen.
Viðgera støðuna
Tað er Johannes Jensen, ið er
stjóri í Gist & Vist samtakinum.
Tá ið vit fingu fatur í hann
fyrrapartin, sat hann á nevnd
arfundi.
– Vit viðgera støðuna. Meira
kann eg ikki siga, sigur Jo
hannes Jensen, stjóri í Gist &
Vist.
Jóhanna Rasmusssen, sølustjóri hjá Gist & Vist
Mynd: Álvur Haraldsen
Tað sær ikki gott
út, og vit hava
ikki góðar vónir
fyri hetta árið