mánadagur 16. mars 2020síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. mars 2020 · Nr. 32
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HONDBÓLTUR
Vikan ið fór
Rannvá B.
Andreasen takkar
fyri seg á føroyska
A-landsliðnum við
útjavnandi 1-1-máli
í venjingardysti
ímóti Estlandi.
Danski John
Petersen verður
kunngjørdur sum
nýggjur høvuðsung
dómsvenjari í HB.
Hann hevur havt
sama starv í TB og
Royn.
TB ger sáttmálar við
Rógva Joensen og
Einar Thorsteinsson,
og fær samstundis
tveir leikarar
úr Ghana til
royndarvenjing.
Langtíðarskaddi
Jákup L. Thomsen,
sum nýliga
varð loystur úr
sáttmálanum við FC
Midtjylland, skrivar
undir við HB.
Vinardysturin
ímillum Føroyar
og Danmark,
sum skuldi vera í
Herning síðst í mars,
verður avlýstur
vegna Corona-virus.
Stór átøk verða sett
í verk fyri at basa
Corona-smittuni,
og allur ítróttur í
Føroyum og kring
heimin verður
útsettur í minst
tvær vikur.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Einar Jónsson
Ítróttur: Hondbóltur
Starv: Høvuðsvenjari í H71
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1. 10
2. Tríggir
3. Øssur Hansen
4. Kurvabólti
5. Tríggjar ferðir
6. Hjalmar Klein Olsen
7. Skottlandi
8. Dánjal Ragnarsson
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
1
Hallur Hansson hevur fram til nýliga spælt við troyggju
nummar 17 hjá AC Horsens, men hvat nummar hevur hann
nú?
2 Hvussu nógvir básar eru á einum baseball-vølli: ein, tveir
ella tríggir?
3 Hvør er venjari hjá 1. deildarliðnum hjá B68?
4 Frá hvørjum ítrótti kenna vit San Antonio Spurs?
5 Hvussu ofta vann Todi Jónsson danska meistaraheitið við
FCK?
6 Hvussu eitur venjarin hjá besta mansliðnum hjá VÍF?
7 Úr hvørjum landi er heimsmeistarin í dart, Peter Wright?
8 Hvussu eitur Neista-leikarin á myndini?
Hvat fyri átøk hevur
H71 sett í verk ímóti
Corona-virusi?
- Felagið hevur gjørt júst
sum myndugleikarnir siga.
Høllin er stongd, og tískil
kunnu vit heldur ikki hava
felagsvenjing.
Hvussu halda
leikararnir seg í venjing
í hesum døgum?
-
Tíbetur
hava
vit
sera
góðan fysiskan venjara og
fysioterapeut,
sum
gera
venjingarætlanir til leikarar
at brúka. Tað er ikki tað sama,
men hetta er ein støða, sum
vit ongantíð hava upplivað
áður.
Hvussu væntar tú
Corona fer at ávirka
kappingarárið?
- Eg veit einki. Tað broytist
hvønn
dag.
Fólkið,
sum
veit nakað um hetta, veit
nokk best hvat fer at henda
framyvir.
Hvat gert tú nú
meðan steðgur er?
- Eg eri í Íslandi í løtuni. Eg
venji
hondbólt
umvegis
internetið, og tað er nakað
nýtt.
Hvussu dámar tær
annars í Føroyum?
- Mær dámar sera væl. Tað er
ein sera góð uppliving.
"Jan Oblak er eins
týdningarmikil fyri okkum,
sum Lionel Messi er fyri FC
Barcelona."
- Diego Simeone, Atlético Madrid-
venjari, um málverjan hjá sær
"Eg eri ein kensliligur fýrur, og um man
ikki verður rørdur og glaður av at vinna All
England frammanfyri hesum áskoðarunum,
so er man ikki eitt menniskja."
- Ein rørdur Viktor Axelsen eftir at hann vann All
England í gjár
Spælararnir hjá brasilska Germio eru ónøgdir við at teir skulu spæla, hóast koronavandan