Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mars 2020síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 16. mars 2020 · Nr. 32 MERKISDAGAR/TILTØK Adventistakirkjan 21. og 28. mars er kirkjan er stongd. Dagtilhaldið Blákollan á Oyri Opið er týsdag og hósdag frá 14-18. Øll eru hjartaliga vælkomin. Ebenezer Mánakvøldið 16. mars: Kvinnumøti. Týsdagin kl. 17: Frítíðararbeiði. Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. Hóskvøld kl. 20: Ungdómsmøti. Hjartaliga vælkomin www.Ebenezer.fo Frelsunarherurin í Vági Mánadagin kl 19 Bønarmøti Týsdagin kl 09.30 «Orðið á borðið» Øll eru hjartaliga vælkomin! KATÓLSKA KIRKJAN www.katolsk.fo KFUK í Havn www.kfuk.tk Mánadagin 16. mars kl. 15.00: Seinnapartsamkoman við Jógvan Arge. Øll eru vælkomin. Hósdagin 19. mars kl. 15.00: Binditreff, allar kvinnur eru vælkomnar. Kirkju- og missiónshúsið á Argjum. Týsdagin 17. mars kl. 19.00: Chill Týsdagin 17. mars kl. 20.00: Argjakórið Hósdagin 19. mars kl. 20.00: Føstugudstænasta v/Maria Summers við Skipá, presti Sunnudagin 22. mars kl. 19.30: Kvøldseta v/Rógva Dam www.koma.fo Kollafjarðar Missiónshús Týsdagin 17. mars, kl. 19.30 bønarløta og kl 20.00 bíbliutími við Torleif Johannesen. Missiónshúsið Tabor á Toftum Mánadag 16. mars kl. 19.00 Junior Týsdag 17. mars kl. 19.30 Bindimøti kl. 20.15 Juice - bíbliubólkur fyri dreingir frá 7. flokki Pensionistafelagið í Havn Øll fundarskráin sum lýst er, er avlýst. tað verður lýst nærri tá virksemið byrjar aftur. Reyða Kross Vitjunartænasta Vitjunartænastan hjá Reyða Kross Føroya virkar nú í hesum økjum. Tórshavn Eyrith tlf. 513784 Marin 284333 Sørvágs kommunuøki Anna Sophia tlf. 272142 Vága kommunuøki Hansia tlf. 229705 Sandoyar kommunuøkir Óløf tlf. 561348 Kristbjørg tlf. 281708 Norðoya øki Maria Olsen tlf. 282171 Gerda Absalonsen tlf. 215174 Nes kommunuøki Eigil Andersen tlf. 212129/448960 Maja Højgaard Jakobsen tlf. 244173 Selatrað Tað verður eingin missiónsvika á Selatrað Virkin sum longst Vit møtast hvønn týsdag frá kl. 15.00 til 18.00 í Sørvágs skúla. Drekkamunnur og køka er at fáa. Øll eru hjartaliga vælkomin. Fólkakirkjan avlýsir gudstænasturnar 12.03.2020 TÍÐINDI Coronasmittan ger um seg í øllum heiminum. Kirkjuligu myndugleikarnir hava fylgt gongdini frá degi til annan. Vit hava lurtað eftir tilmælunum frá landsins myndugleikum, og vit takka fyri gott arbeiði. Vit hava sent skriv til sóknarprestarnar og kirkjuráðini um mannagongdir, ið kunnu verja yngri sum eldri móti smittuni. Trygdin hjá fólkinum eigur og skal vera í lagi, alt tað, ið liggur í okkara hondum. Seinnapartin í gjár fingu prestarnir og kirkjuráðini enn eitt skriv við fleiri tilmælum. Longu í dag er støðan broytt, og partar av tilmælunum ov veik. Boðað verður frá, at allar gudstænastur í teimum føroysku kirkjunum verða avlýstar í mars. Fyrst í viku 14 verður avgerðin endurskoðað. Tórshavn 12. mars 2020 Uni Næs, dómpróstur Jógvan Fríðriksson, biskupur Brúdleyp Týsdagin 7. apríl kl.11 giftast Gunnvá K. Áargarð og Kristjan Lützen í Dansifrøi í Havn. Vælkomst verður kl.19 - eisini í Dansifrøi. Vit gleða okkum, at hátíðarhalda dagin saman við familju, vinum og kenningum. Brúðleyp ÚTSETT Brúðleypið sum skuldi vera 28. mars 2020 hjá Biritu Gunvør Johannesen og Boga Vík, er fyribils útsett vegna smittuvandanum av Corona/covid19. Birita og Bogi. Brúdleyp Vit hava valt at ganga saman í hjúnaband tann 04.04.20 Vígslan verður í Nerija á Skála, Skálavegur 220, kl.13:30. Eftir vígsluna verður móttøka. Øll eru hjartaliga vælkomin. Brúðarhús verður dagin eftir, 05.04.20, í Brekkutún 5, í Hoyvík kl.17-22. Øll eru hjartaliga vælkomin. Tað hevði glett okkum at sæð familju, vinir og kenningar, og hátíðarhildið hesar dagar saman við tykkum, sum vit byrja okkara ferð saman sum hjún. Vinaliga heilsan Dina J. Bech & Evald Norðberg Silvurbrúðleyp Mikudagin 11. mars hava vit verið gift í 25 ár. Dagurin veður hildin fyri innbodnum í Skálanum, leygardagin 14. mars kl. 18.00 Vinarliga Meiken og Jógvan Súni Michaelsen. Kunoy Býli í Føroyum Íbúð ynskist Húsini vit búgva í eru seld so dótttir mín og eg leita eftir íbúð í Tórshavn sum skjótast, havi fast arbeiði og gjaldi til tíðina. 510654 LÝSINGARTORG 85 ára føðingardagur útsettur. 85 ára føðingardagurin, sum skuldi verða leygardagin 21. mars er fyribils útsettur. Nærri kunning seinni. Erling Joensen Gjógv Góðu tit øll Vit fara at giftast tann 30. apríl. Vígslan verður í Eiðis kirkju klokkan 16.00. Aftaná eru øll hjartaliga vælkomin til ein drekkamunn og køkur heima hjá okkum á Seyðagøtu 3, frá kl. 17.00 til kl. 19.00. Seinni verður døgurði fyri foreldrum og systkjum við familju. Tað hevði glett okkum, um tit vildu komi at deilt løtuna saman við okkum. Elin & Jógvan Gullbrúdleyp Leygardagin 9. mai hava vit verið gift í 50 ár Tað hevði glett okkum at sæð familju, vinir og kenningar at hátíðarhildið dagin saman við okkum Leygardagin 9. mai kl 18:00 í Bygdarhúsinium í Leirvík Vinarliga sigi frá á 218301-218710 innan 24.04 2020 PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Brynjálvur Nattestad, Kálvalíðvegur 2, 370 Miðvágur, føddur tann 04.10.1928, deyður tann 12.12.2019 og fyrr deyða hjúnarfelaga Ása Margreta Nattestad, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Petur Even Djurhuus, Advokatfelagið, Lucas Debesargøta 8, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 423/2019, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 10. marts 2020. DREYMASTARVIÐ FINNUR TÚ Á