Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-16, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mars 2020síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 16. mars 2020 · Nr. 32 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR javn­leiki 3-3 aftaná longda leik­ tíð. Fimm dagar seinni leiktu liðini umdyst á Wembley leik­ vøllinum, har Lee Martin gjørdist tann stóra hetjan tá hann skoraði sigursmálið fyri United, tá ein tími var farin av dysti­num. Lee Martin skoraði bara tvey mál fyri besta liðið hjá United í 73 dystum, so sigast má, at hann valdi løtuna ógvu­ liga væl. Málið og sigurin bjarg­ aðu venjarastarvinum hjá Alex Ferguson ó Manchester United. Árið eftir vann United Europa Cup fyri steypavinnarar, tvey ár seinni Liga Cup kappingina og í 1993 fyrstu Premier League, og so gekk tað næstan bara væl hjá United tey næstu 20 árini. Men síðani 2013 hevur verið rættiliga langt ímillum so­ nevndu snapsirnar. Á Old Trafford til kanska seinasta heimadystin hjá Ferguson Leygardagin 5. mai slapp eg á fyrsta sinni at uppliva ein dyst á Old Trafford leikvøllinum í Manchester í dysti móti Charl­ ton. Tá var tað uppi at venda, at hetta kundi gerast seinasti heima­dysturin við Alex Fergu­ son sum høvuðsvenjara. United hevði tryggjað sær plássið í deildini, og øll vóru sera spent uppá FA Cup finaluna, ið kundi bjarga árinum hjá United og starvinum hjá Alex Fergu­ son. Í 1990 vóru enn standi­ pláss á legendarisku Stretford End seksjónini á Old Trafford leikvøllinum, og staðfestast má, at Old Trafford hevur við bara sitiplássum ongantíð vunnið tann partin av stemninginum aftur, ið var mistur tá standi­ plássini á Stretford End ruku. Gamal familjuvinur útvegaði atgongumerkið Eg hevði hetta várið í 1990 ver­ ið tveir mánaðir á málskúla í Bourne­mouth í sunnara parti­ num av Onglandi. Á veg aftur til Føroya ætli eg at fara ein túr til Manchester at vitja ein gamlan familjuvin, John Dyer sum hevði verið til heima­ dystir hjá Manchester United síðani 1949. John Dyer varð 17 ára gamal tá flogfarið við legendar­iska “Busby Babes” lið­num datt niður í München í Týsk­landi 6. februar í 1958. John fortaldi mær, at hann græt í fleiri dagar um sára miss­in hjá Manchester United. Ikki minst stóra multitalentið, 22 ára gamla Duncan Edwards, ið Bobby Charlton nevnir tann mest kompletta United- spæl­ar­an nakrantíð kundi fáa tárini fram í eygnakrókunum hjá John Dyer. John, ið doyði fyri nøkrum árum síðani hevði góð viður­skifti við umsitingina hjá Manchester United, og hann fekk útvegað mær eitt atgongu­merkið til heimadystin móti Charlton, leygardagin 5. mai í 1990. Bara bretar í byrjanaruppstillingini Hetta var í tíðini áðrenn tiltikna Bosman-dómin, ið broytti evro­peiskan felagsfótbólti totalt, og hendan dagin í 1990 varð byrjanaruppstillingin hjá United bara bretskir spælarar. Hetta hevði so aldrin komið fyri í Premier League í dag. Byrjanaruppstillingin 5. mai í 1990: Málverji: Jim Leighton Miðbakkur: Steve Bruce Miðbakkur: Gary Pallister Vinstri bakkur: Lee A Martin Miðvallari: Paul Ince Miðvallari: Brian McClair Miðvallari: Mike Phelan Miðvallari: Bryan Robson Miðvallari: Neil Webb Áleypari: Mark Hughes Áleypari: Danny Wallace Stemningurin var framúr, og í seinna hálvleiki fingu vit eitt sigurs­mál, ið verjukempan Gary Pallister syrgdi fyri, og hetta bjargaði degnum hjá mær og øllum hinum United fjepp­ ar­unum hendan dagin fyri skjótt 30 árum síðani. Hetta er tíverri einasti sigurin eg havi á Old Trafford higartil. Í hes­ari øldini var eg til famøsa 4-4 javnleikin móti Everton í 2012, og í 2013 upplivdi eg, at Manchester United tap­ti 1-2 móti Manchester City. 1990 markeraði árið tá valds­javn­ vágin skifti frá Liverpool til Man­chester United. Nú hevur valds­javnvágin skift til Liver­ pool aftur. Tá Corona hevur lagt seg er tað 99,99 prosent víst, at Liverpool gerast enskir meistarar. So er spurningurin nær valdsjavnvágin skiftir aftur? Ole Gunnar Solskjær ger sítt allarbesta sum høvuðs­ venjari, men enn er hann ikki í námind av støðinum hjá Liver­pool-venjaranum, Jürgen Klopp. Ole úr Møre og Romsdal kann tó framvegis gjarna prógva okkum skeiv, um hann nær somu hæddir sum venjari, ið hann náddi sum spælari hjá Man­chester United. Vit liva í vón­ini. Manchester United tekur støðu undan dystinum móti Charlton 5. mai í 1990 Manchester United søkir at málinum hjá Charlton John Dyer syrgdi fyri, at Heri fekk atgongumerki til dystin á Old Trafford fyri 30 árum síðani. Her sæst John sáli saman við dóttrini, Amy