Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mars 2020síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 16. mars 2020 · Nr. 32 TÍÐINDI Ikki tikið støðu til hjálparpakkan enn Hjá Atlantic Airways hava tey ikki tikið støðu til nýggja hjálparpakkan enn. Flogfelagið skal fyrst avgreiða seinasta ferðaflutningin heim til Føroya, áðrenn vanliga ferðafólkaflúgvingin steðgar í morgin Steinar Patursson – Beint nú eru vit í ferð við at flyta føroyingar heim, og vit hava ikki hugt eftir pakkanum enn. Men eg haldi, at tað er gott, at hjálparpakkin er kom­ in, sigur Johanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways. Johanna á Bergi sigur, at tað er sjálvandi gott, at ein hjálp­ arpakki er komin, men hjá Atlantic eru tey í løtuni upp­ tik­in av at fáa tey fólk heim til Føroyar, ið skulu heim, og at tey fara at hyggja eftir hjálp­ arpakkanum sum skjótast. Í gistingarvinnuni eru cor­ ona­kreppan farin at gera um seg, men tað er ov tíðliga at siga, hvørjar avleiðingar krepp­ an fer at hava fyri Atlantic Air­ ways, sum framvegis avgreiðir seinastu túrarnar heim, áðr­ enn vanliga flogferðslan steðg­ ar í morgin. – Vit hava ikki fingið yvir­ blikk yvir støðuna. Beint nú royna vit at fáa fólk heim, og vit eru í gongd við at gera av­ talur við landssjúkrahúsið og tey, sum hava fyri neyðini at ferðast. Og vit mugu finna út­ av, hvussu ofta vit skulu flúgva. So vit eru ikki farin á tað mótið enn at hyggja eftir hin­um, men tað fara vit at gera í næstum, sigur Johanna á Bergi og leggur aftrat, at tað verð­ur í vikuni. Tá spurd um, hvussu tað sær út við avlýsingum til ferða­seðlar frameftir, sigur Jo­ hanna á Bergi, at tað er ov tíð­ liga at siga, hvussu tað fer at síggja út. Sum er, hevur Atl­ antic Airways framt broyt­ ingar fram til mikudagin, men heildarmyndin má koma upp á pláss, áðrenn allar avgerðir skulu takast. – Vit fara at seta okkum nið­ ur í dag og hyggja upp á hetta og fáa eina heildarmynd av, hvussu tað sær út víðari. – Vit hava ikki mist mótið. Avbjóðingin hjá okkum er,eins og hjá øllum øðrum, at finna útav, hvussu leingi hetta fer at vara. Tað veit eg ikki at siga, men eg síggi, at mann [frá al­ mennari síðu, red.] hevur tikið ein avgerð ein mánaða fram. Tað fara vit eisini at gera í okkara ferðaætlan, har vit fara at minka ferðirnar niður í næst­an einki, tað vil siga nakr­ ar fáar ferðir um vikuna, sigur Johanna á Bergi. Hamstringin hildin uppat - nokk av vøru Steinar Patursson Hamstringin er hildin uppat, og annars er nokk av vøru, tí bæði Miklagarður og Bónus fáa ta vøruna, ið handlarnir hava bílagt. Tað sigur Niels Mortensen, stjóri í SMS, sum millum annað rekur Miklagarði og Bónus. – Vit fáa ta vøruna heim, sum vit hava bílagt í farnu viku. Vit vistu ikki, at fólk fóru at hamstra, og tá høvdu vit longu bílagt vøru. Men nú hava vit so valt at bílagt eitt sindur eyka av summum vør­um. Men øll vøran er her, og vit hava fingið at vita, at vit fáa fatur á teimum vørunum, sum vit hava bílagt til næstu viku, sigur Niels Mortensen – Alt koyrir eftir ætlan. Tað virkar sum, at í vikuskiftinum kom tað niður á vanligt støði aftur, og fólk steðgaðu við at hamstra. Virksemið hjá matvøru­ handl­unum koyrir so at siga ótarnað, og í so máta tørvar teim­um ikki ta hjálpina, ið hjálp­arpakkin skal veita. Hinvegin eru aðrir handlar í SMS, sum verða raktir av íkomnu støðuni, og í tí sambandi fara handils­leið­ar­arnir at seta seg inn í, hvat hjálparpakkin merkir. – Vit eru í ferð við at seta okkum inn í hjálparpakkan, og hvat hann gongur út uppá. Men so leingi sum vit ikki hava sett okkum inn í hjálp­ar­pakkan, so vita vit ikki, hvussu hann hjálpir, sigur Niels Mortensen men leggur aftr­at, at handlarnir skulu møtast í morgin at tosa um pakkan, og tá hava allir partar sett seg inn í, hvat hjálpar­pakk­in gongur út uppá. Vænta niðurgongd – Vit vænta eina niðurgongd í ár, men hvussu stór hon verður, dugi eg ikki at siga, sigur Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line Frants Jensen frants@sosialurin.fo Á Norrønu og Smyril Line merkja tey væl til aftur­gongd­ ina í ferðavinnuni vegna cor­ ona­smittuna. – Vit hava longu kunngjørt, at vit flyta ikki ferðafólk fram til hálvan apríl. Nú er tað bara farmaflutningur, sigur Rúni Vang Poulsen. Men Smyril Line upplivir eisini, at fólk avlýsa ferðir eftir hálvan apríl. – Tað eru fólk, ið eru ótrygg og sum ivast, hvat tey skulu gera. Men vit hava eisini upp­ livað, at fleiri fólk avlýsa. Hvussu nógv veit eg tó ikki, sig­ur Rúni Vang Poulsen. Neilig ávirkan Stjórin dugir illa at meta um, hvussu støðan verður í summ­ ar. – Tað er trupult at siga, hvørj­ar avleiðingarnar verða av hesum. Vit vita tað ikki, men tær kunnu gerast stórar. Vit hugsa tó mest tað nærmast tíðina. Men tað er heilt greitt, at tað verður ein neilig ávirkan, og vit vænta niðurgongd, sigur hann. Fer at ávirka starvsfólkahópin Vinnan hevur fingið ein hjálp­ arpakka, og tað fegnast Rúni Vang Poulsen um. – Nú havi eg ikki havt tíð at sett meg nærri inn í hjálp­ar­ pakkan, men hann fer helst at hjálpa nakað. Men eg haldi ikki, at hann virkar nógv vítt­ fevnandi. At lønin bara verður 17 og eitt hálvt túsund ljóðar sera lágt, sigur hann. Um niðurgongdin fer at merkja uppsagnir, afturvísir stjórin ikki. – Vit vita ikki, hvussu støð­ an verður, men vit royna at finna út av tí. Hetta ávirkar tæn­astuvinnuna, og um niður­ gongd­in verður stór, so fer tað eisini at ávirka starvsfólka­ hóp­in, sigur Rúni Vang Poul­ sen. Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line