týsdagur 21. desember 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík: Fyri 64 árum síðani
var Malena Purkhús liðug við
real. Beinanvegin komu boð frá
J.J. Jacobsens handli um at fáa
hana til arbeiðis at passa bøkur-
nar, sum hon sjálv tekur til.
– Ja, eg varð biðin um at koma
til arbeiðis hjá teimum, so har
stóð eg í læru, haldi eg man
kann siga, hóast tað tá í tíðini
ikki var nakað, sum æt læru-
pláss, greiðir Malena blídliga
frá.
Hon byrjaði á kontórinum í
handlinum sum knapt 17 ára
gomul og arbeiddi har í sjey ár.
Har var matvøruhandil í neðra
og toystova og skrivstova í erva.
Síðani tók hon sær av smærri
avloysara uppgávum, inntil hon
í 1950 giftist og seinni fekk børn
og fór heim at passa tey og
heimið. Hon og maðurin fingu
seks børn, so Malena arbeiddi
ikki aftur fyrr enn einaferð
miðskeiðis í sjeytiárunum.
Tá keypti elsti sonurin ein bát,
og Malena játtaði at taka sær av
bókhaldinum. Síðani tá hevur
hon tikið sær av bókhaldinum
hjá fyritøkum, sum tveir av syn-
unum eiga. Ein av fyritøkunum
er Faroe Salmon.
So í lítla kontórinum hjá sær
heima við hús, hevur Malena
sitið og ført mangar stórar
upphæddir – serliga tá alivinnan
stóð í fagrasta blóma.
Men fyri tað sum alivinnan
ikki hevur tað gott longur, so
hevur Malena framvegis bøkur-
nar at føra, tí sum hon sigur, so
longi sum ein fyritøka er, so er
bókhald eisini.
Flutti undir krígnum
Malena greiðir frá, at tá hon
arbeiddi í handlinum hjá J. J.
Jacobsen, tann sum er kendur
fyri at eita hjá Kal, varð grundin
løgd. Tær vóru fleiri, sum fing-
ust við at bóka kassaseðlarnar
frá hvørjum degi inn. Hetta
gekk fyri seg við blýanti og
pergamentpappíri,
minnist
Malena afturá, meðan hon
hyggur yvir á telduna, sum hon
hevur arbeitt við síðani mið-
skeiðis í áttatiárunum.
Hon minnist afturá, at tá
bombingin undir krígnum var
upp á tað ringasta, varð skriv-
stovan og tær, sum arbeiddu har,
fluttar út í Grøv, til tann ringasti
vandin var av.
– Stjórarnir vóru eftir í handl-
inum í Klaksvík, men vit vórðu
allar fluttar út um býin. Hetta
hevur ivaleyst verið fyri at
tryggja okkum og fyri at alt ikki
skuldi verða oyðilagt, um teir nú
bombaðu
handilin,
greiðir
Malena frá.
Hon arbeiddi hjá Kal í sjey ár
og var síðani avloysari her og
har, áðrenn hon gjørdi av at fara
av arbeiðsmarknaðinum.
– Tað var ikki moderna tá, at
kvinnur arbeiddu úti. Onkur
einstøk gjørdi tað, men her í
grannalagnum
gingu
allar
mammurnar
heima,
greiðir
Malena frá.
Aftur til bøkurnar
Miðskeiðis
í
sjeytiárunum
keypti elsti sonur Malenu ein
bát. Tástani byrjaði hon aftur at
arbeiða eftir at hava gingið
heima í meira enn 20 ár.
Malena hevur tó síðani hon
byrjaði aftur ongantíð arbeitt
uttan fyri sítt heim. Kontór hev-
ur hon havt við hús allatíðina,
og tað dámar henni avbera væl.
– At kunna arbeiða við hús er
sera frítt. Tú gert sjálv av, nær tú
setir teg, og nær tú gevst. Tað er
deiligt, sigur Malena.
Kontórið er í dag eitt lítið
rúm, har Malena hevur allar
hentleikar. Telefaks, teldu, tele-
fon, printara og alt tað, sum
vanliga er á einari skrivstovu.
Malena hevur arbeitt út í eitt,
síðani hon byrjaði aftur at
arbeiða í sjeytiárunum. Og tá
ein annar sonurin fór upp í
alivinnuna, tók hon eisini tað
bókhaldið á seg. Tað er ikki ov
nógv sagt, at Malena hevur røkt
tað arbeiðið einsamøll, sum
fleiri onnur røkja á einari skriv-
stovu.
– Eg veit ikki, eg haldi ikki, at
tað hevur verið meira enn til eitt
fólk, sigur hon tó lítillátin.
Í dag situr hon við bókunum
hjá Pf Taravík, Pf Polarlaks og
Pf Faroe Smolt.
– Tað er alt tað sama, men
heitini eru hvørsítt, greiðir
Malena frá og leggur afturat, at
tað er munandi minni at gera í
dag enn fyri fýra árum síðani.
Ein dag í senn
Malena hevur júst rundað tey
áttati, men hon orkar væl at ar-
beiða enn. Við teldu sínari og
bókhaldsskipanini hjá Com-
Data, Lundin, situr hon so gott
sum hvønn dag og førir bøk-
urnar hjá fyritøkuni. Hon sigur,
at tað so at siga altíð er okkurt at
taka í.
Hon minnist væl, tá hon fekk
telduna.
– Tað var tá einaferð mítt í
áttatiárunum. Ein maður frá
Com-Data kom og setti meg inn
í
nøkur
viðurskifti,
sigur
Malena, sum als ikki heldur, at
tað er so óvanligt, at ein 80 ára
gomul kona dugir at fáast við
teldu.
Hon vísir á, at øll tey, ið í dag
skriva endurminningar ella hvat
tað nú skal vera, arbeiða við
teldu. Hon lærdi seg mest, með-
an hon sjálv sat og arbeiddi við
telduni.
Malena tykist at vera greið
yvir, at hon ikki fer at arbeiða so
longi afturat.
– Eg taki bara ein dag í senn,
og so fáa vit at síggja. Men tað
góða við, at eg eri við hús, er, at
eg geri jú sjálv av, hvussu mín
arbeiðsdagur sær út, sigur
Malena, sum fer at halda jól
saman við onkrum av børnunum
og teirra familjum.
Um hon skal arbeiða millum
jól og nýggjár, veit hon ikki enn.
– Um tað verður nakað
arbeiði, so arbeiði eg. Um ikki,
so havi eg frí, sigur Malena
Purkhús brosandi at enda.
80 ára gomul og bókhaldari
Malena Purkhús, bókhaldari, í sínum egna kontóri við telduna. Hon nýtir bókhaldsskipanina, Lundin. Hon hevur mangan havt meira at gera enn hon hevur nú, men kortini er altíð
okkurt at taka í
Mynd: Jens K. Vang
80 ára gamla Malena Purkhús í Klaksvík hevur fingist við bókhald størsta partin av arbeiðslívi
sínum. Hóast árini nú eru vorðin mong, fæst hon framvegis við bókhald hjá fyritøkuni hjá
synunum. Henni dámar avbera væl at fáast við pappírarbeiði, og Malena tekur ein dag í senn