mánadagur 16. mars 2020síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 16. mars 2020 · Nr. 32
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Tað eru í morgun 18 fólk smitt
aði við coronasmituni COVID-19
og føroyska samfelagið er so
gott sum steðgað upp. Tað
eru
týdningarmiklari
ting
enn ítróttur í hesum døgum,
men tað kemur ein dagur,
har ítróttur aftur hevur eina
raðfesting. Spurningurin er
so hvørjari støðu føroyskur
ítróttur verður í, tá vit eina ferð
koma undan í hinum endanum.
Tað er ongin ivi hjá Ítróttar
sambandi
Føroya,
Flog
bóltssambandinum,
Hond
bóltssambandinum
og
hjá
Fótbóltssambandinum, at tað
er rætt at steðga við ítrótti í
tvær vikur.
- Vit fylgja øllum tilmælum,
sum
mynduleikarnir
koma
við. Vit í ítróttinum eru nógv,
og tey avvarðandi telja eisini
nógv í Føroyum, at tað er
týdningarmikið at vit eisini
fylgja tí, sigur Elin Heðins
dóttir Joensen, forseti í Ítrótta
sambandi Føroya.
Felags
fyri
sambondini
er, at tey nú skulu til at
gera eina ætlan fyri hvussu
kappingarárið kann halda fram.
Serliga hjá Flogbóltssambandi
num og Hondbóltssambandi
num eru nógvir avgerandi
dystirnir fyri framm, nú tað
stundar til FM-finalurnar, sum
eisini eru ein stórur partur av
inntøkukeldunum hjá feløg
unum.
-Okkara vón er, at vit klára
at fáa hetta avgreitt. Tað er
bara ógreitt nær hetta kann
verða. Um tað ikki verður, so
verður tað ein fíggjarligur
smeitur
bæði
hjá
okkum
og
hjá
feløgunum,
sigur
Magnus Tausen, formaður í
Flogbóltssambandinum.
Støðan er tann sama í Hond
bóltssambandinum, har ta eru
upp til fimm FM-finalur hjá
monnunum. Tað er ein av stóru
inntøkunum hjá feløgunum.
- Tað er einki at ivast í, at
tað kemur at merkjast fíggj
arliga, um dystirnir ikki verða
avgreiddir sum ætlað. Hin
vegin, so fara vit ikki at taka
nakara avgerð í hesum, uttan
at hava tosað við feløgini fyrst.
Hetta eru skilagóð fólk, sum
eisini duga at síggja at viðhvørt
er støðan soleiðis, at tú ert
noyddur at avgreiða tingini
upp á ein meiri pragmatiskan
mátan. Eg vænti at vit finna
eina loysn, men tað er einki
at ivast í at tey fara at missa
pengar, um vit ikki spæla allar
dystirnir, sum vit eiga, sigur
Gunn Ellefsen, forkvinna í
Hondbóltssambandinum.
Fótbólturin er í eini eitt
sindur
øðrvísi
støðu.
Her
stendur kappingin til at byrja,
men verður nú útsett í tríggjar
vikur at byrja við.
-Vit hava øll bíðað spent
eftir
kappingini.
Feløgini,
spælararnir
og
venjararnir
eru klár og øll eru spent, men
so hendir hetta her. Vit halda
at tey tiltøk, sum eru sett í
verk eru neyðug fyri at verja
fyri smittu. Vit mugu eisini
fylgja teimum tilmælum vit
fáa frá mynduleikunum og
vísa samfelagsatlit. Vit vóna
at hetta gongur yvir, so vit
kunnu byrja, sigur Christian
F. Andreasen, forseti í Fót
bóltssambandinum.
Her eru samrøður við Ítrótta
samband Føroya, Flogbólts
sambandið,
Hondbóltssam
bandið og Fótbóltssambandið.
Ítróttarsamband Føroya –
Elin Heðinsdóttir Joensen
Vit byrjaðu við at koma við
eini áheitan um, at tú sprittaði
og ikki tók hondina og so
framvegis. Tað sendu vit út,
men bóðu samstundis um ein
fund
við
Heilsumálaráðið,
tí fleiri kappingar vóru um
vikuskiftið og Heilsumálaráðið
fór at lukka niður mána
dagin eftir, men fleiri av
sambondunum
hava
fleiri
spurningar, sum vit ikki fáa
svarað upp á, tá vit ikki eru
høvðusmynduleikin.
Vit fóru á fund, har sersam
bondini eru við og fáa sett teir
spurningarnar, sum tey hava.
Har bleiv tað avtalað, at vit
skulu koma við einum uppskoti
til tilráð, sum Heilsumálaráðið
og landslæknin so skulu góð
kenna. Áðrenn vit hava fingið
uppskotið aftur hendir tað,
at alt lukkar niður í Danmark
og fólk fara í karantenu í 14
dagar. Tað bleiv eisini lagt upp
at vit her gjørdu tað sama. Tað
broytist alt øgiliga skjótt, sigur
Elin Heðinsdóttir Joensen.
Gingið skjótt frá
tilmæli til tilmæli
-Øll hava spurningar og fólk
vilja vera á tryggu síðuni.
Tað skilja vit eisini væl, tí vit
hava børn og ung at gera. Vit
arbeiddu við nøkur tilmælum
og tilráðingum til 500 fólk, og
áðrenn vit høvdu fingið tað
góðkent, so var tað niðri á 100.
Vit tosaðu síðani um at deila
upp, so at ein ikki kann smitta
100, men í mesta lagi kanska
20, men tað endaði alt við at vit
lukka alt niður.
Eg má siga at øll sersam
bondini, menningarsambond
ini og feløgum kring landið
hava veruliga tikið tað til sín.
Tey hava avlýst framsýningar,
kappingar og landskappingar.
Eg haldi tað er nokk so
fantastiskt, at tey eru so skjót
úti og avgreiða tað, sigur Elin
Heðinsdóttir Joensen.
Tey ymsiku sambondini
mugu tilrættisleggja
-Tað liggur hjá teimum ymisku
sambondunum,
at
fáa
til
rættislagt kappingarnar nú.
Tey hava eitt megnar arbeiði
fyri framman. Vit síggja millum
annað, at danska hondbólts
sambandið hevur niðurlagt
allar kappingar fyri øll uttan
elituna.
So er spurningurin nær tey
koma fram til, at tað ikki ber
til at avgreitt kappingarnar,
ella um tey stytta tær ella hvat
Corona:
Ítróttasamband Føroya hevur heitt á
øll sersambond og menningarsambond
um at gevast við øllum ítrótti komandi
tvey vikurnar. Tað kann fáa fylgir fyri
avgerandi dystirnir í flogbólti og hondbólti,
meðan fótbólturin ikki sleppur í gongd
FØROYSKI ÍTRÓTTAR
FØROYSKI ÍTRÓTTAR
HEIMURIN
HEIMURIN LIGGUR LAMIN
LIGGUR LAMIN