Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mars 2020síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 16. mars 2020 · Nr. 32 TÍÐINDI - Hetta megna vit ikki at bera einsamøll. Vit eru ein lítil kommuna við einari álíkning á umleið tríggjar miljónir krónur um árið. Vit hava skrivað til myndugleikarnar, og vit hava gjørt vart við, at kommununi tørvar fíggjarligan stuðul til tey arbeiði, sum nú mugu gerast, sigur borgarstjórin í Húsavíkar kommunu, Brynhild Fríða Eystberg Sørensen Vilmund Jacobsen Í ógvusliga uppganginum, sum var hin 29. februar og 1. mars í ár var Húsavík fyri stórum brim­skaðum, og tað var serliga strondin, sum varð hart rakt. Borgarstjórin í Húsavíkar kommunu, Brynhild Fríða Eyst­berg Sørensen, sigur, at skráin upp undir Sjógøtu í fleiri førum er burtur og leið­ ing­ar, sum vatn, kloakk og tele­fonkaðlar liggja berir. - Eldri fólk í kommununi vita ikki um slíkan uppgang at siga, og hesin vardi tað mesta av fýra samdøgrum, sigur hon. Stórir skaðar Fólk í Húsavíkar kommunu eru ikki tey, sum hava rópt harð­ast eftir uppgangin, sum fór so illa við gomlu hugnaligu og søguríku bygdini. Men, borgarstjórin ásannar, at tað, sum hendi í hesum upp­ gangi, har náttúrukreftirnar leik­aðu í, sum sjáldan áður, megn­ar ein so lítil kommuna sum Húsavíkar kommuna ikki einsa­møll at bera fíggjarliga. - Vegurin fram við húsunum á Bakkanum er kvettur av, tí brúgvin er farin, og brúgvin á Deild­arhorninum hevur eisini fingið skaða.  Borgarstjórin vísir á, at Sild­ bera­kaiin, sum tey rópa, fekk stór­an skaða, og her eru fleiri metr­ar av betongi burtur. Sjógvur og sandur Ungmannafelagshúsið Sólar­ ris í Húsavík slapp heldur ikki undan brimskapa. Hurðin helt ikki fyri trýstinum, so brimið skolaði inn í ungmannahúsið. - Syðra stovan fyltist við sjógvi og sandi - ja, so ógvus­lig­ ur var uppgangurin, at aldan skol­aði runt um Sólarris, sigur Bryn­hild Sørensen. Sjógøta í Húsavík hevur verið stongd fyri ferðslu síðan uppgangin, og stopp-skelti eru sett upp, tí koyrandi er ikki eft­ir vegnum. - Kostnaðurin fyri skað­ar­n­ ar í Húsavík er ikki mettur enn, men borgarstjórin ásann­ ar, at umvælingarnar verða kostn­aðarmiklar og ógvuliga tung­ar at bera hjá einari so lítl­ ari kommunu við einari álíkn­ ing, ið liggur um tríggjar milj­ ón­ir krónur, leggur hon aftr­at. Eisini í Dali Í Dali, sum eisini er partur av Húsavíkar kommunu, er skaði á bingjuplássið, og partur av asfaltinum á  vegnum oman á lendingina er burtur. - Lendingin í Dali fekk stór­ an skaða í februar í 2017. Hetta var ein skaði, ið Landsverk  metti til níggju miljónir krón­ ur. Brynhild Sørensen ásannar, at Húsavíkar kommuna hevur ongan møguleika havt at gera henda skaða aftur - og nú kemur so alt hetta, sum hendi í upp­ganginum í februar/ mars í ár, aftrat. - Stórt uppruddingararbeiði er nú í gongd, bæði í Dali og Húsa­vík, og tað tekur langa tíð at rudda upp og fáa skaðarnar umvældar, so vegir og havna­ øki kunnu gerast brúkiligt aft­ ur. Borgarstjórin vísir á, at Húsa­víkar kommuna hevur setti skjøtil á stórar lógar­ kravd­ar verkætlanir innan vatn og kloakk, sum nú møgu­ liga ikki kunnu fullførast.  - Vit hava skrivað til mynd­ ug­leikarnar og hava fráboðað stóru skaðarnar, og vit hava eis­ini gjørt vart við, at komm­ un­uni tørvar fíggjarligan stuð­ ul til hesi arbeiði. Tøkk til bygdafólkið Brynhild Sørensen sigur, at bygdafólkið í Dali og Húsavík hava lagt nógva orku í at rudda upp grót, plast og annað rusk, og tað eiga tey stóra tøkk fyri. - Bygdafólk og ferðandi hava altíð havt stóra gleði av vakra umhvørvinum við strend­ urnar, og tí fara vit at gera alt, vit eru ment fyri at fríðka um økið aftur, nú eitt nú Djóra­dag­ ur og Sandoy­ar­stevna standa fyri durum, sigur borgarstjórin í Húsavíkar kommunu. Viðheftu myndir, sum eru tikn­ar í Húsavík og Dali eftir hervi­liga uppgangin, sum gjørdi so stóran skaða, eiga Bryn­hild Sørensen, Hjørleivur Sør­ensen og Símin Hannus Johannesen. Brimið skolaði inn í ungmanna­húsið