Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mars 2020síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. mars 2020 · Nr. 32 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tey gera. Alt er so ógreitt enn og vit eru líkasum øll koyrd í karantenu í 14 dagar. Og vit vita ikki hvussu støðan er tá, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen. Vandin við ikki at venja -Eitt er um tú klárar at avgreiða kappingar og eitt annað er um klárar at venja. HSF er úti við at fáa hondbóltsfólkini at venja. Eg vænti at fleiri fara at gera tað og senda kunning út um hvussu tú kanst venja. Fólk eru ikki innisperraði. Tey kun­ nu fara út, tey kunnu renna og gera øvislir. Tey, sum eru í elituni hjá okkum, fara ikki at seta seg niður á sofuna og einki gera. Tey finna ein leist, sum tey kunnu venja eftir. Tað snýr seg nokk meiri um at fáa tey motiveraði at fara út, nú tá tey skulu venja einsamøll heldur enn í liðnum ella bólk­ um. Tað er slíkar loysnir, sum skulu finnast og tað má liggja hjá teimum ymisku sambondunum, tí ongin venur líka, sigur Elin Heðinsdóttir Joen­sen. Hvat við OL og altjóða kappingum? -Sersambondini fáa leypandi kunn­ing um tað. Onkur av­ lýs­ingar eru, men fleiri eru í bíðistøðu enn. Eg haldi at heim­urin er í bíðistøðu. Eg veit ikki meir OL enn tað, sum stendur í miðlunum. Tað er eisini torført at útsta eitt OL í eitt ár, tí tað er nú tey toppa. Hetta er ein løgin kensla og tú ert settur á standby, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen. Hvat ger ÍSF nú? -Eg vænti at vit innfyri kom­ andi tvær vikurnar fara at fáa kunning. Antin verður tað longt ella kemur tú við einum út­spæli, um hvussu tað kann av­spælast. Vit fylgja øllum til­ mælum, sum mynduleikarnir koma við. Vit í ítróttinum eru so nógv tey avvarandi telja eisini nógv í Føroyum, at tað er týdningarmikið at vit eisini fylgja tí, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen. Flogbóltssambandið – Magnus Tausen Hvussu hevur hetta ávirkað Flog­bóltssambandið? -Hetta er keðiligt, tí hetta er toppurin hjá okkara ítróttar­ grein. Tí passar tíðin illa til okkum. Vit stóðu í eini støðu, har vit skulu hava eina stóra kapp­ing í Kollafirði, sum helt seg niðanfyri markið upp á 500 fólk. Men bara frá fríggja­ morgun til fríggjakvøld broytt­ ist tað so nógv, at vit saman við mynduleikunum valdu at avlýsa og settu nakrar skarpar tilráðingar, fyri hvussu teir vanligu dystirnir skuldu avgreiðast. Nú eina viku seinni er alt broytt upp til fleiri ferðir, so nú standa vit í tí støðu at vit í samráð við ÍSF hava avlýst alt virksmi í okkara ítrótti komandi tvær vikurnar. So fáa vit at síggja hvussu tað verður til tað tíð. Tað er okkara vón, at vit kunnu forskjóta alla kapp­ ingina og tað vónina hava vit enn. Vit hava nakrar avgerandi dystir í landskappingini, um hvør kemur í finalurnar í meistara­deildini og í yngru deild­unum, sum ikki eru av­ greiddir, sigur Magnus Tausen. Hvussu ávirkar hetta fíggjarliga? -Vit fáa ikki gjørt tey stóru seinastu tiltøkini, sum vit ynskja. Feløgini fáa heldur ikki avgreitt avgerandi dystirnir, sum eisini eru inntøkukeldur. Okkara vón er, at vit klára at fáa hetta avgreitt. Tað er bara ógreitt nær hetta kann verða. Um tað ikki verður, so verður tað ein fíggjarligur smeitur bæði hjá okkum og hjá feløgunum. Vit hava ikki havt fokus á hesum spurninginum enn, tí higartil hava vit hugsað mest um at avmarka smittuvandan. Beint nú eru vit bara í “time- out” og mugu bíða í tvær vik­ ur, men okkurt bendur á at hetta kann verða longri, sigur Magnus Tausen. Hvussu verður við kappingarárinum nú, tola tit at tað verður útsett í tvær til fýra vikur? -Stutta svarið er nokk ja, men tað eru fleiri feløg, sum hava spælarar, ið íðka annan ítrótt. Eitt nú fótbóltsspælarar og rógv­ar­ar. Vit hava eisini út­ lendskar spælarar, sum kanska eru upp á serligan sáttmálar, so vit vita ikki hvussu liðini verða mannaði til tað tíð. Eg havi eina kenslu av, at feløgini vilja leggja nógv fyri at gera kappingarárið liðugt. Líka frá teimum yngstu til meistaradeildina. Tað kann verða at tað verður avgreitt upp á ein annan máta undir øðrvísi kørmum. Vit hava millum annað eitt stórt tiltak í Trongisvági til FM fyri tey yngri. Tað er møguligt, at vit mugu avgreiða tað øðrvísi í ár. Enn hava vit ikki avlýst FM 2019 og 2020. Nú vóna vit, at tey til­tøkini, sum eru sett í verk, gera at vit fáa eina vanliga tilveru aftur. Hvussu við altjóða tiltøkum? Longu nú er ein altjóða fund­ur fyri fyrisitingarnar í norðurlondum avlýstur. Hann skuldi verið í Føroyum hálv­an apríl. Vit hava eina altjóða kapping fyri U20-lið hjá dreingjum í Føroyum í mai. Nú mugu vit fáa at síggja hvat tað blívur til. Kanska hon verður útsett. Vit hava boð frá CEV, evropesiska Flog­bólts­ sambandinum, at tey steðga øllum virksemi í Evropa. Vit mugu bara síggja tíðina og gera tað, sum vit kunnu. Tað er at minka um smittuna. Tað gera vit við at brúka vit og skil. Eydnast tað ikki at avgreiða kappingina, so gert ikki við, men vit vóna tað besta, sigur Magnus Tausen. Hondbóltssambandið – Gunn Ellefsen Hvussu hevur støðan ávirka