mánadagur 16. mars 2020síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 16. mars 2020 · Nr. 32
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Avrikini hjá nýggju málmaskinuni í
Neistanum eru ikki farin fram við í
hondbóltsheiminum. Fleiri feløg hava víst
áhuga, og nú hevur Dánjal Ragnarsson
gjørt avtalu við Skanderborg, ið hevur
góðar royndir av føroyingum
HONDBÓLTUR
Sjúrður Hildarson Hoydal
- Eg var niðri og vitjaði í Skand
erborg í síðstu viku, og eg
skuldi so venda aftur við einum
svari, sigur Dánjal Ragnarsson,
sum um vikuskiftið fylti 19 ár.
Nú hevur hann so gjørt eina
munnliga avtalu um at spæla
við U19-liðnum hjá Skander
borg komandi kappingarár.
Hevur skotið næstflest
mál í Føroyum
Neistamaðurin fekk eitt satt
gjøgnumbrot seinasta kapp
ingarár, og í ár hevur hann
verið millum allardrúgvastu
málskjúttarnar
í
Føroyum.
Í løtuni er hann á øðrum
plássi á toppskjúttalistanum
í Okkaradeildini. Við teimum
tíggju málunum hann skoraði
í Vestmanna mikukvøldið, er
Dánjal Ragnarsson komin upp
á 111 mál í ár. Tvey fleiri enn
Nicklas Selvig, men framvegis
nakað aftanfyri Filip Jojic, sum
hevur skotið 154 mál.
Tilboð úr Norra
Umheimurin
hevur
givið
avrikunum
gætur,
og
fyri
stuttum
vóru
teir
báðir,
Dánjal Ragnarsson og Trónd
ur
Mikkelsen
í
Norra
til
royndarvenjing. Júst heim
komin skuldi Dánjal spæla
steypafinalu við U18-dreingj
um. Og tað gjørdist ein minnilig
finala, tá ið Dánjal við 21 málum
syrgdi fyri at Neistin akkurát
koppaði H71, sum var undir
leiðslu av Eliasi E. á Skipagøtu,
sum hetta kvøldið skoraði 18
mál.
Hondbóltsheimurin fylgir
føroyskum ungdómi
Umheimurin mundi fylgja við
stroymingini av finalunum, tí
dagarnar eftir komu innbjóð
ingarnar.
Har vóru fleiri ið vendu sær
til neistamannin. Millum annað
umboð fyri hondbóltsskúlan
hjá Skanderborg, SHEA, har
føroyingar hava gjørt um seg
fyrr. Tað var hagar at Jóhan á
Plógv Hansen fór á sinni. Áki
Egilsnes royndi seg eisini her,
og seinastu tvey kappingarárini
hava teir báðir Pauli Jacobsen
og Hákun West av Teigum
verið á U16 og U18-liðnum. Teir
vunnu í fjør steypakapping
og meistaraheitið saman við
Eliasi Ellefsen á Skipagøtu,
sum síðani kom heim at venda,
og næsta ár skal spæla yrkis
hondbólt í Svøríki. Á kvinnu
liðnum er eisini føroysk um
boðan við málverjanum, Rakul
Wardum.
Fekk boð dagin eftir
U18-finaluna
- Skanderborg vendi seg til mín
dagin
eftir
steypafinaluna,
sigur Dánjal, sum síðani fór
niður at vitja. Tað var ikki
neyðugt at royndarvenja, tað
var heldur eitt tilboð um at
koma at royna seg komandi
kappingarár, sigur Dánjal, sum
prátaði nógv við føroyingarnar
Hákun og Paula tá ið hann
vitjaði í Skanderborg. Komandi
kappingarár vera teir eftir
øllum at døma liðfelagar.
Neistamaðurin verður liðug
ur við miðnámsútbúgving í ár,
og hevur leitað sær møguleikar
uttanlands
komandi
kapp
ingarár.
