Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. desember 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Ógvusligt ferðsluóhapp á Sandi Fríggjadagin hendi eitt ógvusligt ferðsluóhapp heima á Sandi. Óhappið hendi inni í Dali, har ein jeepur kom koyrandi suður- eftir. Brádliga stendur ein seyður á vegnum, og tað var hált. Førarin misti tam- arhaldið á jeepinum, men fekk tó hildið hann á veg- num einar 100 metrar longur fram. Tá kom ein bilur koyrandi ímóti hon- um. Jeepurin fór við síðuni inn í gronina á persón- bilinum og síðani niðan av vegnum. Hin bilurin varð standandi á vegnum. Førarin á jeepinum, og tey trý, sum sótu í persón- bilinum vórðu øll innløgd á Landssjúkrahúsið, meðan tann, ið sat við síðuna av í jeepinum, ongan skaða fekk. Bilførarin á persónbilin- um fekk skaða í bróstkass- an og grov sár í beinini. Hann mátti skerast út bilin- um. Ferðafólkið, sum sat á baksetrinum reyk fram í forrútin. Ferðafólkið, sum sat framman, sat eisini rættiliga fast, men tað slapst tó undan at skera. Bilførarin á jeepinum fekk ilt í ryggin. Hann slapp tó skjótt út aftur av sjúkrahús- inum. Kanningar verða gjørdar av óhappinum. Sýslumað- urin á Sandi sigur, at hesar ikki eru lidnar enn. – Vit tóku neyðugu royndirnar beinanvegin fyri at útiloka, at bilførararnir vóru ov jólaligir, men tær royndirnar hava vit ikki fingið svar uppá enn, sigur sýslumaðurin á Sandi. - sae – Sami biltjóvur Leygarmorgunin fekk løg- reglan í høvuðsstaðnum eina fráboðan um eitt inn- brot á eitt verkstað. Ein bilur varð stolin. Hesin var seinni funnin aftur uppi við SMS, og løgreglan fann tjóvin eisini. Tá vísti tað seg, at tað var tann sami tjóvurin, sum stjól ein bil í Norðragøtu herfyri, og sum varð funnin aftur á Skála- trøð í Havn. - sae – Fleiri ferðslu- óhapp Sera hált var um vikuskiftið og av tí sama vóru fleiri smærri ferðsluóhapp. Í Klaksvík fekk løgreglan fráboðan um trý ferðslu- óhapp orsakað av hálku. Í tveimum førum var talan um smærri skaðar á bilar- nar. Tað triðja óhappið hendi á Leitinum á veg til Viðar- eiðis heilt tíðliga sunnu- morgunin. Bilurin var á veg til Viðareiðis. Tá hann kom niðan á Leiti kom hann í krapa, misti tamarhaldið á bilinum, sum endaði í veit- ini við síðuna av vegnum. Bilurin fekk nakað av skaða, men ongin fólka- skaði var. – Talan var heldur ikki um rúsdrekka, sigur vakt- havandi á løgreglustøðini í Klaksvík. Í Havn hendi eitt ferðslu- óhapp fríggjadagin, har ein bilur koyrdi fram við treytaleysari víkiskyldu og rendi á ein annan. Har var bert talan um skrokkskaða. Óhappið hendi í Vesturbý- num. - sae – Rendu á parkerað akfør Løgreglan í Eysturoynni tók sær av fýra ferðslu- óhappum um vikuskiftið. Í trimum av førunum var talan um bilar, sum rendu á onnur parkerað akfør. Fríggjamorgunin hendi tað fyrsta, fríggjadagin seinnapartin rennur ein bilur í bakendan á einum øðrum, sum bremsaði brád- liga í hálkuni og seinni aftur hevði ein annar bilur bakkað á eina gravkúgv, sum stóð parkerað. Sunnumorgunin um hálvgum átta tíðina fór ein bilur út av vegnum millum Fjara. Bilførarin var ávirk- aður av rúsdrekka. Hann varð handtikin, blóðroynd varð tikin av honum, og hann verður nú skuldsettur fyri at hava koyrt ávirkaður av rúsdrekka. – Burtursæð frá smærri ferðsluóhappum, hevur vikuskiftið verið stak frið- arligt í Eysturoynni, sigur vakthavandi á løgreglu- støðini í Runavík. - sae - Følsk fráboðan Herfyri fekk løgreglan í Klaksvík eina fráboðan um ein stolnan bil, sum varð funnin aftur seinni við skaða. Hetta málið hevur løg- reglan nú kannað. Hon er komin eftir, at tilburðurin ikki er farin júst soleiðis fram, sum fráboðanin segði, og úrslitið av hesum er, at tann, ið boðaði frá stuldrinum, nú er skuld- settur fyri falska fráboðan, verður sagt av løgreglu- støðini í Klaksvík. - sae - 2 Nr. 244 - 21. desember 2004 14. árið á rað kemur Jóla- skipið á Klaksvíkina. Um veður og vindur lova tí, so verður skipið á Klaksvík mikukvøldið kl. 18.00. Á veg til Klaksvíkar leggur skipið at í Leirvík, og verður tað kl. 16.00. Sum vanligt er, verður nógv gjørt burtur úr jóla- skipinum í Klaksvík, og í ár er einki undantak. Skipið leggur at undir Kryvjuvirk- inum á vestari síðu, og fer skrúðgonga við jólamonn- um, hornorkestri, skótum og nissum á hestbaki heim gjøgnum býin og niðan á vøllin. Har bjóðar borgar- stjórin jólamonnunum væl- komnum til Klaksvíkar. Umframt undirhald, kór- sang, fýrverkarí og annað, verður eisini felagssangur og Nósi kemur á vitjan. Tiltakið endar við, at øll børnini fáa pakka frá jóla- monnunum. Sum nakað nýtt, handar borgarstjórin Steinbjørn O. Jacobsen einum klaksvíks- borgara "Ársins Rósu". Hetta er ein heiður og eitt herðaklapp fyri at hava gjørt eitt gott arbeiði fyri býin og borgararnar í Klaksvík. Stuðlað jólaskip- inum hava Føroya Banki og Klaksvíkar Kommuna. Jólaskipið á Klaksvík Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, vónar, at nýggja Lækna- miðstøðin í býnum kann gera enda á læknatrotin- um í Norðoyggjum. Fríggjadagin varð nýggja Læknamiðstøðin í Klaksvík handað lækn- unum, og tað var Stein- bjørn Jacobsen, borgar- stjóri, sum læt læknun- um lyklarnar til nýggja húsið á Sandinum. – Hetta er ein søgu- ligur dagur, tí fyri fyrstu ferð í Norðoyggjum verða umstøður til fýra kommunulæknar í fýra viðtaluhølum. Tí kunnu vit siga, at bólturin at út- vega fýra kommunu- læknar til Norðoyggjar nú av álvara er spældur til landsstýrið. Eg vóni, at landsstýrismaðurin í Almanna- og Heilsu- málum og starvsfólk hansara fara at gera teirra ítarsta til at fáa hesi viðurskifti í rættlag, segði Steinbjørn Jacob- sen á móttøkuni. Bara ein lækni er í føstum starvi í Norð- oyggjum, og tað er Magnus Magnussen. Skiftandi avloysarar hava seinnu árini starv- ast sum kommunu- læknar í Norðoyggjum. Hómar loysn á læknatroti