Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-16, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mars 2020síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 16. mars 2020 · Nr. 32 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hondbóltssambandið seinastu dagarnar? -Teir seinastu dagarnir hava ikki verið rokaligir, eftir at avgerðin bleiv tikin, men áðrenn tað var tað eitt sindur rokaligt. Nú mugu vit fáa at síggja hvat sker. Vit fara at royna at fáa okkurt avgreitt, men vit síggja eitt nú í Danmark, at tey í barnakappingunum eru farin burtur frá øllum DM-avgerðum og hava bara sagt, at vit síggjast aftur komandi kappingarári. Hartil eru vit ikki komin enn. Vit vóna framvegis at vit kunnu finna onkra skilagóða loysn, so at vit kunnu fáa ein enda á hesum kappingarárinum upp á ein ordiligan máta. Viðvíðkjandi teimum vaksnu, so kemur tað eisini ann upp á hvussu leingi hetta dregur út. Vit fara hvørtfall at gera okkara, so vit kunnu finna ein FM-vinnara, sigur Gunn Ellefsen. Hvørja ávirkan kemur hetta at hava fyri hondbóltin í framtíðini? -Hetta ávirkar ikki Hond­bólts­ sambandið meir enn tað ávirkar samfelagið sum heild. Vit mugu sjálvandi útseta teir dystirnar, sum skulu útsetast. Tað órógvar okkum at vit mugu liggja still í eina tíð, men eg vænti ikki at hetta kemur at hava ávirkan á hondbóltinum í framtíðini. Vit vóna at spælararnar klára at halda seg í gongd, so tað ikki verður ov long tíð til at vit kunnu spæla dystir aftur, eftir hendan steðgin. Kvinnulandsdystirnir móti Ukraina eru útsettir til í juni og tað kemur at ávirka upp á tann hátt, at flogferðaseðlar og annað, sum vit hava keypt til landsliðið í hesum sambandi vita vit ikki um vit fáa aftur, sigur Gunn Ellefsen. Kemur tað at merkjast fíggjarliga hjá feløgunum, um eitt nú avgerandi dystirnir ikki verða spældir við áskoðarum? Ja, tað kemur at merkjast væl, tí har plaga feløgini at hava góðar inntøkur, nú tá tað eru fimm finalur. Tað er eisini avgerandi hvussu spennandi finalurnar eru. Í fjør var tætt millum liðini og tað vóru nógv fólk hvørja ferð. Tað gevur inntøkur til tey feløgini, og tað sær út til at tað er stórur áhugi aftur í ár og javnt millum liðini. Tað er einki at ivast í, at tað kemur at merkjast fíggjarliga, um dystirnir ikki verða avgreiddir sum ætlað. Hin­ vegin, so fara vit ikki at taka nakara avgerð í hesum, uttan at hava tosað við feløgini fyrst. Hetta eru eisini skilagóð fólk, sum eisini duga at síggja at við­ hvørt er støðan soleiðis, at tú ert noyddur at avgreiða tingini upp á ein meiri pragmatiskan mátan. Eg vænti at vit finna eina loysn, men tað er einki at ivast í at tey fara at missa pengar, um vit ikki spæla allar dystir­nir, sum vit eiga, sigur Gunn Ellefsen. Hvat ger HSF nú? -Vit fara teir komandi dagar at finna á ymsikar leistir, ið vit leggja fyri feløgini eina ferð beint áðrenn hetta tíðarskeiðið rennur út. So vóna vit, at vit saman við feløgunum kunnu finna tí fragastu loysninia, sum øll kunnu liva við, sigur Gunn Ellefsen. Fótbóltssambandið – Christian F. Andreasen Kemur tað illa við, at fótbóltskappingin ikki sleppur í gongd? Tað sigur seg sjálvt. Vit hava øll bíðað spent eftir kappingini. Feløgini, spælararnir og venjar­ ar­nir eru klár og øll eru spent, men so hendir hetta her. Vit halda at tey tiltøk, sum eru sett í verk eru neyðug fyri at verja fyri smittu. Vit mugu eisini fylgja teimum tilmælum vit fáa frá mynduleikunum og vísa samfelagsatlit. Vit vóna at hetta gongur yvir, so vit kunnu byrja. Tá Heilsumálaráðið kemur við síni útmelding, so er tað ein løtt avgerð at taka, men tað er ein stór avgerð at útseta allan ítrótt. Vit velja sjálvandi at fylgja tí tryggasta tilmælinum, sigur Christian F. Andreasen. Hvussu tolir fótbóltskappingin at blíva útsett? Kalendarin er tætt pakkaður og vit hava ikki nógvar dagar at flyta runt við. Vit kunnu ikki áhaldandi flyta kappingina, men vit vita heldur ikki hvussu tað verður við evropesisku kappingunum. Um tað ikki stendur við ov leingi, so klára vit tað. Vit kunnu eisini hyggja eftir øðrum leistum, og kanska eisini leingja kappingina longur út móti vetrinum, men tá er veðrið ikki altíð so gott. Vit kunnu eisini spæla mitt í viku og vit hava ein summarsteðg, har vit mugu umhugsa hvussu hann skal verða. Alt er óvist í løtuni, men eg vænti at vit fáa gjøgnumført kappingina. Um alt liggur stil í mars og apríl mánað, so verður ringt at gjøgnumføra kappingina undir vanligum umstøðum. Eg skal ikki útihýsa at 18 umfar er ein loysn, um tað vil illa, men tað er ikki nakað við hava á borðinum beint nú. Nú taka vit tað róligt og vóna, at hetta ikki stendur við for leingi og panikkurin kanska leggur seg, sigur Christian F. Andreasen. Hevur hetta fíggjarligt avleiðingar fyri feløgini? Hetta er ein keðilig støða fyri allar partar, men hetta er ein støða, sum ongin av okkum kundi forútsíggja. Nú mugu vit bara royna at koma í gjøgnum hetta so gottsum vit kunnu. Allur fótbólturin í Evropa liggur stillur í løtuni, so hetta er ikki ein støða, sum bara vit Føroyum eru í, sigur Christian F. Andreasen. Hussu við fíggjarstøðuni hjá UEFA? -Vit vita at UEFA hevur pengar, men teir pengarnir, sum vit í Fótbóltssambandinum fáa er avkastið frá EM-kappingini, meðan pengarnir, ið feløgini fáa, er avkastið av Champions League kappingini. So alt hongur saman. Verður EM útsett og Champions League ikki gjøgnumført, so fær tað álvarsligar avleiðingar fyri fótbóltin. Hasar báðar kappingarnar umsita fyri áleið 22 milliardir krónur hvør, so øll mugu gera sær greitt, at hetta er ein álvarslig støða, sigur Christian F. Andreasen.