Góður pallur og tað
rætta stigið
- Tað kendist sera spennandi og
eg helt, at hetta var tað besta
fyri mína framtíð, við tí teir
kunnu bjóða við bæði krops
ligari og hondbóltsligari menn
ing.
-Eg havi eisini tosað við
Rasmus (Søby, blm.), sum hevur
givið mær góða vegleiðing, og
hann helt eisini at hetta var
gott eitt stig at taka.
Skanderborg hevur gott orð
á sær fyri at ala yrkisleikarar,
og Dánjal greiðir frá, at hetta
er undir øllum umstøðum ein
góður pallur at sýna seg fram.
- Um tú ikki spælir teg til
ein sáttmála her, so kann tað
hjálpa at fáa ein í øðrum feløg
um, sigur Dánjal.
Skal spæla bakkur
og taka uppá
Dánjal er eyðkendur fyri at
hava roynt seg á fleiri plássum.
Flestu málini munnu koma av
vinstra bakki, men serliga av
vinstra vongi koma fleiri eisini,
eins og skjótálop og brotskøst
føra til nógv mál.
- Eg havi altíð spælt vinstri
bakkur og miðja. Tá ið vit vóru
í Georgia við U18-landsliðnum
í 2018 var eg so vinstri vongur,
og í FM-finalunum í fjør spældi
eg næstan bara á høgra vongi.
Steypafinaluna spældi eg so
á vinstra bakki, so tað hevur
verið nógv broyting.
So í ár, tá ið Mads (Rydal,
blm.) kom, helt hann at eg
skuldi spæla mest vinstri vong
ur og so loysa av á bakkinum.
- Eg havi so byrjað so at siga
hvønn dyst á vinstra vongi,
men komi eisini nógv inn á
vinstra bakk eftir eina løtu,
sigur Dánjal, sum hevur fingið
at vita, at hann skal spæla
har tað hóvar honum best í
Skanderborg: Á bakkinum.
- Tað verður mest bakkur
og miðja, men eg skal líka
fáa nøkur kilo afturat uppá.
Tað fara vit at arbeiða uppá í
summar, og eg fái eina venj
ingarætlan frá teimum, sigur
Dánjal, sum gleðir seg til júst
hetta; at venja í tí umhvørvi,
sum Skanderborg bjóðar.
Einki at gera við
óhepnan steðg
Í løtuni er venjingarumhvørvið
ikki tað allarbesta nakrastað
ni. Um alt Evropa er hond
bóltsspæl steðgað, og í løtuni
verður roynt at finna loysnir
til styrkisvenjing og annað,
uttan at leikarar koma í
smittuvanda.
Steðgurin kemur júst sum
at Neistin hevði ein góðan
møguleika at vinna sær næst
fremsta plássið í Okkaradeild
ini, og Dánjal sjálvur hevur
skotið ávikavist 6, 14 og 10 mál
í teimum seinastu sera avger
andi dystunum.
- Tað er sjálvandi keðiligt, og
eg kendi eisini at vit høvdu gott
’momentum’, men tað er ikki so
nógv at gera við í hesi keðiligu
støðuni, sigur Dánjal, ið nú
eisini hevur eina avbjóðing við
at taka kiloini hjá sær uppá.
- Eg má venja við egnari
kropsvekt og fara nakrar renni
túrar, sigur Dánjal Ragnarsson
at enda.
sjurdur@sosialurin.fo
DÁNJAL
DÁNJAL TIL SKANDERBORG
TIL SKANDERBORG
Dánjal Ragnarsson hevur í ár trokað seg upp ímillum
vanligu stórskjúttarnar, Filip Jojic og Nicklas Selvig.
Filip Jojic
VÍF
154
Dánjal Ragnarsson
Neistin
111
Nicklas Selvig
KÍF
109
Anders Risdal
Kyndil
83
Hjalti Mohr Jacobsen
Kyndil
82
Máltindurin: