mánadagur 16. mars 2020síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 16. mars 2020 · Nr. 32
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Brann kann fara á heysin:
Tróndur Arge
Koronasmittan
hevur
eisini
rakt í Norra, har støðan er spent
í Bergen, har Brann heldur
til. Dagligileiðarin í felagnum,
Vibeke Johannesen, sigur í
samrøðu við TV2 Norra, at
støðan er álvarslig um tiltøkini
hjá
mynduleikaunum
halda
fram og feløgini ikki fáa hjálp.
-Feløgini tola ikki at missa
inntøkur yvir longri tíð og tað
er eisini galdandi fyri Brann,
sigur hon.
Føroyski spælarin í Brann
er Gilli Rólantsson av Tvøroyri.
Hann venur í løtuni saman við
tveimum liðfeløgum.
-Vit hava fingið program
fyri næstu 14 dagarnir, sum
er ætlað til at halda okkum í
gongd. Vit sleppa í mesta lagi at
venja tríggir mans samstundis
í vektrúminum á stadion, og
sama er galdandi á vøllinum,
sigur føroyski landsliðsspæl
arin og leggur afturat:
-Okkara kapping er útsett til
3. mai fyribils, og um alt gongur
eftir ætlan, fara vit undir eina
nýggja pre-season tann 27.
mars - sum annars longu hevur
verið í tveir mánaðir, sigur Gilli
Rólantsson.
Hann ásannar eisini, at tað
týdningarmiklari ting enn bara
at hugsa um venjing.
-Beint nú eru tað onnur ting,
sum eru týdningarmiklari enn
fótbóltur. Støðan er øgiliga
spent her í Bergen, og fólk eru
bangin og óttast. Framtíðin hja
Brann er eisini ósikkur. Einasta
vit kunnu gera er at lurta væl
eftur hvat verður sagt av
myndugleikum
og
teimum,
sum hava skil fyri støðuni, og
fyrihalda okkum til tað, sigur
Gilli Rólantsson at enda.
trondur@sosialurin.fo
Um
vikuskiftið
samdust
nevndin í AB og Sorin Anghel
um at enda samstarvið. Sorin
Anghel hevur verið venjari
hjá AB síðani 2018 og var eisini
hjálparvenjari seinnu hálvu í
2015.
- Eg havi verið sera glaður
fyri hesi seinastu árini á
Argjum. Eg havi lagt sera nógva
orku í arbeiða sum venjari og
havi givið alt, eg kann og eri
stoltur av úrslitunum, sigur
Sorin Anghel við heimasíðuna
hjá AB.
- Sorin hevur gjørt eitt stórt
arbeiði fyri okkum á Argjum,
og hetta takka vit honum fyri.
Hann hevur ment okkara ungu
leikarar til profilar í Betri
deildini og hevur fingið góð
úrslit, sigur Marius Thomassen,
nýggjur formaður í felagnum.
- AB er eitt felag í vøkstri,
har tey ungu vísa vegin. Argir
hevur eitt stórt uppland og
hevur altíð verið eitt felag fyri
okkara ungu leikarar. Tað eru
fjúrtan leikarar í hópinum,
sum eru uppvaksnir á Argjum.
Vit ræðast ikki avbjóðingar, og
í næstum fara vit at kunngera
eina spennandi venjaraloysn,
sigur Marius Thomassen at
enda.
trondur@sosialurin.fo
-STØÐAN ER
-STØÐAN ER
SPENT
SPENT Í BERGEN
Í BERGEN
Tað sigur Gilli Rólantsson, sum til dagligt spælir við Elituseriu felagnum Brann Bergen. Dagligi
leiðarin í felagum sigur, at felagið kann fara á heysin av tiltøkunum hjá mynduleikunum
AB og Sorin skiljast