mánadagur 16. mars 2020síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. mars 2020 · Nr. 32
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Pætur Albinus
Corona-virusið
kann
raka
ítróttarheimin meint.
Ein kapping fyri og onnur
eftir verður útsett ella avlýst,
og hetta hevur við sær, at
ítrótturin kring heimin - serliga
í Evropa - í løtuni liggur lamin.
Ítróttarfeløgini, sum liva í
stóran mun liva av lýsingum og
áskoðarainntøkum, fáa í løtuni
lítlar og ongar pengar í kassan,
og samstundis sum lønir og
annað framvegis skal rindast,
so verður hetta mett at kunna
fáa álvarsligar avleiðingar fyri
nógv feløg, ið kunnu vera á veg
í fíggjarligt óføri.
Eitt av feløgunum, sum
kennir
sviðan,
er
Aalborg
Håndbold, oddaliðið í donskum
manshondbólti.
- Um vit aftur skulu spæla
fyri tómum áskoðaraplássum,
so fáa vit ongar inntøkur,
og tað fer at fáa avleiðingar.
Nøkur feløg mugu steingja,
og onnur fáa ikki goldið lønir,
sigur formaðurin í felagnum,
Jan Larsen, við TV2 Sporten.
- Vit vóna sjálvandi, at hetta
einans ferður í mars, tí verður
tað longri enn tað, so fær tað
katastrofalar
avleiðingar,
heldur hann.
Danska
hondbóltsdeildin
er fyribils steðgað til og við 26.
mars.
Eingin meistari
Í
donsku
íshokkideildini,
Metal Ligaen, eru teir farnir
meira kontant til verka. Kapp
ingarárið er avlýst, og eingin
meistari verður funnin hetta
kappingarárið.
Aalborg Pirates, sum er
greitt oddalið nú kappingin
nærkaðist endaspælinum, fær
tillutað altjóða atgongumerkið
til Champions League Hockey
komandi kappingarár.
Danskt íshokki hevur virt
avgerðina
hjá
íshokkisam
bandinum, men tað hevur
skapt nakað av kjaki, at nevnd
arformaðurin í Aalborg Pirates,
Morten Fals, kallar sítt felag
fyri moralskar meistarar, og at
einki lið hevði megnað at vunn
ið á teimum í endaspælinum.
Eitt annað land, sum eisini er
farið kontant til verka, er Italia.
Italia er tað landið, sum er
harðast rakt av corona-virusi,
og har hevur forsætisráðharrin,
Giuseppe Conte, bannað øllum
ítrótti fram til 3. apríl.
- Býtt at spæla
Fríggjadagin og um vikuskiftið
var mest sum alt tikið av
skránni, men í Svøríki varð ein
hondbóltsdystur tó spældur
fríggjadagin í bestu kvinnu
deildini, har Sävehof vann 31-
23 á Skuru.
Hetta var síðsti dysturin
í grundspælinum, og hóast
sigurin, so var Sävehof-venj
arin, Rasmus Overby, ikki
nøgdur eftir dystin.
- Tað var býtt at spæla í dag.
Hinir ítróttirnir eru steðgaðir,
og at koma higar at spæla ein
Corona-smittan breiðir seg, og nú liggur
mestsum allur ítróttarheimurin lamin. Hetta
kann fara at fáa álvarsligar avleiðingar,
meta tey eitt nú í donskum hondbólti
Corona-virus:
ÍTRÓTTURIN
ÍTRÓTTURIN
Í EVROPA
Í EVROPA
LIGGUR LAMIN
LIGGUR LAMIN
Dysturin ímillum Utah Jazz og Oklahoma City Thunder í NBA varð avblástur stutt áðrenn dystarbyrjan
Utah Jazz-liðfelagarnir, Donovan Mitchell (t.v.) og Rudy Gobert (t.h.), hava báðir Corona-virus