Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-16, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mars 2020síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. mars 2020 · Nr. 32 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Heri Simonsen Tann sum skrivar hesar reglur skuldi av røttum skriva hesa endurminning fyrst í mai í ár, tí tá eru liðin júst 30 ár síðani, at eg á fyrsta sinni vitjaði heima­ vøllin hjá Manchester Uni­ted, Old Trafford leikvøllin í Man­ chest­er. Men tilfar manglar í hes­um Corona-tíðum, so vit taka hesa endurminningina hálv­an mars. Í 1990 var Liver­ pool – við pinkaevarska lítlum fyri­varni fyri ársins kapping – ei­si­ni enskur meistari. Hetta kapp­ingar­árið fyri 30 árum síðani haltaði Manchester United eisini aftaná Liverpool í bestu ensku fótbóltsdeildini, og tað var nær við, at Alex Ferguson, ið seinni bleiv til Sir Alex Fergu­son misti starvið sum høvuðs­venjari hjá Manchester United. Bara tvey stig vóru givin fyri ein sigur í 1990, og Uni­ted endaði á einum 13. plássi bara fimm stig omanfyri niður­ flytingarstrikuna. Liver­pool vann gomlu 1. Deild í 1990 við 79 stigum, heili 9 stig fram­ man­fyri Aston Villa á øðrum plássi. United var heili 31 stig aftan­fyri Liverpool á stiga­ talvu­ni, kappingarárið 1989- 1990. Deildin skifti ikki navn til Premier League fyrr enn kapp­ ingar­árið 1992-1993. Tað reið um snarið hjá Ferguson Úrslitini hjá Manchester Uni­ ted í bestu ensku deildini hetta kappingarárið vóru alt annað enn nøktandi fyri leiðslu­na í Manchester United við árs­ byrjan í 1990. Eitt kulørt enskt dagblað skemtaði sær við, at Alex Ferguson fór skjótt at fáa ein OBE. Í vanligum før­ um gerst ein riddari tá ein fær ein sonevndan OBE frá ensku drotningini. OBE merk­ir “Order of the British Empire”. Men hetta kulørta enska dagblaðið skemtaði sær við, at Alex Ferguson fór at fáa ein OBE sum merkti: “Out Before Easter”, og hesum flentu tey nógv eftir í Liverpool og aðra­ staðni við í Onglandi. Men í allari neyðini hjá liðnum og hjá Alex Ferguson sjálvum í liguni, so vann United sínar dystir í FA Cup kappingini, um enn tað var við tógvið stríð. Starvið hjá Ferguson bleiv akkurát bjargað Manchester United mátti ígjøgn­ um tvær strævnar hálv­finalur í FA Cup kappingini á gamla leikvøllinum hjá Man­chest­er City, Maine Road. Fyrra hálv­ finalan móti Oldham, ið er eitt lið úr Greater Manchester, sunnu­ dagin 8. apríl endaði við javn­leiki 3-3 aftaná longda leiktíð. Seinna hálvfinalan – um­dyst­urin – á Maine Road tríggjar dagar seinni endaði við ein­um 2-1 sigri til Man­chest­er United aftaná longda leiktíð. Mark Robins, ið seks ár seinni bleiv útleigaður til FC Keypmannahavn skoraði sigurs­málið tá bara fimm minutt­ir vóru eftir av longdu leik­tíð­ini. Hetta úrslitið og tað, at plássið í bestu fót­bólts­ deildini bleiv bjargað gjørdi, at Alex Ferguson við einari FA Cup finalu móti Crystal Palace í hondini fyribils hevði bjargað sínum starvi, treytað av, at hann vann FA Cup kappingina. Fyrra FA cup-finalan mill­um Crystal Palace og Man­chest­er United á Wembley leik­vølli­ num í London, leygardagin 12. mai í 1990 bleiv ein minnilig steypa­finala sum endaði við FÓTBÓLTUR 5. mai í ár eru 30 ár síðani Heri Simonsen hjá Miðlahúsinum og FM1 á fyrsta sinni varð á Old Trafford leikvøllinum í Manchester. Tá vann altráðandi Liverpool aftur eitt meistaraheiti, og Manchester United var bara nummar 13 í deildini. Ein FA-cup sigur á Wembley leikvøllinum í London bjargaði starvinum hjá Alex Ferguson í mai í 1990 TÁ LIVERPOOL SEINAST TÁ LIVERPOOL SEINAST VARÐ MEISTARI VARÐ MEISTARI OG UNITED OG UNITED BARA VAR NUMMAR 13 BARA VAR NUMMAR 13 Alex Ferguson við fyrsta steypinum hjá sær Ein 22 ára gamal Heri Simonsen á Old Trafford 5. mai í 1990