Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-16, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mars 2020síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. mars 2020 · Nr. 32 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 18 ára gamla Lív Poulsen úr Vestmanna hevur vunnið hvørja einastu kapping hon hevur luttikið í, síðani hon fór til Danmarkar at spæla hondbólt sum 15 ára gomul. Hetta árið hevur møguliga verið hitt besta, men tað endaði í úrtíð uttan meistara HONDBÓLTUR - VIT HØVDU - VIT HØVDU VUNNIÐ DM AFTUR VUNNIÐ DM AFTUR Sjúrður Hildarson Hoydal -Tað er sjálvandi sera keðiligt at tað skuldi ganga sum tað gjørdi. Vit hava vunnið allar okkara dystir, so møguleikin at vinna Danmarksmeistaraheitið aftur í ár, var stórur, sigur Lív Poulsen, sum beint áðrenn hendan steðgin náddi at vinna steypakappingina triðja árið á rað. Tá skoraði hon fimm mál í finaluni sum var funnin 30-26. Lív Poulsen er í hesum døg­um í Føroyum. Hon býr á ítrottarskúla í Ikast – ella College, sum tey rópa tað har, har tú venur hondbólt meðan tú tekur miðnámsútbúgving. Vegna corona-smittuna lata skúla­heim og aðrir stovnar nú aftur í eina tíð, og næmingarnir eru mæltir til at fara heim. Lív fór niður á heysti í 2017, har hon byrjaði á hond­bólts­ eftir­skúla og spældi við U16-lið­ num hjá HC Midtjylland, sum síða­ni skifti navn til Herning- Ikast Håndbold – ella HIH. Nú spælir lámi føroyingurin við U19-liðnum, og hevur so at siga ikki roynt at tapa enn. - Sum lið, so hava vit vunnið alt sum kann vinnast. Vit hava vunnið steypakappingina og Dan­marks­meistaraheitið øll árini, og eisini allar smærri kapp­ingar, sum til dømis jóla­ kapp­ingar og strandar­hond­ bólt, sigur Lív. Ósigraðar í ár Allar danskar ung­dóms­kapp­ ing­ar endaðu áðrenn viku­ skifitð kappingarárið í úr­ tíð orsakað av smittuni, sum gongur. So tað verður ikki til enn eitt Dan­marks­meistar­ heitið á hesum sinni. Í Jútlandi hava Lív og liðfelagarnar vunn­ið hvønn einasta dyst, og nú var bert eftir at spæla enda­spæl ímóti bestu liðnum av Sælandi og Fjóni, men tað verður av ongum. Tá ið vit spyrja um tær høvdu vunnið DM aftur hesaferð, hugsar Lív eina evarska lítla løtu, og svarar so: - Ja, vit eru so í øllum førum tær einastu, sum eru ósigraðar. Tað er eitt sera sterkt lið, ið vest­mannagentan er endað á, og hon sigur eisini, at tað var eitt ivamál, um hon skuldi velja at royna seg á so sterkum liði, tá ið hon fór niður sum 15 ára gomul. - Tað er stórur munur ímillum tá og nú, sigur hon. Tá spældi eg kanska helvtina av tíðini, meðan eg nú fái fulla leiktíð. Tað er stuttligari at vera tann, sum berur ábyrgd, sigur Lív Poulsen, sum nú so at siga sjálv avgerð hvussu nógva tíð hon fær á vøllinum. Tað ábyrgdina berir hon nú mest á høgra vongi á liðnum. Før­oyingurin hevur dygdir sum bæði bakkur og vongur, og hetta kappingarárið hevur verið vanligt at verja fyri bakki­ num, men spæla vongur í álopi­ num – og so bakkur við­hvørt á U19-liðnum hjá HIH. Ímillum stórar stjørnur Herning-Ikast er eitt av teim­ um heilt stóru feløgunum í Dan­mark í hesum árum. Liðið hevur bæði danskar og norskar landsliðsleikarar, og gjørdi seg eisini til reiðar at spæla hálvfinalu í EHF-Cup - næststørstu altjóða kapp­ing­ini - áðrenn allur al­tjóða hond­bólt­ ur nú fór í fyri­byrgjandi steðg. Í fjør endaði fremsta liðið hjá Herning-Ikast í DM-finalu­num, og endaði við silvur­merkj­um. Lív átti sín lut í tí kapp­ingar­ árinum, tá ið hon í januar 2019, stutt eftir at vera fylt 17 ár, fekk sín fyrsta dyst á fremsta lið­num, sum tá stríddist fyri at røkka finalunum. Spældi við stjørnunum - Vit høvdu spælt ímóti Aarhus mánadag, og tær (á fremsta lið­ num, blm.) høvdu dyst miku­ dag. Eg haldi eg hevði skorað átta mál, og so spurdi venjarin um eg kundi koma til venjing týsdag og dyst mikudag. Lív spældi so einar tjúgu minuttir av dystinum, og takkaði fyri við einum máli. Tað er fyribils ein­asti dysturin, men Lív er til reiðar til fleiri. - Tað er stórt, tú fært blóð upp á tonnina og tað er eitt herða­klapp, at alt stríðið hevur gjørt mun, sigur Lív, sum eisini venur við besta liðnum við­ hvørt. Seinast fyri einari viku síðani. - Tú skalt bara vera tolin og venja, sigur Lív, sum í heyst eisini fekk sínar fyrstu A-landsdystir fyri Før­oy­ar, og eisini var úttikin til lands­ liðs­hópin, sum eftir ætlan skuldi spæla tveir dystir ímóti Ukraina í næstum. Tað verður eisini av ongum, og Lív endurtekur at støðan er keði­lig, tí at landsliðið hevur tørv á so nógvum dystum sum gjør­ligt fyri at halda fram við menn­ ingini. Venur heima í Vestmanna Nú sleppa leikarar heldur ikki at venja í hallunum næstu dag­ ar­nar, men Lív ger sítt ítasta fyri at halda seg í gongd í Vest­ manna. - Eg renni nógv, bæði inter­ vall og longri teinar, og eg havi fingið fýra styrkis­venj­ingar­ ætlan­ir frá okkara venjara í Dan­mark. Tað er mest við egnari krops­ vekt, so tað er stórur munur frá at lyfta 110 kilo squat í síðstu viku, sigur Lív, og greiðir frá, at hon brúkar nógva tíð upp á at venja øll møgulig lop og ”eksplosivitet”, sum tey rópa tað. - Men eg havi eisini atgongd til onkrar vektir heima, so tað hjálpir, sigur Lív, sum nú brádliga skal hugsa um næsta kappingarár. Hon hev­ur aldur til eitt ár afturat í ung­dóms­ hond­bólti, men er ikki vís í hvussu tað verður. Dreymurin er at liva av hondbólti - Tað kann vera eg taki tað síðsta árið her, men eg taka tað sum tað kemur, sigur Lív, og greið­ir frá at hon hevur tosað við foreldur og venjarar um hvørjar dreymar ein skal seta sær. Summi lið hava spurt seg fyri um føroyska leikaran, men leik­arin leggur stóran dent á at vera tolin og at menna seg. -Tað er avgerandi at fáa spælitíð, sigur føroyski landsliðsleikarin. Men dreymurin er greiður: - Eg vil liva av at spæla hondbólt, sigur Lív Poulsen. sjurdur@sosialurin.fo Lív Poulsen skoraði fimm mál í steypasigrinum fyri einari viku síðani Lív Poulsen í dysti fyri føroyska U19-landsliðið í summar