Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mars 2020síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 16. mars 2020 · Nr. 32 Djórahandilin í Havn virðir eisini tiltøkini móti corona-smittu. Tey mæla viðskiftafólki til at bíleggja vørur um heimasíðuna - og annars kunnu bert fimm viðskiftafólk verða í handlinum í senn. Krabbameinsfelagið kunnar um corona - Sum krabbameins­sjúklingur kanst tú gerast stúrin um útbrotið av coronavirusinum, Covid-19. Hjá Krabbameins­felagnum fylgja vit væl við støðuni og fylgja ráðunum hjá heilsumyndug­leikunum Vilmund Jacobsen Í Krabbameinsfelagnum vísa tey á, at um fólk hava krabba­ mein, eru tey í vandabólki at fáa smittu við coronavirusi. Tí eiga fólk við krabbameini at vera serliga ansin og fylgja ráð­unum hjá heilsu­myndug­ leik­unum. - Vit ráða krabba­meins­sjúk­ lingum til at seta seg í samband við viðgerðarstað ella lækna, um fólk ivast í, hvørji serlig fyri­varni eru galdandi í slíkari støðu. Í Krabbameinsfelagnum mæla tey til, at fólk fylgja við teirri kunning, sum heilsu­ myndug­leikarnir koma við – landslækni, heilsumálaráð og danska krabbameinsfelagið, Kræft­ens Bekæmpelse. Her eru nøkur ráð Í Krabbameinsfelagnum vísa tey eisini á, hvørji viðmælini hjá heilsumyndugleikunum til fólk í vandabólkinum eru: • Skýggja støð, so sum størri til­tøk, har nógv fólk eru samlað tætt saman • Hav gott hondreinføri og vaska hendurnar væl, um tú hevur nomið við eitt handtak • Umhugsa at brúka handskar, tá tú fert út • Lat vera við at nerta við nøs, munn og eygu, um tú ikki hevur reinar hendur, tí virus vanliga smittar frá hondum til slímhinnurnar í nøs, munni og eygum • Halt frástøðu til fólk, ið hava sjúkutekin, eitt nú fólki sum hosta ella njósa. • Fylg við almennu ráðunum um reinføri og verumáta í samfelagnum. • Um tú hevur tørv á serligari ráðgeving viðvíkjandi júst tíni sjúku, eigur tú at tosa við tín lækna. Í Krabbameinsfelagnum vísa tey eisini til heimasíðu felags­ ins – www.krabbamein.fo og lagt verður aftrat, at fólk við krabba­meini eisini eru væl­ komin at venda sær til felagið. - Tú kanst ringja hvønn dag millum 13 og 15 á telefon 317959. Um tú ringir uttan fyri tele­ fontíð, ber til at leggja boð á telefonsvararan, og vit ringja teg upp aftur, siga tey í Krabba­meinsfelagnum. Fakta um corona Coronavirus er eitt slag av vir­ us, sum kann verða orsøk til milt krím, men sum eisini kann føra til álvarsligan bruna í andaleiðini. Tekin uppá Cov­ id-19 kann vera fepur, hosti ella andaneyð. Sjúku­eyðkenni kunnu vísa seg upp til 14 dagar eftir, at tú ert vorðin smittaður. - Um tekin eru um sjúku (fepur, turrur hosti ella anda­ neyð) 14 dagar eftir heimkomu frá útlandinum, er umráðandi, at tú ringir til læknan, áðrenn tú fert til lækna - og ikki møtir upp á staðnum. Uttan fyri upp­latingartíðir skal tú venda tær til læknavaktina á telefon 1870, verður lagt aftrat. Eydnan ikki við Vilmund Jacobsen Hans Jóhannus á Brúgv fekk fulla plátu í Gekka- spæl­inum fríggjakvøldið. Høvuðsvinningurin var á 1,65 miljónir krónur, og stjór­in í Sjóvinnustýrinum valdi at deila upphæddina í teir tríggjar leyparnar við 550.000 krónum í hvørjum leypi. Í fyrsta drátti steðgaði gekka-hjólið á 10.000 krón­ um, sum faldað við fimm hevði givið honum 50.000 krónur. Í øðrum drátti steðg­aði hjólið á 20.000 krónum, sum faldað við trý hevði givið honum 60.000 krónur. Í triðja og seinasta drátti steðgaði gekka-hjólið aftur á 10.000 krónum eins og í fyrstu royndini, og hetta gjørdist vinningurin hjá honum. - Tað var lítið, helt stjórin í Sjóvinnustýrinum fyri. PARKERING: Nú arbeiðið í grótbrotinum við Bónus í Saltangará er liðugt, eru øll parkeringsplássini oman fyri Bónus-handilin tøk aftur. Omanlop gjørdi tað neyðugt at umvæla bergið omanfyri. Upsaveiðan svíkur Trolveiðan gongur, sum hon plagar, men nú órógvar veðrið Vilmund Jacobsen Flestu partrolarapør eru til fiskiskap, men fiskiskapurin er smáligur. Skipini koma inn at landa, sum henda vikan gongur. Tveir djúpvatnstolarar eru eisini til fiskiskap. Annar fisk­ar tosk og hýsu, og hin fisk­ar stinglaks. Báðir koma inn at landa hesa vikuna. Fríggjadagin var ein av teim­um smáu trolbátunum til fiskiskap, og væntandi fóru aðrir út um vikuskiftið. Á Fiskamarknaði Føroya vænt­aðu tey, at allir trolbát­ arnir fóru norður um at fiska tosk og hýsu og so nakað av upsa og flatfiski. Væntandi koma trolbát­ar­ nir inn aftur at landa seinni í hesi vikuni. Trý garnaskip fiska svart­ kalva, og fiskiskapurin hjá garnaskipum er heldur fræg­ ari nú. - Øll garnaskipini koma inn at landa síðst í hesi vik­ uni, verður lagt aftrat.