mánadagur 16. mars 2020síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 16. mars 2020 · Nr. 32
TÍÐINDI
– Vit hava rakt eitt ísfjall
Tilverugrundarlagið er togað undan, og gistingarvinnan
í Føroyum er í løtuni í fríum falli. Fólk eru farin at avlýsa
gistingar í Føroyum, og í løtuni er so at siga einki virksemi,
sigur Pætur Trónd Thomsen, stjóri á Hotel Hafnia
Steinar Patursson
- Vit hava rakt eitt ísfjall, og vit
vita ikki, hvat umfangið av
hesum er enn.
Soleiðis sigur Pætur Trónd
Thomsen, stjóri á Hotel Hafnia
og nýggja Hotel Brandan, sum
eftir ætlan skuldi lata upp
fyrst í mei mánaða.
Covid-19 kreppan er av álv
ara farin at gera um seg í ferða
vinnuni, og støðan hjá Hotel
Hafnia er álvarsom í løtuni.
– Eg kann siga so mikið
nógv, at eksistensgrundarlagið
hjá okkum er fullkomiliga for
svunnið. Støðan verður lýst
nokk so væl av veðrinum beint
nú. Vit eru komin í ein storm,
tað eru 100 metrar um sek
undið, og vit mugu bara royna
at standa á beinunum. Hetta
fer at sláa ordiliga hart. Eingin
ivi um tað.
Pætur Trónd Thomsen greið
ir frá, at Hotel Hafnia hevur
havt tann besta januar og tann
besta februar mánaðin nakr
antíð, men nú er støðan brád
liga vend á høvdið. Fyri einum
mánaði síðani var støðan so
góð, at Hotel Hafnia leitaði
eftir nýggjum starvsfólki, tí
tørvur var á tí. Nú eru kortini
bókingar broyttar til avlýsing
ar.
– Beint nú koma avlýsingar
nar allatíð. Vit mugu bara taka
hetta dag fyri dag.
– Avlýsingarnar blíva við at
koma. Vit kenna ikki umfangið
av hesum enn, og tað er loyp
andi, meðan støðan verður
spískað til. Komandi tíðina eru
vit steðgað fullkomiliga upp,
og vit mugu bara taka tað dag
fyri dag fyri at síggja, nær tað
verður betri. Tingini skulu
nokk koma upp at koyra aftur,
men eg trúgvi ikki, at tað verð
ur um tvær vikur. Tað verður
ein løta, áðrenn tingini koyra
aftur.
Støðan ger seg inn á starvs
fólkahópin,
ásannar
Pætur
Trónd Thomsen, sum fyri ein
um mánaði síðani leitaði eftir
nýggjum starvsfólki.
– Nú standa vit knappliga í
mótsettari støðu, mugu vit
ásanna. Vit hava sent fyrstu
fólkini í feriu, og vit hava verið
noydd at siga farvæl við nøkur
fá. Nú mugu vit síggja, hvat fer
at henda, men fleiri verða send
í feriu, og summi mugu send
ast heim í eina løtu, meðan vit
bíða eftir, at tingini koma upp
at koyra aftur.
Pætur Trónd Thomsen legg
ur tó aftrat, at eingin í føstum
starvi er sendur heim, og hann
vónar, at hjálparpakkin hjá
landsstýrinum fer at tryggja,
at hetta eisini verður óneyð
ugt.
– Men sum støðan er nú, so
hava vit einki virksemi. So
einkult er tað, sigur Pætur
Trónd Thomsen.
Smyril Line, sum eigur og
rekur Hotel Hafnia, hevur
seinastu tíðina eisini verið í
ferð við at byggja nýggja Hotel
Brandan, har Pætur Trónd
Thomsen eisini er stjóri. Tá
spurdur um, hvørjar avleiðing
ar hetta hevur fyri nýggja
hotelbyggjaríið, svarar Pætur
Trónd Thomsen, at tað fær
hann í løtuni ikki svarað uppá.
Landsstýrið boðaði í gjár
frá, at ein fíggjarligur hjálpar
pakki er í ger, sum skal skal
forða fyri, at óneyðuga nógv
starvsfólk verða send til húsar
orsakað av corona-kreppuni.
Pætur Trónd Thomsen metir,
at hjálparpakkin kann hjálpa
einstaklinginum,
men
sum
fyritøka fær Hotel Hafnia ikki
stórvegis burtur úr pakkanum.
– Hjálparpakkin hjálpir ein
staklingum, og hann hjálpir
nøkunlunda.
Men
eg
vildi
mett, at upphæddin er ov lá at
tryggja fólki eitt hampiligt
livistøði. Hjá okkum sum fyri
tøka hjálpir pakkin ikki nakað
serligt.
Ein partur av hjálparpakk
anum er, at MVG-gjaldið verð
ur útskotið frá 10. mei til 24.
august. Hetta ger kortini ikki
stórvegis mun á botnlinjuni
hjá Hotel Hafnia.
– Hetta ger onga mun. Tað
er bara at útskjóta trupulleik
arnar. Her mugu heilt áðrir
bóltar á vøllin, skal hetta
hjálpa fyritøkum. At útskjóta
MVG'ið er ein stuttskygd loysn.
Eg trúgvi kortini, at tað fer at
koma av sær sjálvum, at har
koma onnur hjálpartiltøk. Men
akkurát MVG'ið hjálpir ikki
nakað serligt.